nýggja umhvørvisgóðkenning, sum ásett í umhvørvisverndarlógini. Umhvørvisstovan hevur veitt umhvørvisgóðkenning til virksemið. Henda góðkenning hevur heimild í § 26 í løgtingslóg um umhvørvisvernd. Umhv [...] u gangnýtt. Í sambandi við verkætlanina skal millum annað nýggj útfylling gerast, har goymslubygningur til protein og lýsi skal byggjast, og skal verandi bygningur leingjast umleið 16 m í ein eystan. Eisini [...] virksemi á sjónum og fram við strondini, skal felagið, sum ásett í havumhvørvisverndarlógini, gera eina umhvørvisárinsmeting, sum viðger hvørji árin ætlaða verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi á sjónum
klokkan 17 verður føroysk hondbólts- og ítróttarsøga skrivað í Sankt Jakobshøllini í Basel í Sveis. Tað spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fyrsta endaspælsdystin nakrantíð. Dysturin verður móti [...] móti vertstjóðini, Sveis. Føroyski hópurin ferðast til Sveis í morgin, og millum 400 og 500 føroyskir fjepparar fara at leggja leiðina til Basel. Tá verður eitt litaviskt dómarapar, ið fer at døma hendan
Avtalan kemur væntandi í gildi í morgin. Ísraelska trygdarstjórnin var á fundi seinnapartin í dag at viðgera eitt uppskot um vápnahvíldaravtaluna. Eftir fundin fer forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu [...] Trygdarráðið í Ísrael samtykti í kvøld eina vápnahvíldaravtalu við hernaðarligu Hizbollah-rørsluna í Libanon. Tað skrivar tíðindastovan Reuter, sum vísir til upplýsingar frá ísraelsku sjónvarpsstøðini [...] samtykt vápnahvíldaravtaluna, sum í fyrstu atløgu er galdandi fyri 60 dagar. Netanyahu sigur millum annað, at tað er málið hjá ísraelsku stjórnini at tryggja, at íbúgvarnir í Norðurísrael kunnu venda heim
hondbóltsáhugað í Føroyum hava seinastu tíðina fylgt við í fyrireikingunum hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum í morgin fer til EM-endaspælið í Sveis. Friggjadagin spæla tær sín fyrsta dyst í Basel ímóti Sveis [...] Sveis. – Vit, í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, hava fylgt væl við og eru ikki sørt stolt og errin av, at seks av teimum 18 hondbóltskvinnunum, ið mannað liðið, hava gingið í skúla á Løgmannabreyt
er eisini ein liður í menningarætlanini hjá Landssjúkrahúsinum, sum hevur til endamáls at tryggja dygdargóða heilsutænastu alt lívið. – Vónandi verða nýggju hølini ein týðandi liður í at betra bæði arbe [...] Flytingin hevur eisini við sær, at bæði sjúklingar og starvsfólk fáa betri karmar og umstøður at arbeiða í, og nýggi bygningurin gevur fleiri møguleikar innan viðgerð. Við rúmligari hølum, nýggjari tøkni og [...] partur av flytingini, leggja dent á, hvussu týdningarmikið tað er at hava góðar karmar, ið stuðla teimum í dagliga arbeiðinum. Tað gevur starvsfólki møguleikan at veita eina meira persónliga og fjølbroytta røkt
ymiskar ætlanir við tilhoyrandi koyrivegum í samband við Suðuroyartunnilin. Eftir hetta var møguleiki at seta spurningar. Fitt av fólki hevði leitað sær í SALT í kvøld, og tað var eisini ymiskt, ið fundarfólkið [...] møguleiki, at Skúvoyggin verður partur av ætlanini á onkran hátt. Í morgin er kunningarfundur á Sandi og mikudagin er kunningarfundur í Havn. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7## [...] ferð kring landið, og endamálið er at kunna um ætlanina at byggja Suðuroyartunnilin. Í kvøld var fyrsti kunningarfundurin í SALT á Drelnesi. Aksel V. Johannesen, løgmaður, legði fyri, og kunnaði um ætlanina
Í spurnartímanum hjá forsætisráðharranum í morgin verður samtulking millum grønlendskt og danskt, tá grønlendsku tinglimirnir spyrja. Avgerðin um at royna samtulking er tikin av formanninum í Fólkatinginum [...] prinsipiella støðu til, um fólkatingið skal hava eina veruliga skipan við samtulking. Í oktober í fjør varð ein skipan sett í gildi á Fólkatingi, har grønlendskir og føroyskir tinglimir fáa eyka talutíð, tá [...] Fólkatingið í tíðindaskrivi. Orsøkin er, at grønlendska fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam úr flokkinum Siumut hevur boðað frá, at hon bert fer at tosa og spyrja forsætisráðharran á grønlendskum í spurnartímanum
góðkenna avtaluna í morgin, og okkurt kann altíð ganga galið fyri ta tíð. Hvørki Ísrael, Libanon ella Hizbollah-rørslan hava alment boðað frá, um ein avtala er komin uppá pláss. Men fundur í trygdarráðnum [...] hjá Ísrael í USA, at semja má fáast í lag innan fáar dagar. Fyrr mánadagin boðaði ísraelska stjórnin frá, at partarnir eru á veg móti vápnahvíld, men at enn eru ógreidd mál. Uttanríkisráðharrin í landinum [...] Hizbollah verður forðað í at flyta seg suður um ánna Litani, og tað seinna er, at Hizbollah er forðað í at endurbyggja sína styrki og endurbrynja seg um alt Libanon, sigur Saar. Í síðstu viku boðaði amerikanski
– Tað er í hesum loftsrúmi fyri eystan, at tankarnir verða føddir, og flestu verkini eru komin í verðina, sigur hann og festir sær í ballaðu sigarettina. Tubbaksroykurin legst tjúkkur, men hvørvur aftur [...] serligan týdning. Tað er sjálvur hjartaslátturin í tilveru hansara sum yrkjari og rithøvundur. – Í hesum rúmi eri eg hvønn dag frá morgunstundini og í nógvar tímar, kanska einar tíggju, tí tað krevur [...] longu síðst í sjeytiárunum við fyrsta yrkingasavninum Trettandi mánaðin , sum kom út í 1978, og nøkur ár seinni kom eisini yrkingasavnið Pinnabrenni til sosialismuna . Tey árini búðleikaðist hann í styttri
dystirnir í fjórða umfari í landskappingini í talvi í øllum fýra deildum spældir. Hetta er seinasta leikumfar fyri jól. Havnarmenn og klaksvíkingar Toppdysturin í morgin verður í Skákinum á Akursmørk í Klaksvík [...] halda seg framat í oddanum. Í morgin verður telvað soleiðis: 4 deild (3 umfar) Gøta - Sandavágur (B) Strendur (A) - Klaksvík Rókur - Havnin Toftir - Sandavágur Strendur (B) - Suðuroy Støðan í 4 deild Klaksvík [...] Kollafjørður - Havnin (B) Støðan í 1 deild Havnin (A) 10½ stig Sandavágur 9 Klaksvík (A) 7½ Klaksvík (B) 4½ Kollafjørður 2½ Havnin (B) 2 Javnir í 2. deild Lítil munur er á liðunum í 2 deild. Tey seks liðini tykjast