komin í, og tað hevur veruliga eydnast løgmanni á fundi í Bruxelles í síðstu viku við ES kommisserurin í granskingarmálum at fáa gongd á málið. Hetta merkir við øðrum orðum, at ES kommiserurin í grans [...] føroyskan atlimaskap í ES granskingarskipanini FP7. Løgmaður hevur alla orsøk til at fegnast um hetta framstig, tí atlimaskapurin í FP7 fer at hava ómetaliga stóran týdning fyri gransking í Føroyum. Men løgmaður [...] altavgerandi fyri framgongd og menning í nútímanssamfelagnum. Føroyar eru í ferð við at flyta seg frá at vera eitt vøruframleiðandi samfelag til eitt vitanarsamfelag. Í hesum samanhangi er gransking ein avgerandi
Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, kemur í dag á almenna vitjan í Føroyum. Forsætisráðharrin kemur í Vágar við rutuflogfarinum hjá Atlantsflog, sum lendir klokkan 10 fyrrapartin. Vitjanin [...] upplýsingum, sum fyriliggja, í Norðoyggjar. Vitjað verður í Klaksvík og á Viðareiði. Nevnt hevur verið, at árligi ríkisfundurin millum teir tríggjar Anfinn, Poul og Jónathan verður hildin í Tindhólmi leygardagin [...] Á veg vestur eftir verður vitjað hjá Vestlaks í Vestmanna. Eisini hevur verið nevnt, at umframt ríkisfundin í Tindhólmi, skal forsætisráðharrin ein túr út í Mykines. Eisini er sagt, at hann skal ein gongutúr
fiskavirkinum í Oyndarfirði, sum Ísbú byrjaði í, og menn, sum vilja fara undir nýtt virksemi í húsinum. Sosialurin veit, at talan er um millum aðrar Martin Hendriksson, sum var stjóri í Ísbú í Føroyum. Saman [...] sum er føroyingur, men nú býr í Svøríki, ein svii og ein norðmaður, sum er tann, sum hevur pengarnar í projektinum. Ætlanin er at fara undir royndarvirksemi fyribils í tríggjar mánaðar. Og byrjast skuldi [...] virkisleiðaran í Ísbú, hóast hann samstundis leggur dent á, at tað er ikki Ísbú, sum fer undir nýggja virksemið. Samráðingarmaðurin hjá teimum fremmandu monnunum, sum nú ætla í gongd í Oyndarfirði, sigur
á staðnum, so spreingingin, ið var í eldinum í gjárkvøldið, stavaði ikki frá henni. Skaði fyri meiri enn eina millión Tá Sosialurin tosaði við løgregluna í Suðuroy í morgun, var enn ógreitt hví eldurin [...] tí næstan onki í bygninginum var tryggjað. Enn ber eisini illa til at siga, hvussu nógv skaðin hevur kostað í krónum og oyrum, men løgreglan í Suðuroy sigur, at lítið er at ivast í, at skaðin samanlagt er [...] fekk løgreglan í Suðuroy fráboðan um, at eldur var í gomlu Statoilstøðini á Trongisvági, sum er beint við síðuna av gamla atløguplássinum hjá Smyrli á Drelnesi. Tá stóðu húsini longu í ljósum loga. Eldurin
haturið, sum kom í kjalarvørrinum á 11. september, er at finna allastaðni. Stríðið í Afganistan og kríggið í Irak, sum eisini vórðu avleiðing av 11. september, standa við. Tað var rætt at fara í hernað móti [...] risastóru bygningarnar í amerikanska stórbýnum og á sjálvt hjartað hjá amerikonsku hermegini, Pentagon, fáa serliga umrøðu um allan heimin júst í dag, nú tað eru gingin fimm ár, síðani henda í heimssøguni mest [...] flogførunum, ið sprongdust í luftina, tá tey raktu teir World Trade Center, hevur brent seg inn í nethinnuna hjá milliardum av menniskjum. Júst henda myndin man vera tann, sum í heimssøguni stendur klárast
framúrskarandi arbeiði, og hetta er sera jaligt í eini tíð, har øll høgga í skúlaverkið. Í triðja lagi er hetta ein merkisdagur fyri føroyska heilsuverkið. Sum gongdin í samfelagnum er um alt Evropa, so tykist [...] er ein tann størsta avbjóðingin í Evropa í dag. Á hesum sum á so mongum øðrum økjum líkjast vit tí framkomna umheiminum. Við bakgrund í hesari samfelagsstøðu er tað tí í tøkum tíma, at landsins myndugleikar [...] føroyska útbúgvingarverkið. Dagurin í dag er tó fyrst og fremst ein merkisdagur fyri tey lesandi, ið sum tey fyrstu í Føroyum gerast bachelorar á økinum. Tær, sum fyrr í dag fingu handað prógvini, eru sum
seg skeivt at í sambandi við eina eykajáttan til keyp av jørð til vegagerð, og kemur síðan við einum íkasti afturat í kjakið um hvør tað í veruleikanum er, sum hevur borið seg skeivt at. Í Sosialinum seinastu [...] fyrr í ár bað fíggjarmálaráðharran um, ikki varð játtað. - Upplýsingar frá landsstýrismanninum í Vinnumálum, sum Sosialurin ber víðari, kunnu geva fólki ta rangvørgu fatan, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum [...] Í tíðindaskrivi, sum Fíggjarmálaráðið sendi fjølmiðlunum í gjár, harmast Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri um, at tíðindaflutningurin um Norðoyatunnilin er farin at snúgva seg um, hvør hevur borið seg
Formaður í 10 ár Edmund Joensen varð valdur til formann í Sambandsflokkinum í 1991, og hevur hann sitið í sessinum síðani tá. Í hesum sessi hevur Edmund Joensen upplivað mangt. Hann gjørdist løgmaður í 1994 [...] val. 51 høvdu atkvøðurætt til formansvalið í ár. Og í farnu viku roknaði Sosialurin seg fram til, at tey bæði formansvalevnini høvdu tryggað sær 20 atkvøður í part og skuldu stíðast um tær ellivu, sum vóru [...] 1994 og sat í hesum sessi til 1998. Løgmansskeiðið byrjaði við svárari búskaparligari kreppu, men tá Edmund fór úr løgmanssessinum vóru aftur uppgangstíðir í Føroyum. Tað var eisini í løgmanstíðini hjá Edmund
stýrið hevur framhaldandi fult álit á stjóranum, skrivar Kringvarpsstýrið í svari til málið, sum bleiv lýst í Vikuskiftissosialinum í síðstu viku. Hósdagin skrivaði Vikuskiftissosialurin um nakrar klagur, [...] Johnny í Grótinum. Vikuskiftissosialurin hevði fingið innlit í eitt skriv frá starvsfólkum á tíðindadeildini á stovninum, har tey kærdu sína ónøgd um, at stjórin eftir teirra tykki legði seg upp í tíðin [...] gegnistrupulleika í skattamálinum, og tí átti at hildið seg burtur frá dekninginum av tí málinum. Síðani hetta stóð í Sosialinum hevur nakað av kjakið verið millum Rúna Heinesen, formann í Kringvarpsstýrinum
aftrat. Á Havnaskrivstovuni í Klaksvík verður upplýst, at Gadus kom á Klaksvík tíðliga sunnunáttina. Sosialurin hevði eisini Anfinn Olsen, reiðara á Vesturvón í telefonini í morgun, men hann var á fundi [...] plagar at roynast væl hjá flakatrolarunum í Barentshavinum, og øll trý skipini vóru á fiskileið í russiskum sjógvi í endanum av desember - ella ein av fyrstu døgunum í hesum árinum. Eingin Noregsavtala Nú stríð [...] eisini á veg heim. Teir verða væntandi inni hósdagin í hesi vikuni. Mortan Johannesen, reiðari, sigur, at Enniberg hendan túrin hevur heili 1000 tons í flaki. Sum skilst á reiðaranum, er hetta ein góður