innihaldinum eigur ein at varða seg fyri. Nógvur dentur varð lagdur á at greiða frá, at neyðugt er at prioritera rætt. Jú sjálvsagt skulu vit tað, men eg vóni, at politikarar duga at síggja, at tá ið ein føroyskur [...] helst, so mundi endamálið hjá Vinnumálastýrinum kortini vera at skapa kjak um umhvørvispolitikk. Lat tað vera sagt, at eg vóni at Vinnumálastýrið ætlar at taka tær umhvørvisábyrgdir á seg, sum tað eigur, og [...] fegnist stórliga um, at Vinnumálaráðið nú hevur sett sær sum mál at orða ein føroyskan orku- og umhvørvispolitikk, og eg vóni, at tað fer at gangast væl. Fyritreytirnar eru fyri tí. Vit hava at kalla ongan orku-
endurgivin fyri at siga, at ein loysn má finnast, so stovnar og grunnar uttan fyri fíggjarlógina koma at fylgja nýggju játtanarlógini. Her sær út sum, at man hevur samtykt lógina fyrst, uttan at hava fulla [...] gott at hoyra, at hann framvegis ikki vil koyra ALS á fíggjarlógina, hóast krakkaveldið roynir at trýsta við heimagjørdum yvirtulkingum av stýrisskipanarlógini. Eg vil minna Jóannes Eidesgaard á, at ALS [...] skal oman í Tingið, uttan so at úrslit og endamál við lógini er púra greitt? Fíggjarmálaráðið eigur ikki at fortelja borgarnum, hvussu væl alt riggar í almennu Føroyum – tað er borgarin, sum eigur at fortelja
arbeitt við at gera eina oljuhavn á Tvøroyri. Býráðið hevur ongantíð dult, at ætlanin er at taka samferðsluhavnina á Drelnesi til endamálið. Men tað fer so at bera í sær, at tað verður neyðugt at finna eina [...] ár, láta teir at. At okkurt skip er farið at selja íslendskan lunda, halda teir ongan vanda vera. Tann føroyski er bíligari og man fara at verða seldur kortini. Hinvegin hildu teir ikki, at havhesturin tolir [...] viðganga, at eg bleiv eitt sindur illa við. Dan Nielsen, býráðsformaður á Tvøroyri sigur, at tað kom eitt sindur óvart á seg, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú nevnir møguleikan at reisa
valdømi vera tað bara tey, sum hava ráð til at marknaðarføra seg sjálvar, sum fara at stýra landinum, og tey fara sjálvandi at sita á tingi at sæta sær sjálvum, og tí fara tey aldrin at góðtaka, at valskipanin [...] Tvørturímóti er neyðugt at vera antin ríkur, ella korruptur fyri at hava nakran møguleika at verða valdir.” Soleiðis varð Beinta í Jákupsstovu, stjórnmálafrøðingur endurgivin fyri at siga á Trapputingi í [...] løgtingsvalum, og at tað síðani ber til at eftirmeta hana. Gamaní er tað ikki at koma aftur á beint at fara aftur til ´78-skipanina við sjey valdømum. Tann avgerðin gevur ikki nakra meining, uttan at kommisjón
ræðulig, men eisini máttloysi um, at hann ikki fekk verið tað fyri familjuna, sum ein maður eigur at vera. Hetta nívdi hann so nógv, at hann meiri enn eina ferð royndi at taka lívið av sær. Nógv ár skuldu [...] fyri, at tey her heima, ið líða av hesum sama, skulu fáa sama møguleika, sum hann. Leivur sigur, at hesi árini hava verið ring at komið í gjøgnum. Skjótt er at gerast beiskur, og nógv kundi verið at funnist [...] skuldu ganga, áðrenn Leivur fekk at vita, hvat bagdi. Tað var í 1992, tá hann fór til fysioterapeutin, Leilu á Lofti, at hann fekk at vita, at hann hevið koyrilsbrest. Vit venda aftur til vanlukkudagin.. Buldrut
Verland Johansen. Hvørki eg ella Janus meta okkum vera tónlistarligar úrmælingar, men eg haldi heldur ikki, at ein noyðist at verða mega dugnaligur fyri at vera kreativur og skapa góðan tónleik. Tað sum vit [...] grettu ongantíð orð um at gevast, men vit fingu heilt einfalt ongar fyrispurningar longur. So man kann siga, at vit bara bíða eftir, at onkur fer at ringja og biðja okkum koma at spæla , sigur Tór Verland [...] sóknaðist eftir einum at syngja aðrurødd. Teir báðir prátaðu aftur og fram, um hvør mundi verða ein hóskandi loysn, og at enda skeyt Janus upp, at Tór Verland kundi syngja. Tór Verland segði, at hann ikki tímdi
munagott hendir, kann væl henda at fólkatalið í bygdini fer at minka. Sum nú er, verður trupult at fáa fremmand fólk at búseta seg her! Fangaði í einum omanlopi Eitt er tað, at vegurin er smalur og ótíðarhóskandi [...] vitandi um hetta. Á heimasíðu teirra stendur nevniliga at lesa, at verandi vegur er smalur, ótíðarhóskandi og at grót kemur ofta á vegin. Sagt verður, at ymiskar loysnir hava verið viðgjørdar, millum annað [...] ótíðarhóskandi. Eitt annað er so tað, at tað kemur meiri enn so fyri, at grót rapar oman á vegin. Hetta er nærum dagligur kostur, og mong fólk á Viðareiði vita at siga frá hendingum, har tey hava upplivað hetta
sum Sólvá sigur tað, so var tað ikki tí, at hann var so vakur á at líta, men heldur tí at hann var ein so framúr góður fótbóltsspælari. Í Havn verður mangan sagt, at fólk í eysturbýnum eru B36-viðhaldsfólk [...] var upplagt, at tað var B36, sum fekk gleðina av frálíku fótbóltsevnunum hjá Sólvá. Tað gjørdist skjótt greitt, at Sólvá hevði framúr góð evnir til at spæla fótbólt, og hugurin hjá henni til at spæla fótbólt [...] Hetta ger, at fleiri av teimum eldru leikarunum ikki longur tíma at spæla fótbólt, og heldur velja at fáa sær familju. Onkur er eisini einans givin við fótbóltinum, men heldur tó fram við at spæla hondbólt
Hevði hartil dirvi og evni til at taka ímóti bóltinum og yvirhøvur at royna at fáa føroyska spælið at rigga. 11. Andrew av Fløtum, HB Vísti seg frá fyrsta bríksli at vera minst líka væl tendraður, sum tá [...] og Fróða, soleiðis at miðvøllurin fekk betri tak á, og tó at hetta skerdi møguleikarnar at arbeiða frameftir, so megnaði hann framhaldandi at halda breiddina í spælinum, soleiðis at uppgávan hjá týskarum [...] havt. Megnaði ferð eftir ferð at bróta týska spælið við at møta bóltinum, og eins og Óli var hann onkra ferðina somikið frígjørdur, at hann slapp sær við fram í álop, tó at ein skeiv sending tað einu ferðina
nevnliga, at hann mest sum lýsti av lívsgleði. Abbi hevði verið ússaligur nakrar dagar, áðrenn hann andaðist. Men dagin fyri hann fór, lat hann okkum vita, hvussu nógv hann vónaði, at hann fór at gerast frískur [...] svar frá honum, tá ið eg bað um at sleppa uppí. Tá ið eg minnist aftur á sumrini í Føroyum sum barn, koma minnini altíð fram í einum grønligum ljósi. Hetta man vera tí, at ein so stórur partur av teimum [...] arbeiðið hjá abba, men ongantíð lat hann okkum børn tað vita. Umframt, at traktorurin hjá abba gjørdi, at mær ongantíð vantaði børn at spæla við sumrini í Føroyum, so hjálptu mjólkineytini hjá abba eisini