Men Uni Rasmussen sigur, at tey á Landsverki eru nú farin at meta um støðuna av nýggjum, og tað er alt, sum bendir á, at úrslitið verður, at støðan er upp aftur verri nú. Av tí at støðan er so vánalig [...] miðal um árið hesi seinastu árini. Annars er ein serlig játtan upp á átta milliónir latin til ábøtur á brýr og tunlar og 7,7 milliónir eru játtaðar til ymisk trygdartiltøk og ábøtur. Men í 1990, var játtanin [...] Vegir, brýr og tunlar verða alsamt í verri standi. Tað er greitt, nú Løgtingið umrøddi standin á føroyska vegakervinum í gjár. Tað var Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum reisti málið
Jóhan á Plógv Hansen og hinir á danska landsliðnum skulu í kvøld møta Frankaríki í heimsmeistarakappingini fyri U21 í hondbólti. Jóhan á Plógv Hansen varð toppskorari á danska landsliðnum í gjár, tá liðið [...] uppgávuna í kvøld. – Tað vænti eg, hóast vit taptu ímóti teimum í bólkaspælinum. Eg haldi, at vit hava ment spælið, og tí kunnu vit spæla ein tættari dyst ímóti teimum nú, sigur hann. Claus Hansen rósar spælarunum [...] liðið vann 28-26 á týska landsliðnum. Jóhan á Plógv Hansen skeyt seks mál – og hevði seks málroyndir. Í hinari hálvfinaluni kappaðust Frankaríki og Egyptaland. Tann dystin vann Frankaríki 30-28. Í bólkaspælinum
góðar tvær vikur. - Vit høvdu valið ímillum at góðtaka eina semju, sum ikki gav okkum tað vit vildu hava, ella at halda fram við verkfallinum. Og vit mettu, at sum støðan er, fingu vit líka nógv burturúr [...] lønarhækking upp á 9%. - Men í semjuni stendur eisini, at um tvey ár skal sáttmálin endurskoðast. Tá skulu vit hyggja at gongdini í samfelagnum og lønargongdini og eru fortreytirnar broyttar, skulu vit samráðast [...] lønarhækkingin varð 12% tilsamans. Men nú endaði tað við einum sáttmála, sum er trý ár og 10 mánaðir og sum gevur eina lønarhækking upp á 9%. - Umframt hesa lønarhækkingina, eru eisini ymsar umflokkingar, sum
fisk, altso eru smittuberari, men fiskur doyr tó ikki, er hann koppsettur.Esini er munur á sjúkum og á koppsetingarevnum, so hetta er ein fløktur trupulleiki, viðgongur Bjørn Harlou. - - Halda vit, at bert [...] ni Vit hava útflutt sjálvdeyðan fisk til ES, sum skal góðkenna koppsetingina í Føroyum. Fær hetta ávirkan á støðuna? - Teir, ið taka avgerðirnar eru helst somikið at sær komnir, at teir gera tað á sakligum [...] í Føroyum. - Trupuleikin vit hava er ILA-sjúkan og ein trupulleiki, sum vit hava havt longri enn ILA, nevniliga BKD, ið er eitt slag av nýrasjúku, sigur Bjørn Harlou. - - Nú skal eg ikki koma við eini
eisini truplari enn tann hjá donsku stjórnini. -Í Føroyum hava vit ikki andstøðuflokkar, sum siga, at vit eiga at lata landsstýrið samráðast. Vit hava harafturímóti andstøðuflokkar, sum siga, at tað sum l [...] Hví spyr eingin Nyrup um, hví hann heldur 4-5 ár eru rímulig. Hvat liggur í boðskapinum hjá honum? Eru 4-5 ára skiftistíð rímulig fyri eitt land, sum nú vil vera sjálvstøðugt, meðan eitt land, sum ikki [...] 10 til 14 dagar í august ætlar Norðurlandahúsið at hava Listahátíð Føroya. Fyrireikingar eru gjørdar at seta á stovn Listahátíð Føroya - viðtøkurnar fyri Listahátíð Reykjavíkar umsettar -og fundir hava
Tær 18 íbúðirnar á Kneysum á Toftum eru nú allar handaðar Bústøðum. - Fólk eru flutt inn í tær fyrstu 10 íbúðirnar, sum vórðu lidnar á jólum, og mánadagin í síðstu viku vórðu tær seinastu átta íbúðirnar [...] at skipa uttanumøkið. - Vit ynskja Bústøðum og øllum í Nes kommunu hjartaliga tillukku við nýggju íbúðarlonunum, sum eru við til at víðka um bústaðarmøguleikarnar í kommununi. Á heimasíðu síni takkar manningin [...] íbúðirnar handaðar Bústøðum. Á heimasíðuni hjá byggivirkinum KBH verður sagt, at hesar seinastu vórðu handaðar fyri tíð til vælnøgdan byggiharra. Tað er KBH, sum hevur verið heildararbeiðstakari og hevur staðið
heimsstjørnan, Justin Bieber, fer á pallin í kvøld. 45.000 atgongumerki eru seld. Nógvir av fjepparunum eru ungdómar undir 18 ár, og tað merkir, nógv foreldur eisini eru við, og harvið eisini nógvar bilar [...] til at parkera bilarnar langt burtur frá Parkini. Tað er stórt trýst á júst nú. Tað er sum til ein stóran fótbóltsdyst, og vit høvdu roknað við, at tað fór at skapa trupulleikar, sigur vakthavandi hjá [...] tætt sum gjørligt. Sambært Ekstrabladet, so býr Justin Bieber á Bella Sky í Ørestad á Amager, har tey hava leigað honum eina heila hædd á sermerkta hotellinum.
hvussu kann hetta vána úrslitið hjá samgonguni nú bera til, tá vit vita: At meira enn 120 mió. kr. í eyka inntøku av kapitalvinningsskatti frá søluni av Havsbrún eru í 2012 í mun til 2011? At hetta landsstýrið [...] frá Kaj Leo og Jørgin Vit mugu nú krevja greitt svar frá løgmanni og fíggjarmálaráðharranum uppá hesar spurningar: Hvussu ber tað til, at landsstýrið ikki hevur lagt fram ella bygt á tølini fyri 2011 í sambandi [...] orsøkunum til, at munurin á metingunum og endaliga úrslitinum fyri 2011 gjørdist so stórur.. Vit tóku ábyrgdina, eftir at alt hevði ligið í stjórnarloysi í langa tíð. Og vit framdu nøkur tiltøk, sum hava
frelsu og lív ? hann væntar av okkum, at vit geva hesa kærleikans gávu víðari til næstan. Vit eru sett at móttaka og geva, tað vil siga, trúgva og elska. Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst, sum [...] trúgv á, at hetta geldur eisini okkum. Kristin trúgv er at trúgva á ein annan enn okkum sjálvi. Vantrúgv er at trúgva á seg sjálvan. Tað er at vraka kærleikan í Jesusi Kristi. Sum kristin liva vit av náði [...] Guds kærleiki til okkum øll. Vit hvíla í tí, Jesus hevur gjørt fyri okkum. Tað er okkum nóg mikið til lívs og til frelsu. Jesus vann okkum lívið, kunna vit siga. Vit fingu lívið av nýggjum. Tað er hetta
Álitið á umsitingina av fiskiríkidøminum er eisini langt síðan horvið. Vit áttu at havt lært av 80’unum, men alt kemur aftur, sum verið hevur fyrr, um vit ikki vilja læra. Politiska kósin nú er líka bløðandi [...] Orbán, beinleiðis vald á serfrøðini í hesum stovnum. Serfrøðingarnir vórðu tiptir. ES-nevndin, Evropeiski Miðbankin og Altjóða Gjaldoyragrunnurin vóru á rokinum um hetta álopið á óheftu búskaparfrøðina [...] Ongin lurtaði. Løgmaður háðaði tey mótmælandi á Vaglinum, og fíggjarmálaráðharrin hevur síðan flent upp í høvdið á tíðindafólkum. Sjálvt tá mótmælandi dukaðu á løgtingið, lurtaðu tey ikki innanfyri. Í sambandi