marknaðinum í USA, er, at kameraið kann brúkast til ymisk endamál. Upprunaliga hugsaði fyritøkan á Kambsdali sær, at kameraið skuldi brúkast til at justera veiðireiðskap, soleiðis at hann roynist optimalur [...] brúkast í arbeiðnum at menna skipanir við skiljiristum. Tólið kann soleiðis brúkast í royndini at veiða tann størra fiskin úr einum fiskastovni. Umframt at kunna brúkast í royndini at veiða optimalt, kann [...] Trupulleikin er, at tá hjáveiðikvotan hjá skipunum er uppi, noyðast tey at gevast at fiska. Hjáveiðikvotan av eitt nú laksi er felags kvota, og tí noyðast feløgini, sum hava skip á hesi veiði, at samstarva,
heldur, at fyri ein part er talan um nátúrligar orsøkir. - Nógv konufólk velja at arbeiða niðursetta tíð, tá tey eiga smábørn. Men eg ivist ikki í, at ein onnur orsøk er, at tað er strævið at arbeiða fulla [...] ikki følir, at tú megnar tað, ger eisini, at lærarar bukka undir. Spjaðingin í einum flokki kann vera so stór, at lærarin hevur ongan møguleika at røkka øllum, og tað slítur ein lærara. At arbeiða niðursetta [...] hevur fingið úr Fíggjarmálaráðnum. Tølini vísa annars, at tað eru eini 100 fleiri konufólk enn mannfólk, sum eru lærarar í fólkaskúlanum. Men at so nógvar kvinnur arbeiða parttíð, kemur óvart á Herálv
tær vísa seg at taka broddin av sjúkuni. Og tað er nógv betri at fyribyrgja sjúku enn at viðgera sjúku, varð sagt á tíðindafundinum. Magnus Heunicke, sigur, at tablettirnar kunnu vísa seg at gera serliga [...] Onglandi eru tey farin at brúka tablettirnar frá Merck og nú verður arbeitt upp á at fáa tær góðkendar í ES. Og beint í hølunum á tí er væntandi, at farið verður undir arbeiðið at vita um tablettin frá [...] góðkendar, eru donsku myndugleikar til reiðar at taka ímóti. Á tíðindafundi í Danmark hendan dagn varð dentur lagdur á, at koppsetingin er fyribyrgjandi, men at tablettirnar verða tiknar í brúk, tá ið fólk
Marjun Syderbø Kjelnæs fer at lesa upp og Bogi Hansen, Sólfríð Gregersen og Elsa Berg fara at halda røðu. Tey vísa á, at fyri tveimum árum síðani staðfestu yvir 11.000 granskarar at Jørðin er í eini veður [...] endamálið er at varpa ljós á veðurlagskreppuna. Tað eru felagsskapirnir, Ringrás, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Veðurlagslóg NÚ, sum skipa fyri. Tiltakið er ein roynd at vekja politikararnar og at fáa teir [...] plantusløgum. Fyrireikararnir siga, at eftir fólkatalinum hava vit í Føroyum stórt útlát av vakstrarhúsgassi, samstundis sum at vit ikki hava lagt nóg stóran dent á at verja lívfrøðiliga margfeldið. Gransking
serlækni í geriatri er ein serlækni í at viðgera sjúkur, ið serliga raka eldri. Tí vil hann hava at vita frá landsstýrismanninum at vita, hvørjar royndir eru gjørdar fyri at fáa ein serlækna í eldrasjúkum til [...] væntandi, at ein verður settur í starv. – Ein serlækni í eldrasjúkum er serkønur í at kanna, súkugreina og viðgera eldri fólk, bæði tá ið talan er um bráðneyðugar sjúkur eins væl at útgreina og at leggja [...] sigur Tordur Niclasen. Hann vísir á, at mangan hava eldri fólk ymiksar sjúkur samstundis at stríðast við, sum krevja ymiskan heilivág samstundis. Tí harmast hann um, at eingin serlækni í eldrasjúkum er í
bústaðafeløg, sum hava til endamáls at tryggja, at húsaleigan ikki er meira enn ein triðingur av inntøkuni hjá fólki. Hetta merkir, at í Wien ber til at leiga eina íbúð á 90 fermetrar fyri 5.000 krónur [...] uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at stovna almannagagnlig bústaðafeløg. Eitt almannagagnligt bústaðafelag hevur ikki til endamáls at vinna pening upp á húsaleiguna. Endamálið er at halda húsaleiguna so lága sum [...] orku til at keypa ella halda hús, kunnu leiga fyri sømiligan prís. Í løtuni er eingin beinleiðis heimild at stovna slík feløg. Tí kundi uppskotið gjørt tað lættari hjá Bústøðum og kommunum at tryggja nógv
Men tað merkir eisini, at mánadagin er seinastu dagur har fólk kunnu bíleggja tíð til at verða kannað fyri koronu. Myndugleikarnir eru nevniliga samdir um, at samstundis um at øll tilmæli verða sett úr [...] leggur dent á, at tað kortini er ætlanin at hava eina tilbúgving, so at alt apparatið kann fara ígongd aftur, skuldi onkur nýggjur variantur av koronu tikið seg upp, og sum vísir seg at vera vandamikil [...] fara tey at fylgja væl við støðuni og skuldi ein vandamikil variantur tikið seg upp, eru tey til reiðar at seta apparatið ígongd aftur í bráðskundi. Tískil verður tað ikki so, at vit fara at gevast heilt
kommunu siga tey, at Tummars Heri & Co eisini fara at hugna um tiltakið við eitt sindur av jólatónleiki. - Vit ynskja at halda tilmælini. Fótbóltsvøllurin er stórur, so tað ræður um ikki at samlast ov nógv [...] ar? Eftir at teir høvdu verið við til jólatræstendringina í Vága kommunu og høvdu givið børnunum pakkar, so sigldi Heimdal jólamenninar til Norðurpólin, har teir enn hava nógv at gera við at framleiða [...] Heimdal um at koma aftur eftir teimum, so teir kundu koma aftur at heilsa upp á børnini í Vága kommunu fyri jól og geva teimum ein pakka aftrat. Á heimasíðuni hjá Vága kommunu verður upplýst, at borgarstjórin
vil Rósa Samuelsen eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, um ætlanin er at taka nøkur stig fyri at bøta um ferðslutrygdina, eitt nú at forða fyri, at seyður sleppur á vegin. [...] hendir, er tað týdningarmikið at kanna, hvat tað var, sum fór fram, og hví tað hendi. Endamálið við kanningararbeiðnum er, at vit skulu læra av tí, ið er farið fram fyri at fyribyrgja óhappum í framtíðini [...] framtíðini. Rósa Samuelsen vísir á, at í Ráðið fyri Ferðslutrygd heldur, at tað er neyðugt er at seta eina skaðanevnd á stovn sum skal gera eina nágreinilig frágreiðing, tá ið álvarslig óhapp, og álvarsligar
Samgonguskjalið sigur, at vit skulu skráseta heitu keldurnar, men her er ein møguleiki at taka næsta stigið, sum er at fáa nyttu burturúr vatninum. Tað haldi eg, at vit eiga at gera, ongantíð ov skjótt [...] eisini farin at borða eftir jarðhita, og tað gevur áhugaverdar upplýsingar um orku í jørðini. Eg havi fingið upplýst frá Jarðfeingi, at tey hava mált hitan í umleið 400 jarðholum í sambandi við at fólk hava [...] síðani keldan varð funnin. Íløgan í at gagnnýta vatnið verður mett at kosta 3 mió. krónur. So kunnu vit ímynda okkum, hvussu nógv tað hevur kostað føroyska samfelagnum, at vit ikki hava gagnnýtt hetta vatnið