Teinurin varð súkklaður tríggjar ferðir aftur og fram hjá teimum vaksnu og tvær ferðir aftur og fram hjá unglingunum, so samlaði teinurin var ávikavist 24 og 16 kilometrar. Hjá monnum vann Gunnar Dahl-Olsen [...] unglingarnir, ið vóru við, fylgdust sera væl, og endaspurturin millum teirra gjørdist sera spennandi. Tóri Nielsen kom á mál við tíðini ein tími og 11,15 minuttir, og bara eitt sekund seinni kom Jóanis Albert [...] Dahl-Olsen við tíðini ein tími, 9,38 minuttir, og smáar tveir minuttir eftir hann kom Torkil Veyhe á mál, ein minutt framman fyri Andras Joensen, ið aftur var hálvanfjórða minutt framman fyri Sigmund Olsson
seinastu árini, og hetta sæst eisini aftur bæði á íðkaratali og liðtilmeldingum, ið økjast ár um ár. Líka frá byrjan hava eldsálir syrgt fyri góðum kørmum og dúgligum venjingum í felagnum, og seinastu tíðina [...] møguligt hjá børnum og ungum at íðka uttan kostnað í felagnum. - Úrslitið hevur verið, at virksemið er økt støðugt, og tað gleðast vit um. Økta virksemið hevur havt fleiri útreiðslur við sær, og vit eru tí sera [...] um nýggja samstarvið við B71, sum ger eitt týðandi arbeiði fyri børn og ung í Sandoynni. Undirtøkan fyri flogbóltinum er sera góð, og vit vóna, at okkara stuðul kann vera við til at tryggja, at felagið
hava ikki mist vónina um lív og framtíð. Nógv góð hugskot vórðu løgd fram, við tilboðum bæði til børn, ung og gomul og ikki minst til ferðavinnuna, ið vindur alt meiri og meiri uppá seg her á land. Poulina [...] fyri tær átta útoyggjarnar greiddu frá umstøðunum og framtíðini á teirra staði. Her vóru umboð fyri Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hest, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. Her fekst týðiligt prógv um, at fólkini [...] hvussu stóran týdning gott og regluligt ferðasamband hevur fyri menningina av eini oyggj. - Tað er altavgerandi við góðum ferðasambandi. Hetta hava vit í Kalsoynni upplivað og sæð. Tí er ynski mítt at
mai mánaði, tá ein lega verður fyri brekað. Og soleiðis verður hildið á restina av árinum við ymiskum legum og øðrum tiltøkum. Íalt verða 22 legur, skeið og stevnur fyriskipað í ár. Tær flestu verða í [...] Vatnsoyrum keypt, og á sumri í 1967 var hús bygt liðugt til endamálið. Zarepta er síðan bygt út, bæði við bygningum og frítíðarmøguleikum. Í 1976 var norðara húsið bygt. Staðið er væl egnað, og hava mong túsund [...] 1965 byrjaði Brynleif Hansen saman og onnur við barnalegum við Áir, har tær vóru hildnar í tvey ár. Um somu tíð var farið at leita eftir øðrum hóskandi staði til legur, og opnaðist møguleikin í Vatnsoyrum
sangi, vitnisburði og talu. Men alt á leguni er ikki líka álvarsamt. Í fríløtunum hava tey ungu møguleika at spæla fótbólt og kurvabólt, og tey plaga eisini at hugna sær á hoppipútuni og á spæliplássinum [...] súkklubátarnir og kanoirnar eru tiknar upp fyri veturin. Fleiri bíbliutímar og andaktir eru á skránni á leguni. Millum annað hevur Dánjal Petersen í morgun tosað um forholdið millum gentu og drong, sum er [...] evni, ið ofta verður tosað um á ungdómslegum. Í annaðkvøld fara ung úr Eysturoynni at skipa fyri ungdómsmøti. Hesum møti standa tey ungu fyri og tað kemur at líkjast teimum ungdómsmøtum, sum leguluttakararnir
nýggj og gomul løg, við kraft og inniligheit á sín heilt egna hátt. Tónleikurin hjá Nikolinu og Eyðbjørn er mentur nógv seinastu árini. Hann hevur fingið eitt slag av easy listening jazz feel, og tað klæðir [...] nútíðina. Hetta eru sangperlur, og føroysk fólkasál í meturmáli, ið vendir sær til ung sum gomul. Eisini fríggjakvøldið bjóðar Glitnir góðan tónleik, tá Arnold Ludvig og Uni R. Debess fara at spæla. Teir [...] við 50 ára hátíðarhaldið hjá bólkinum doypt um til Tvey av Kamarinum. Tey eru Eyðbjørn og Nikolina av Kamarinum, og hava spælt saman við ymiskum tónleikarum í fleiri ár. Leygarkvøldið fara tey á pallin
doyðu fýra fólk, og í Týsklandi søgdu myndugleikarnir í gjár, at har hevði illveðrið kravt í hvussu er sjey mannalív. Í Eysturríki doyðu tvey eldri fólk, í Sveits doyði ein ung kvinna, og í Belgia doyði [...] ikki so meint rakt av illveðrinum. Nógvur vindur var kortini sunnukvøldið og mánanáttina í syðra og eystara parti av Danmark, og vindferðin kom upp í 30 metrar um sekundið. [...] fólk sunnudagin í illveðrinum. Teirra millum vóru ein 22 ára gomul kvinna í Oxford og systrar hennara, sum vóru trettan og níggju ára gamlar. Tær doyðu, tá eitt træ datt oman yvir bilin, sum tær vóru í. Í
yvirskriftini: »Eg havi havt tað gott.« Og soleiðis var hon. Nøgd við alt og øll og hevði bara gott at bera fólki. Ein eginleiki, ið nógv áttu at misunt henni, og fleiri at fingið bornan í kjøtið. Anna [...] . Tað var tann 16. mars 2000, og vantaði henni sostatt tveir mánaðar í at verða 101 ár, nú hon sovnaði burtur. Anna Sofía var ættað av Eiði, men flutti ung til Havnar og gifist Dánjali Jákupi Jacobsen [...] sonurin doyði í 1986, bara 56 ára gmal. Anna Sofia hevur liva stillisliga, og hon legði stillisliga frá sær. Gjørdist sjúk fyri stuttum og sovnaði so stillisliga mikumorgunin. Tá hon fylti 100 ár fyri knøppum
søgurnar. Tekningarnar hava Erik Hansen og Archibald Blach gjørt. Niels í Horni hevur prýtt kápumyndina. Fyrst í bókini eru søgur til børn, síðani koma søgur til ung og vaksin. Men sjey av søgunum eru at rokna [...] Heimamissiónina í mong ár. Eitt nú hevur hann seinastu 16 árini verið leguleiðari á barna- og summarlegunum og sunnudagsskúlalærari í 40 ár. Tað var serliga gjøgnum sunnudagsskúlaarbeiðið, at Andras skjótt [...] til børnini innan tað kristna økið ikki var nøktandi, og tí fór hann sjálvur at skriva smásøgur til børnini, sum hann tók við sær í sunnudagsskúlan, og tær, ið børnunum dámdu, vóru góðtiknar. Hesar eru nú
magasinir og vikubløð, Aller Media. Seinastu árini hevur Tóra verið leiðandi redaktørur á vældámdu bløðunum Isabellas, Mad & Bolig og Spis Bedre. Frammanundan var hon leiðandi redaktørur á Vi Unge, Bazar [...] Bazar og Kig Ind, umframt at hon hevur starvast á vikublaðnum Søndag. Tóra er útbúgvin journalistur frá Danmarks Medie- og Journalisthøjskole. Í Góðan morgun Føroyar í morgun segði Tóra Effersøe Mortensen, [...] størri leiklut í blaðnum og at hon fer at leggja størri dent á tað grøna økið, so vil hon eisini fegin provokera føroyska dunnuhylin. - Eg vil gjarna provokera dunnuhylin eitt sindur, og vónandi kann tað síggjast