ein serligan leiklut. Námsfrøðingar skapa ikki bara ansing; teir byggja relatiónir, styrkja trivnað, menning og læring hjá børnum og ungum og eru sostatt við til at leggja grundarlagið undir framtíðar samfelagið [...] framleiðsluvinnuni? Og hvussu fyrihalda vit okkum til umsorganararbeiði, sum í stóran mun verður fram av kvinnum? Hvussu sæst politiska raðfestingin aftur í mun til skipan av arbeiði, útbúgving og arbeiðsumstøðum [...] naknar myndir av henni vórðu stolnar og deildar uttan hennara samtykki. Henda hending gjørdist byrjanin til hennara arbeiði fyri talgildum rættindum, kynsjavnstøðu og seinni eisini feministiskari búskaparfrøði
dyr. Hetta er ikki tað, sum kallast ein livandi miðbýur. Ein livandi miðbýur er ikki ein býur í lógloysi. Vit eru ikki ímóti tónleiki, skeinkistøðum ella ungum fólki í býnum. Men tað kann ikki vera prísurin [...] Góða Elsa Berg. Hvussu leingi skulu borgarar í Havn góðtaka, at Tórshavnar kommuna ikki handhevjar sínar egnu reglur? Í meira enn eitt ár hava íbúgvar og handilsrekandi í miðbýnum klagað um ótolandi v [...] so hart sum møguligt mitt um náttina, mitt í einum øki, har fólk búgva og reka handil. Hølini eru ikki serliga ljóðbjálvað, og vit seta álvarsligt spurnartekin við, um høvuðsdyrnar og hølini annars lúka
gott og eingin er komin til skaða. Skipið er statt einar 20 fjórðingar út fyri Taiwan og fer inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Áðrenn hesar kanningar eru gjørdar, ber ikki til at siga, nær skipið fer [...] at nýggja skipið hevur verið fyri einum óhappi. Men samstundis fegnast vit um, at eingin er komin til skaða og at øll manningin hevur tað gott. Tey avvarandi eru kunnaði um hendingina. Vegna Smyril Line
*** Tí eigur tað eisini at bera til at útbúgva seg til heilsuhjálpara og heilsurøktara í meginøkinum. Alt annað er at spæla hasard við eldraøkinum. Hvussu ber tað til, at vit hava tveir maritimar skúlar [...] júst settur og vónandi er politiska skipanin búgvin til at taka góðar avgerðir fyri Føroyar. *** Tá vælferðin ikki røkkur, flyta vit uppgávurnar heim til familjurnar. Og vit vita eisini, hvør oftast tekur [...] Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag. “Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”. Soleiðis byrjar
Longu nú ber til at hoyra tvey av løgunum á nýggju útgávuni. Tað eru løgini “Healer” og “Drekafljóð”, ið eru útgivin sum stakløg, umframt at tað eisini eru gjørd video til bæði løgini. Ikki kann sigast [...] víða. Fyrst Norðurlandahúsið og síðan verður farið til Íslands - annað heimið hjá Eivør - har Eivør hevur eina konsert í Eldborg, og harnæst verður farið til USA. Í februar heldur konsertrøðin fram, og tá [...] v=xwxgGrPnzPU Tilber at keypa nýggju útgávuna á konsertini í Norðurlandhúsinum, men fært tú ikki verið har, ber til at frammanundan bíleggja útgávuna her: https://eivor.bfan.link/tungl.yde
sum ikki hevði rætta koyrikortið. Vaktleiðarin sigur, at fleiri varnast ikki, at tá kampingvognur og bilur fara upp um 3.500 kg, so krevst koyrikortið, ið nevnist BE. Tá er vanliga koyrikortið ikki nóg [...] Eitt mál um harðskap á Summar Festivalinum varð í gjár meldað til løgregluna. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan er ikki um eitt stórt mál, men tað verður nú kannað nærri. Løgreglan veit, hvør
koma ikki av ongum. Onkur skal skriva sangin. Onkur skal venja hann. Onkur skal standa á pallinum. Og onkur skal hava ráð til at halda fram. Tí er spurningurin um MVG á konsertatgongumerkjum ikki bara [...] fara til at gjalda MVG. Og so eru 18.000 krónur eftir. Hetta merkir, at fyri hvørji fimm atgongumerki, sum verða seld, fer vinningurin av tí eina til MVG Í einum sali við 150 fólkum svarar tað til alla [...] ommur og abbar syngja teir somu sangirnar. Ella bara ein góð konsert ella tónleikur til ein veitslu. Tá ivast vit ikki í virðinum á føroyskum tónleiki. Tað er felagsskapur. Identitetur. Minnir. Kenslur
virðiliga úr fleiri ættum. Men tørvur er ikki longur á honum. Apotekið fekk fjarhita fyri nøkrum árum síðani, og gamla hitaskipanin, sum skorsteinurin hoyrdi til, verður tí ikki longur nýtt. Í dag varð so endaligt [...] endaligt punktum sett fyri skorsteinin. Tað var ikki bara sum at taka ein vanligan skorstein niður. Ein stórur krani varð settur upp við Apotekið, og stóru møtrikkarnir við fótin á skorsteininum vórðu loystir
, og her verður dansað til klokkan 04. Tíðliga leygarmorgunin verður bjóðað til morgunmat í bygdarhúsinum fyri regatta-gestum. Morgunmaturin byrjar klokan 08 og heldur fram til klokkan 11. - Kaffi-neystið [...] regattatiltakið, og eftir at bátarnir eru komnir til Hósvíkar, verður døgurði í bygdarhúsinum frá klokkan 17-20. Matsmiðjan hjá Ruben Busk fer at borðreiða við mati til regattagestir. Longu klokkan 15 í morgin [...] Um vikuskiftið er Regatta í Sundalagnum, ovastevna í Nólsoy og Ljósfest í Vági, og hetta verða ikki seinastu summartiltøkini í ár. Eftir eru eitt nú Sjómannadagur í Klaksvík, Norð Festivalur á Viðareiði
á smærri fiskiførum ikki kunnu fáa hesar royndir góðkendar. Eirikur í Jákupsstovu vil harumframt hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at gera undantøk frá 20 BT-kravinum, til dømis fyri útróðrarfólk [...] fyri at hjálpa ungum útróðrarfólki, sum ynskja at skapa sær eina lívsleið á sjónum. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir tingmaðurin á, at fleiri ungfólk seinastu árini eru farin at rógva út við smærri [...] renna seg í eina forðing, tá tey vilja útbúgva seg víðari, tí siglingstíðin á teimum smærru bátunum ikki verður góðkend sum partur av útbúgvingini. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður hevur nú tvær vikur