annað, sum kanska átti at verið endurskoðað, er, um almennir stovnar framhaldandi skulu rinda gjald til KVF, sum jú eisini er ein almennur stovnur. Tað, sum man onkursvegna ger, er at flyta pengar frá einum [...] fyri at fíggja Kringvarpið, tá bæði eigari, starvsfólk og kundar øll longu hava rindað fyri tað? Um ein lítil fyritøka hevur trý-fýra fólk í starvi og rindar eina millión í lønum um árið, skal hon rinda [...] rinda 7.000 kr. í kringvarpsgjaldi. Tað er næstan 600 krónur um mánaðin – og tá hevur eigarin longu rindað 150 kr. eins og vit øll onnur. Harafturat er sera lítil munur á, hvat lítlar og stórar fyritøkur rinda
áðrenn freistin at søkja er farin, og vónandi er tann sjúki nóg fræg/ur til at fáa hetta avgreitt. Megnar tann sjúki at hanga í allan túrin gjøgnum karusellina, fær hann/hon endurgjald. Men tá er tað í mesta [...] skjótast gjørligt til kommunulæknan at umbiðja sær eina sjúkraváttan. Ofta uttan at hava ein fastan kommunulækna at venda sær til. Síðani má tann sjúki til Almannaverkið at søkja um sjúkradagpengar, og skjalprógva [...] broytast, soleiðis at vit tryggja øllum arbeiðstakarum í Føroyum somu rættindi og skyldur. Tá eitt alment lønt starvsfólk verður rakt av sjúku, fær tað fulla løn undir sjúku, uttan at skula lyfta ein fingur
og tí er tað so umráðandi, at slíkar bjargingarroyndir verða gjørdar við jøvnum millumbilum. At hava eina góða sjóbjarging - við dugnaligum fólki og góðari tyrlu, sum er egnað til uppgávuna - er gull vert [...] heima við hús, kom konan niður í kjallaran at koyra klæðir í vaskimaskinuna. Konan gjørdist ovfarin og skelkað. Hon visti av ongum, og hon hevði einki hoyrt um, at maðurin hevði verið í havsneyð í bølamyrkri [...] sum vóru við Teistanum henda túrin, lagt til merkis, at her hevði verið ein væleydnað bjargingarroynd á ferðini um fjørðin. Tað er fantastiskt at hava eina góða og vælvirkandi sjóbjarging, tá illa vil
við at binda seg enn páparnir? Í DK er lóggávan soleiðis, at hava foreldrini livað saman í 10 mánaðar ella meir, áðrenn barnið er føtt, er felags foreldramynduleiki galdandi. Hví er tað so ringt at fáa [...] fyri flestu spurningar viðvíkjandi javnstøðu, er, at teir snúgva seg um, at tað eru ov fá konufólk í týðandi sessum. Politiskur vilji er í flestu førum fyri, at tað skal verða javnstøða. Men tá tað kemur [...] lóggávu at galda í Føroyum? Riggar hon ikki? Sum nú er kann mamman seta ultimatum. “Antin verður tað, sum eg sigi, ella kanst tú fara til Familjufyrisytingina”. Tí tær vita, eins væl og pápin, at tær í síðsta
gjár, samtykti bygdaráðið at seta Jørgin Olsen, námsfrøðing, í starv sum nýggjan leiðara frá 1. januar 2023 at rokna. Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at Jørgin Olsen er 55 ár og búsitandi í Runavík [...] nýggjum leiðara til Barnagarðin á Svangaskarði, nú Tóra Johannesen, leiðari, hevur valt at siga seg úr hesum starvi, sum hon hevur røkt seinastu 14 árini. Tá umsóknarfreistin var farin hin 9. november, vóru
Eg haldi, at tað er týdningarmikið at gera sær nakrar tankar um, hví støðan er, sum hon er í dag, áðrenn stórar avgerðir verða tiknar um, hvat skal gerast. Tað er ein sera víðagitin íløgumaður Ray Dalio [...] millum høgra og vinstra, rík og fátøk, o.s.fr . Her er umráðandi at taka við, at í Føroyum hevur eitt einki við hitt at gera. Støðan, sum hon sær út í dag, er øll grundað av eksternalitetum (uttanhýsis við [...] Innanhýsis stríðið kemst av, at í hesum tíðarskeiðinum, frá tí at rentan byrjar at hækka og til vit síggja ávirkanina av henni, er tað ein ávísur bólkur av fólkum, ið koma at líða nógv. Hesi eru tey heilt
Fíggjarliga er hendan vinnan tung at fáast við og kann hetta skjótt køva kreativitetin, um vit ikki hava munagóðar skipanir, sum kynda undir og tryggja framleiðsluna. Javnaðarflokkurin er fúsur framhaldandi [...] Vit hava sæð tað so væl seinstu árini. Hesi dugnaligu fólkini her hjá okkum, sum er farin at gera film. Ein fyri og annan eftir. Dygdargóðar filmar, sum fáa viðurkenningar úti í stóru verð. Eldsálir, sum [...] framhaldandi at lívga hesi nýggju vinnu. Skipanin við afturbering til filmsframleiðslu skal styrkjast, so vit eisini fáa fleiri stórar filmsverkætlanir at koma hendan vegin og játtanin til filmsgrunnin skal
ógvuliga varin við at leggja tilfeingis-/tøkugjøld og skattir á vinnulívið. Tó er tað soleiðis, at bara nakrir fáir aktørar hava tann framíhjárætt at hava fiski- og aliloyvir. Hetta ger, at hjá teimum, har [...] rættin til allar Føroyar at ala laks í. Tá vit kunnu staðfesta, at hesar tríggjar fyritøkurnar eru sera væl riknar og forvinna nógvan pening, er tað ikki meira enn rímuligt, at tær eisini gjalda fyri loyvini [...] har tað gongst væl, er neyðugt at gjalda aftur til samfelagið fyri loyvini. Hyggja vit eftir alivinnuni, so eru tað ikki nógv ár síðani hon lá í andaleypi við tíggjutals loyvum. Í dag eru bara trý feløg
Oljan er dýr í Føroyum. Hon er eisini ov dýr. Tað staðfesta kanningar hjá Kappingareftirlitinum, sum er myndugleiki á økinum. Kappingareftirlitið sigur orðarætt, at “duopolstøðan á oljumarknaðinum er til [...] aðrar útreiðslur. Seinastu 1-2 árini er prísurin á olju, bensini og diesel støðugt hækkaður, og ein partur av orsøkini er korona og nú eisini kríggið í Ukraina. Hetta er tó ikki einasta orsøk til høgu prísirnar [...] ynskja, at tað skal vera bíligari at liva í Føroyum. Tí vilja vit seta á stovn príseftirlit og seta tíðaravmarkaðan vinningssteðg á brennievni, so føroysku húsarhaldini ikki gjalda ov nógv fyri at hita sær
Tað er vorðið so vónleyst at verða fosturforeldur at børnum við serligum tørvi í Føroyum, at fleiri velja at blaka handklæði í ringin. Nógv hevur verðið talað um, at manglandi frítíðartilboð til børn við [...] ikki riggar, sum hon skal. Um skipanin er ógreið og ófullfíggjað, verður skili hareftir. At Fosturforeldur ikki kunnu fáa umlætting eitt vikuskifti um mánaðan, er í botn og grund at rætta teirra avrik longutong [...] í Føroyum megna ikka at taka okkum av okkara egnu. Hesi børn og ungdómar verða hálað úr teirra gerandisdegi og heimlandi. Hetta er als ikki nøktandi. Einki kann verða at ivast í, at verandi skipan ikki