Tað er ikki eyga turt í Føroyum í kvøld. Alt landið lá stilt. Fólk sótu sum á nálum, tá sendingin »Stjerne for en aften« var á skíggjanum. Frætt er frá støðum kring landið, har fólk eru savnað at fylgja [...] senda SMS og atkvøða fyri Guðrun. Og hon fekk atkvøður. Næstan triðingin av teimum 295.000 atkvøðunum, sum latnar vórðu, ella góðar 91.000 atkvøður. Umleið tað dupulta av fólkatalinum í Føroyum. Í Føroyum hava
Løgtingsmenn, sum eisini eru kommunustýrislimir áleggja sínum veljarum eyka útreiðslur við afturvirkandi kraft, fyri at fáa kabaluna hjá landstýrinum at gangq upp. Eg haldi tað vera heilt ótrúligt, at [...] at løgtingsmenn í samgonguni sum eisini eru kommunu-politikarar, kunnu taka undir við uppskotinum um hækking av FAS gjaldinum hjá komm-ununum, enntá við afturvirkandi kraft. Í hesum FAS- málinum hevur landstýrið [...] men hækkar tað til tað sama aftur frá 1. januar 2003, tí tann fíggjarliga kabalin ikki gongur upp. Sum gongdin hevur verði tey seinastu árini, eru hesir menn við til at skerja inntøkurnar hjá kommunun-um
Eftir Páskir hava fólk á bygd møðuleika at síggja skemtileikin " Einki er sum mammusa gras" eftir Dario Fo, og sum Jákup Veyhe hevur leikstjórnað. Ætlanin er at fara at ferðast við leikinum runt í Føroyum
teimum ungu. ? Vit brúka bara suppuna sum magnet fyri at fáa fólk til, sigur Ivan Hansen, sum er ein av stigtakarunum. Upprunaliga var tað ein, sum eitur Ólavur Guttesen, sum fann uppá hetta. Hann er í løtuni [...] suppu hvørt kvøld, sum fólk í samkomuni kóka upp á skift. Eitt kvøldið høvdu vit 30 litrar av suppu uttanfyri Badmintonhøllina, og teir vóru vekk eftir einum tíma, sigur Tom Rasmussen, sum hvørt leygarkvøld [...] Tom og Ólavur búgva í einum húsum, sum verða kallað Jesus-húsini, og eitt av endamálunum er eisini at brúka tey slíkt. Stuðul Fyrstu tíðina var tað ungdómurin, sum syrgdi fyri útreiðslunum til suppuna
stuttligt At evna eina tílíka køku til er ikki bara sum at siga tað. Næmingarnir høvdu sum sagt eina køku í part við í skúla. Tey teknaðu eitt stórt Íslandskort, sum tey so settu allar køkurnar uppá í ein stóran [...] Klaksvík: Tað vóru 22 sera errin børn, sum fríggjadagin lótu hurðina til flokshølið hjá 6. b upp fyri øllum, sum vóru áhugaði í at síggja teirra verkætlan. Har vóru nógv foreldur, og onnur duttu eisini [...] Mitt í flokshølinum á einum stórum borði stóð ein sera stór køka, sum avmyndaði Íslandskortið. Talan var um eina stóra grøna kaku, sum var dekkað við grønari glaring. Á køkuni sóust teir størstu jøklarnir
strekkið, eftir eitt sving, sum er næstan 180 stig. Hetta eru allur suðuroyingar, sum koyra lastbil, samdur um! Hann sigur, at tað er ofta, at teir prísa seg lukkuligar yvir, at tey, sum koyra persónbil, eru [...] sær. Tórður Holm, sum koyrir treylara í Suðuroy, ivast ikki, tá ið hann skal meta um ætlanina at gera tunnil ímillum Øravík og Hov. Hann sigur, at verður tunnilin lagdur soleiðis sum Landsverkfrøðingurin [...] tað fyri seg hjá okkum, sum koyra lastbil og tað er mangan, at vit sita við hjartanum í hálsinum. Og hann sigur, at tað er vert at geva gætur, at verður tunnilin lagdur, soleiðis sum Landsverkfrøðingurin
Fyrstilærarin við Hvalvíkar Skúla, Sjúrður Ferjá, er farin frá sum lærari. Sjúrður, sum í dag er 62 ára gamal, er føddur og uppvaksin við Gjógv. Hann er sonur Jógvan Sofus Ferjá, f. Joensen, og Kristinu [...] Føroya. Frá 1. januar 1977 til 31. desember 1984 sat hann í Hvalvíkar bygdar-ráð, tey fyrstu fýra árini sum formaður. Sjúrður hevur týtt barnabókina "Víki víkingur" eftir Runar Jonsson.
móttikin, sigur Per Jacobsen, sum heldur, at fleiri kundar fegnir vilja hava við ein lítlan peningastovn at gera ? ein stovn, har viðskiftafólkini sleppa undan at kenna seg sum »totalkunda« hjá peningastovninum [...] ? Suðuroyar Sparikassi hevur sama útboð sum aðrir peningastovnar. Hetta sigur Per Jacobsen, marknaðarleiðari í Suðuroyar Sparikassa. Hann sigur, at sparikassin leggur dent á persónligu samrøðuna við kundan
sigur, at henda umvælingin verður mett sum ein íløga. Skipið verður sum nýtt eftir umvælingina, og tá er grundarlag fyri at vinna nakað av peningi innaftur í grunnin, sum er heldur tómur eftir hetta risa takið [...] var hon aftur í sigling. Tvær aðrar sluppir eru í Føroyum í dag. Johanna, sum er javngomul við Westward Ho, og Norðlýsið, sum er bygd í 1945. [...] í Havn í nøkur ár. Hon er í ringum standi, og tørvur er á eini høvuðsumvæling. Grunnurin Sluppin, sum eigur Westward Ho, hevur nú tikið stig til at umvæla sluppina. Jónsvein Lamauge, havnameistari, er
givið okkum tað vælsmakkandi bjórið, sum føroyingar kunnu vera stoltir av. Sosialurin hevur tosað við Anniku Waag, sum er í læru sum bryggjari í Berlin. - Á mest sum øllum barrum og pubbum í Týsklandi hanga [...] um ølsmakk. Hon bryggjaði ymisk ølsløg, sum blivu kannað kemiskt og professionellir ølsmakkarar royndu eisini ølið. - Eg valdi bryggjara ella bryggjmeistara, sum tað eitur í Týsklandi, av mínum áhuga fyri [...] og Einar Waag, sum er stjóri á Føroya Bjór. So tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hon hevur slitið sínar barnaskógvar tætt upp at bryggjarayrkinum. Tá Annika verður liðug sum bryggjari, verður