Liljan, tá í tíðini vóru flestu fólk sambandsfólk, eisini abbi mín, sum skipari bardist á ótryggum havi, tryggjaði sínum, og øðrum við, mat í munnin og kendi á egnu kroppi, hvussu lítil vit eru, bæði í lívs [...] eisini uttanlands? Jú, gamaní, danir fáa nógv frá okkum og okkara landafrøðiligu væl staðsettu oyggjum, men oyggjar gera einki einsamalt. Vit eru gott fimtitúsund fólk, illneitast um tað mesta og megna í løtuni [...] mentan og øðrum, sum liggur okkara gerandisdegi nógv nærri, er í hóttafalli og stendur sum tongul í brimi i vinnuligari og talgildari altjóðagerð. Her lúra nógv størri vandar, sum rópa eftir politiskari orku
eftir 1. januar verður hetta gjald lagt beinleiðis undir skattin. Ein loysn skal finnast á, hvussu vit tryggja, at fólk, ið arbeiða uttanlands eisini gjalda fyri heilsutænastur. Og í somu loysn eiga vit at [...] Spurningurin er so, hvussu kunnu vit finna eina einfalda loysn, har øll gjøld verða samlaði og trekt av lønini áðrenn hon er útgoldin. Soleiðis, at løntakarin veit, at tá lønin er komin inn á konto, so er skattur [...] hjá hesum bólkum. Les um mínar hugsanir og hjartamál á gballe.blogspot.com < HYPERLINK "http://gballe.blogspot.com/" http://gballe.blogspot.com/> ella á Facebook. Har vil eg fegin tjakast og fáa innlit í
Brævið er skrivað av Kjartani Hoydal, sum flestu føroyingar kenna, var í nógv ár leiðandi embætismaður í Tinganesi og hevur verið nógv frammi í almenna orðaskiftinum. Av misgáum er brævið endað í skeivum hondum [...] júst tað sum appelerar til eitt siðiligt og kveikjandi orðaskifti. Tvørturímóti hevur nógv av skrivingini gjørt, at fólk við øðrum meiningum, hava ikki torað at sagt sína hugsan av ótta fyri at verða útrópt [...] at persónar, ið standa varaløgmanni og Tjóðveldisflokki so nær, og sum løgmaður byggir sítt samstarv á í Tinganesi, standa aftanfyri tí tú kanst kalla ein ?skipað herferð? móti eitt nú løgmanni, er skilligt
at í Føroyum og í Ísland eru tey ungu nógv virknari á arbeiðsmarknaðinum enn í hinum londunum í Evropa. Og samstundis eru tey eldru í Føroyum og í Íslandi nógv longri vinnuliga virkin, eisini langt út [...] sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum [...] Heili 92 prosent av monnunum í Norðurstreymoy eru til arbeiðis, ella í hvussu so er, eru teir tøkir á arbeiðsmarknaðinum. Tað vísir ein nýtt yvirlit hjá Hagstovuni yvir vinnutíttleikan. Sum vit skrivaðu
kallast, »Kirkja á tanga«, og hóast Nólsoyar kirkja verður kallað Kirkjan á Tanganum, so eru orðini ikki miðað júst ímóti Nólsoyar kirkju, men meira sum ein heiður til kirkjur yvirhøvur, og hvussu vit eiga at [...] Somuleiðis vórðu leysir stólar settir út fyri benkurnar, men tað var framvegis ikki nóg nógv sitipláss, og tí máttu nøkur fólk standa úti í forkirkjuni. Tveir deknar eru í Nólsoyar kirkju, og Una Hansen læs [...] kantatuna hjá Leif Hansen taldi 35 sangarar, og tað svarar til, at 3500 fólk sungu til eitt líknandi tiltak í Havnar kirkju. Nógv arbeiði er lagt í kantatuna av Leif Hansen, tí hon hevur bæði eitt intro
eisini. Nógv broderí var á honum, og tað tók sína tíð at gera. Men tá samanumkom var kjólin klárur til tíðina, og Eivør sá knasandi gott út í honum til listastevnuna. Eisini kom nógv respons upp á kjólan [...] og Ísland og Føroyar ? umframt at hon ferðast nógv til onnur lond fyri at fáa íblástur. Í fyrstuni var tað tó ikki so nógv at gera, men tað hevur vundið upp á seg allatíðina, og í dag ger Svanhild ein kjóla [...] Svanhild, sum tó leggur dent á, at henni dámar best at arbeiða við serligt gjørdum klæðum. Um fólk ringja til hennara og biðja hana gera ein púra vanligan kjóla, so sigur hon nei. ? Fólk, sum ynskja nakað heilt
Miðlahúsið var á gátt um hálvgum seks tíðina. Fleiri lokal valevnir eru á valevnislistanum hjá teimum ymisku flokkunum, og tað merkir eisini valið í Vestmanna. - Fólk eru spent, tí her eru nógv lokal valevnir [...] Umframt tey nýggju, so bleiv Bárður á Steig Nielsen valdur seinast og Pauli T. Petersen slapp inn sum eykamaður fyri Tjóðveldi. So tað verður spennandi at síggja hvussu tey ymisku klára seg, sigur Maud Olsen [...] - Her hava verið lutfalsliga fleiri á valið higartil enn um somu tíð sum seinasta. Men tað er tað sama sum fyri átta árum síðan, tá ið val eisini var ein leygardag. Higartil hava 613 valt, ið er 63,7 prosent
um greiða fæst á, hví eldur kom í eina ruskbingju hjá Mest í Havn í nátt. Tað var klokkan fýra í nátt, at fólk uppi við Landsbókasavnið boðaðu løgregluni frá, at tað var eldur í niðri á Mest. Les eisini: [...] roynd at fáa greiði á, hví eldur kom í. Men tey siga nú, at ivingarsamt er, um tað yvirhøvur er nakað at kanna, tí tað er bara eitt sindur av øsku eftir í bingjuni, og annars er nógv vatn í henni eisini [...] eisini: Gekk skjótt at sløkkja eldin Tá ið løgreglan kom á staðið, varð greitt, at tað var í eini ruskbingju, at eldur var kyknaður, og hóast tað var lutfalsliga stórur eldur, gekk væl at sløkkja og ein hálvan
stripparin Victoria Wild var á forsíðuni í Sosialinum fyri einari viku síðani hava fólk kjakast um, hvørt føroyski tjóðbúnin skal staðfestast sum tjóðarbúni og reglugerð gerast um, hvussu hann kann brúkast. Osøkin [...] slíka avbjóðing, sigur Helena Dam á Neystabø. - Vit skulu ansa eftir, at vit ikki konservera føroyska tjóðarbúnan. Vit hava ein sera livandi tjóðarbúna, sum verður nógv brúktur, og soleiðis skal tað eisini [...] at Victoria Wild hevði strippshow í føroyskum klæðum, og tað halda fleiri er ópassandi. Helena Dam á Neystabø, sum er landsstýriskvinna í mentamálum, heldur ikki, at neyðugt er við eini reglugerð. - Strippið
Australia á fyrilestrarferð, og at hann flýgur til Hetlands fríggjadagin – og verður flogin út á »Steve Irwin« við tyrlu. Aðrastaðni á hesum síðum greiðir Paul Watson frá, just nær og hvussu hann kemur [...] hava stóran stuðul til okkara uppgávu í Føroyum. Vit kenna tað eisini stimbrandi, at rættiliga nógv fólk í Føroyum ikki eru nøgd við grindadrápið, segði hann sambært Shetland News. [...] kemur til Føroya. Skipið hevur tyrlu og tyrlupall umborð.??Umborð á »Steve Irwin« eru 40 umhvørvisaktivistar – og teir skulu allir við til Føroyara, har skipið »skal hjálpa Birgitte Bardot at steðga árliga