møguliga fóru at vera við í oyggjaleikunum. Onkur býráðslimur helt, at tað var skeivt av Tvøroyrar býráð at stuðla oyggjaleikunum sum heild, tí ongin trygd var fyri at aðrar kommunur fóru at stuðla samsvarandi [...] við. Býráðslimir søgdu, at hetta fór at seta Tvøroyri á heimskortið tað mesta av eini viku í summar og tað hildu teir verða vert at stuðla. Sostatt samtytkti býráðið einmælt at stuðla talvkappingini við [...] aftur. Mentanarnevndin í býráðnum vísti á, at øll ungdómsráðstevnan varð miðsavnað í Havn og tí mælti nevndin býráðnum til at havna umsóknini fyri heldur at stuðla onkrum lokalum tiltøkum og tað varð einmælt
orð ella eið aftur. Vit ætlaðu at spyrja Jógvan við Keldu, landsstýrismann um hann heldur at tað er rætt og rímiligt at ein umsøkjari skal bíða í meiri enn eitt ár eftir at fáa eitt ummmæli úr innlendis [...] góðtakast at tað skal taka innlendismálararáðnm eitt heilt ár at viðgera eina umsókn. Landsstýrismaðurin sigur, at innlendismálaráðið er í fer við at útgreina útlendingapolitikkin og fyrrenn tað er liðugt [...] hvussu teir liva og virka saman við føroyingum. Jógvan við Keldu heldur, at tað er er umráðandi at gera hesa útgreiningina lidna, so at vit fáa ein greiðan útlendingapolitikk.
fjøðlmiðlar og onnur, um at hava vakið eyga við landsstýrinum, soleiðis, at illgrunasamt virksemi ikki sleppur at henda áðrenn nýggj samgonga er skipað. Og HH heldur fram, »at Tjóðveldisflokkurin var eitt [...] landsstýrinum«. At tað, sambært HH og tjóðveldinum, skuldi falla teimum í lut at umboða tað góða - tað er ikki hvørjum beskorið. Men vissan um, at teir ikki seta sítt ljós undir skeppuna, eigur so at sissa tey [...] klokkukláru mannagongdirnar munnu tó gera lív teirra strævið, soleiðis at liva í kroniskari tvístøðu, alsamt at vera tví- fyri ikki at siga trískinningar. Fínt skal tað vera Hesin leiklutur HH og tjóðveldismanna
gjáramorgunin. Hon segði, at arbeiðið at fáa eina eftirlønarskipan fyri limirnar í Føroya Arbeiðarafelag er komið so væl áleiðis, at nú er bara eftir at loyvi til skipanina. ? Arbeiðið við at fáa hana til veruleika [...] Arbeiðarafelag fer helst sjálvt at umsita alla skipanina, segði Ingeborg Vinther. Orsøkin til, at Føroya Arbeiðarafelag nú fer undir sína egnu eftirløn, er, at onki røkist fyri, at nøkur almenn skipan kemur [...] Arbeiðarafelag. Hon vísti á, at lívstryggingin, ið Føroya Arbeiðarafelag gjørdi við Alka, hevur virkað væl,og samtykt varð á aðalfundi felagsins í fjør at víðka hesa trygging, so at hon eisini skuldi fevna
sokallaðum »blaðmanni«. Kristian hevur valt at ganga skít í Havn og at sova á Herberginum. Hann eigur foreldur í Klaksvík og hevur altíð møguleikan at fara inn til tey at búgva. Har hevur hann búð teir seinastu [...] ikki »torir« at blíva edrúur aftur. Neyðugt var at skriva hesar reglur. Deils fyri at forsvara hjálparleysar menn og fyri at vísa mína ónøgd móti tílíkari skriving, ið vónandi ikki endurtekur seg. [...] Eg eri so kókandi óður um hesa skriving, at eg verði noyddur at skriva nøkur orð? Heini Gaard: »Eitt skalt tú vita, at man útleverar ikki fullar menn á tílíkan hátt, ið tú gjørdi. Menn, sum eru rúsdre
umráðandi, at øll duga at svimja, og at nógv duga væl at svimja. Tað er meir enn so komið fyri, at svimjarar, sum hava vant í svimjifelag, hava bjargað fólki frá at drukna. Onkur heldur, at svimjing ikki [...] Virksemið hjá svimjifelagnum er bæði at læra børn at svimja og at venja børn og ung at svimja kapp. Kappast verður serliga innanlands, men av og á verður farið uttanlands at royna seg, og onkuntíð eru útlendskir [...] Svimjifelag, fegnast um, at ábyrgdarfólk í Suðuroyar Sparikassa síggja, hvussu stóran týdning ungómsarbeiði innan ítrótt og ikki minst svimjing hevur fyri samfelagið, og tí hava valt at endurnýggja avtaluna
Hongkong stríðast læknarnir nú við at bjarga trimum nýføðingum, sum eru í lívsvanda, tí mammur teirra høvdu ta herviligu lungnasjúkuna SARS. Læknarnir siga, at teir noyðast at nýta sterkan heilivág, sum vanliga [...] WHO viðgongur, at SARS hevur breitt seg skjótari, enn stovnurin hevði roknað við. Leiðarin á smittudeildini hjá WHO, David Heymann, sigur, at higartil hevur stovnurin fingið vissu fyri, at 209 fólk eru deyð [...] sjúkuni, og at meiri enn 3.900 sjúklingar eru smittað. Hann ivast ikki í, at tað veruliga talið er væl størri, serliga í Kina. Kinesisku myndugleikarnir viðgingu fyri nøkrum døgum síðani, at teir høvdu
uttan so, at okkurt serstakt bráðneyðugt mál stingur seg upp. Edmund Joensen, løgtingsformaður, sigur, at hann roknar við, at Løgtingið megnar at avgreiða øll mál í hesari vikuni, soleiðis at tingið kann [...] neyðugt at bíða við aðalorðaskiftunum. ?Tað er fyri so vítt klárt at leggja fyri tingið, men eg dugi ikki at síggja nakað endamál at trýsta tað ígjøgnum í síðstu løtu, og tískil havi eg valt at bíða, sigur [...] hava verið til fyrstu viðgerð, og tað sær út ? sum støðan er nú ? at vit klára at verða lidnir í vikuni, sigur Edmund Joensen. Hann sigur, at okkurt nýtt mál kann koma fyri, men við verandi uppgávum, fer løgtingið
segði, at hetta eftir øllum at døma fór at vera hansara seinasta av slagnum. Við størri og minni ivamálum um tríggjar somikið týdningarmiklar leikarar er lítið at ivast í, at leiðslan í HB umhugsar at styrkja [...] Komandi ár noyðist HB tó at vera hesi evni fyriuttan, tí Hans verður ikki við á liðnum, sum nú skal royna at endurvinna gullmerkið frá í fjør. - Tað er so í løtuni, at eg eftir øllum at døma flyti til Danmarkar [...] sjálvur, tá vit royna at fregnast, um avgerðina. - Akkurát, hvussu verður við fótbóltinum eftir hetta, dugi eg slettis ikki at siga, men eg skal tó ikki útiloka nakað. Umframt at Hans á Lag nú gevst, valdar
skipan, har ringt verður útaftur, eftir at alarmcentralurin hevur fingið boð. Hann ásannar, at trupuleikar hava verið við hesi skipanini, og at arbeitt verður við at loysa teir. Fólk frá Føroya Tele hava [...] stórarbeiði fyri at finna fram til, hvat tað er, sum er galið. At hjálpa sær hava teir heitt á sløkkiliðsmenninar um at ringja til eitt ávíst nummar hjá Føroya Tele, fyri á tann hátt at lokalisera eina [...] grund til at óttast, at hann ikki riggar, tá brúk er fyri honum, sigur Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur. Í samrøðu við sløkkiliðsleiðaran í Miðvági- Sandavági í týsdagsblaðnum skrivaðu vit, at alarmc