tryggja 100 prosent við tí hátti, vit í Føroyum gera tunlar uppá. Eins og í Noregi verða okkara tunlar ikki tryggjaðir við heildekkandi betongfóðri, sum gjørt verður í summum londum, sigur Heini Eysturoy [...] Leygardagin datt smágrót undan loftinum í Gásadalstunlinum. Og hóast eingin skaði stóðst av tilburðinum, var hetta var aðru ferð innan fáar dagar, at tilfar loysnaði úr loftinum í hesum tunlinum. Mikukvøldið datt [...] Landsverki. Fólk á stovninum fara nú undir at reinsa og kanna tunnilin fyri leyst grót. Arbeiðið fer í gongd í vikuni, og tí kann roknast við, at ferðslan verður nakað tarnað, meðan arbeiðið fer fram. - At so
at eg ikki longur eri limur í Fólkaflokkinum, og at eg havi tikið meg úr tingbólki floksins, sigur løgtingsmaðurin Poul Michelsen í dag. Poul Michelsen skrivar soleiðis í síni fráboðan seinnapartin: - [...] - Eg havi virkað aktivt í Fólkaflokkinum í umleið 40 ár. Stevnuskrá floksins hevur verið eitt trygt grundarlag undir mínum arbeiði har m.a. setningarnir : a. at flokkurin vil, at Føroyar skal gerast ein [...] at flokkurin er liberalur, sosialur og demokratiskur c. at hann verjir demokratiska stýrislagið í Føroyum og fylgir fólkaræðisligum mannagongdum. d. at hann tryggjar persónligum frælsi harundir trúarfrælsi
Í samstarvi við feløgini fyri teimum lesandi, MFS og Avalak, skipar Norðuratlantsbólkurin aftur í ár fyri lestrarráðstevnu fyri lesandi úr Grønlandi og Føroyum 29. apríl. Ráðstevnan verður hósdagin 29 [...] 29. apríl 2010 í Felagssalinum á Christiansborg frá kl. 13:00 til kl. 17:30. Dyrnar lata upp kl. 12:00. Á studentadegnum kunnu luttakararnir, umframt limirnir í Norðuratlantsbólkinum Høgni Hoydal og Sofia [...] mennist, nú Norðanlond í størri mun styrkja samanrenningina og samstarvið við ES-samveldið, og harafturat um tey meta aðrar møguleikar vera til staðar. Skipað verður fyri veitslu í Grønlendska Húsinum, ið
Tað er ikki bara heima í Føroyum, at fólk hava lagt merkis til havnamannin í Manchester City. Undir heitinum “Gunnar staying focused” hevur Manchester City heimasíðan eina samrøðu við 193 cm høga mámannin [...] hjá Premier League liðnum. - Tað skal ikki nógv til, áðrenn Shay Given fær ein skaða í einum dysti. So standi eg mitt í øllum, og tí er týdningarmikið, at eg eri til reiðar. At vera á bonkinum til Premier [...] hevur seinastu tíðina yvirtikið plássið hjá Stuart Taylor sum annar málmaður í Manchester City, eftir at Taylor fekk ein skaða. Í málinum stendur framvegis írski landsliðsmálmaðurin, Shay Given. - Tú mást
Ein heimskendur norðmaður kemur í oktober á vitjan í Føroyum. Talan er um fyrrverandi norska politikaran, diplomatin og journalistin, Arne Treholt, sum í 1984 varð tikin og seinni dømdur 20 ára fongsulsrevsing [...] fongulsrevsing? Hvussu var tíðin í fongslinum? Hvussu hevur hann fótað í tíðini aftaná, og angrar hann nakað, sum hann hevur gjørt? Hesar og nógvar aðrar spurningar fara tey, sum koma í Norðurlandahúsið sunnudagin [...] fongsulsrevsing fyri at hava njósnast fyri Sovjet og Irak Tey, sum minnast aftur í áttatiárini, kennast uttan iva við navnið, Arne Treholt, sum loypti hvøkk á meginpartin av Vesturheiminum, og ikki minst norðmenn
bókum og øðrum útgávum. Í bókasavnslógini er ásett, at av øllum verkum, útgivnum í Føroyum, skulu avhendast 4 ókeypis eintøk til Landsbókasavnið. Hetta er galdandi uttan mun til í ella á hvørjum miðli verkið [...] broytingar í útgávuvirkseminum, sum hava við sær stórar avbjóðingar í arbeiðnum at savna inn skylduavhendingina. Tað sigur Landsbókasavnið, sum vónar, at so nógv fólk sum til ber av teimum, sum starvsast í út [...] verkið fyriliggur. Í førum, tá ið tað snýr seg um eitt nú talgilt tilfar, kann Landsbókasavnið gera frávik í ásetingunum um talið av útgávum, ið skulu avhendast. ?Hetta merkir, at avhendingarskyldan fevnir
var prestur í Føroyum í fleiri ár, hevur útgivið eina bók á donskum máli. Bókin hevur heitið »Vålse, Falster og Evigheden«. Bókin snýr seg um lokaløkið, har Peter O. K. Olofson nú býr. – Í 2014 sótu eg [...] eg og konan í Tansania og hugdu eftir húsum á Lolland-Falster. Vit funnu Vålse. Í 2016 flutti vit higar at búgva fast. Fyri at kunna festa røtur og fyri at kenna seg heima, skal søgan helst inn undir húðina [...] sum skal hoyrast, um vit skulu festa røtur bæði tí jørðiska og himmalska, skrivar Peter O. K. Olofson í fororðunum. Bókin er grundað á kanningararbeiði og fyrilestrar, sum Olofson hevur havt. Nú eru fyri
tunlar og brýr fyri, er alt ov lág. Gamli Hvalbiartunnilin varð tikin í brúk í 1963 og tað merkir, at hetta er tann fyrsti tunnilin í Føroyum. Sostatt hevur hann søguligt virði og ein møguleiki er at varðveita [...] minni um farnar dagar. Ein triði møguleiki er at brúka hann í ferðavinnuni og at gera hann til ferðavinnumál og kanska knýta hann upp í kolaminurnar í Hvalba. – Vit eru opin fyri øllum møguleikum, og vit fara [...] hava hann til tygdartunnil at hava til at taks í eini neyðstøðu, har tað verður neyðugt at lata tann nýggja tunnilin aftur, og tá ið ábøtur verða gjørdir í nýggja tunlinum. Sigurd Lamhauge hevur áður sagt
roysningurin lá og rembdi sær undir einum neysti við Garðabrúgv í Vági leygardagin 8. Juni, datt sendarin av. Allarhelst hevur sendarin heft í okkurt. Tað sigur Føroya Náttúrugripasavn. Tíbetur fann ein maður [...] Sendarin er nakað viðtikin, eftir at hava sitið á roysninginum í 80 dagar, men riggar annars sum hann skal. Roysningurin kom upp á land í Dali sunnudagin 9. Juni. Roynt var tá at merkja roysningin umaftur [...] mølini í Dali. Men tá roysningurin so fór á sjógv aftur, og legði leiðina út av víkini, nakað eftir døgurða mánadagin, var sendarin afturfunnin ímillum grótið. Dagarnar áðrenn roysningurin kom á land í Vági
meira burtur úr teimum tonsum av svartkjafti, sum fella í okkara lut at fiska. Jón sigur, at Norðborg er farin í eitt áhugavert samstarv við Høvdavirkið í Leirvík um svartkjaft. - Vit hava gjørt royndir við [...] føroyska svartkjaftakvotan er vorðin so lítil og tað, sum eftir er at býta millum pelagisku skipini í Føroyum, er uppaftur minni, kundi mangt bent á, at útlitini hjá hesum flota ikki eru nakað serlig. Men teir [...] verður turkaður í Leirvík og seldur til Nigeriu. Hann sigur, at Høvdavirkið kann bjóða Norðborg 5 krónur fyri kilo av flaki, og tað heldur Jón ljóðar áhugavert. - Ein slík verkætlan er spennandi í sjálvum sær