Hann sipar til alla umrøðuna, flokkurin hevur fingið í tunnilsmálinum og eisini í málinum um byggimálið hjá Varðanum á Tvøroyri. - Tað er ein umrøða, sum hevur verið ”ótrúliga negativ”, sum hann málber [...] síni viðgerð av tunnilsmálinum og byggimálinum. Hann heldur, at andstøðan hevur spælt upp á allar streingir ímóti honum og tað hevur enntá eydnast andstøðuni at lokka øll fakfeløgini at spæla við í orkestrinum [...] fyr einum skrædli! Tað er við bivandi hjarta, at Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, hevur bíðað eftir hesi nýggju veljarakanningini, sum nú er gjørd. Men tess fegnari er hann um úrslitið.
Ósemja hevur tikið seg upp millum byggisamtakið millum J & K Petersen og M. T. Højgaard øðrumegin og SEV hinumegin í sambandi við bornigarnar til Eiðisverkið. Borað hevur verið gjøgnum syllagrót, sum er [...] og boringin hevur verið væl meira avbjo?ðandi, enn arbeiðstak¬ arin upprunaliga hevði mett. Samra?ðingar millum arbeiðstakara og – a?nara hesum viðvi?kjandi hava ikki givið u?rslit. Nu? hevur arbeiðstakarin [...] framman undan vóru greiðir yvir, at grótið í støðum var harðari enn vanligt, og tí heldur hann, at SEV hevur eina góða søk. - Tað eydnaðist okkum ikki at gerast samdir, og tí er málið endað í gerðarrættinum
tey líka sum hava býtt uppgávurnar soleiðis millum sín, at Rannvá í fyrsta lagi hevur sitið við Faroexpo, meðan Hergeir hevur tikið sær av mentanarvikuni. - Tað ræður um at vera fleksibul, tá slík stór tiltøk [...] fyrr í heyst varð hildin í Fuglafirði. Hann byrjaði hjá VRG hin 1. september í ár, og tá eftirmeting hevur verið av stóru mentanarvikuni í Runavík, er Hergeir aftur leysur úr starvinum. Rannvá og Hergeir siga [...] tá tíðin nærkast, sigur Rannvá Troest, sum letur væl at samstarvinum við Hergeir, sum ikki áður hevur verið knýttur at mentanarvikuni í Runavík. Hergeir Eldevig vísir á, at mentanarvikan serliga satsar
egnum virki, Orðafragd, har hon veitir málsliga ráðgeving, týðir, rættlesur og hevur skeiðvirksemi. Hon hevur stóran áhuga fyri málrøkt, sum er tann partur av málfrøðini, har ið miðað verður ímóti [...] tá hugskotið spratt, hví hon ikki bara skrivaði nøkur málráð við jøvnum millumrúmum. Sosialurin hevur fyrr havt málteig. Fyrstu árini var tað Svenning Tausen, sáli, sum skrivaði, og tey komu eisini [...] uppgávuna, sum hon greiddi sera væl. Tað bleiv í fyrsta umfari til 35 málráð. Marjun Arge Simonsen hevur cand.phil.-prógv í norðurlendskum, serstakliga føroyskum, máli og bókmentum. Hon starvast
sáttmála, eftir at B36 hevur góðtikið eitt boð, sum skilst at liggja um 150.000 krónur. Tað er næstan tvífalt so nógv, sum AaB gav fyri føroyska landsliðsspælaran Hall Hansson. Tað hevur leingi verið samband [...] nda, tí hann er ein týðandi spælari í stríðnum um at sleppa út í Evropa at spæla. Sum skilst, so hevur B36 í einum mótálopið upp á eitt lágt boð frá AaB, kravt upp í 300.000 krónur fyri skjóta vongin. [...] Ímundarsson, fyrrverandi formaður í B36, vil ikki gera viðmerkingar til prísin, men váttar at B36 hevur sett nakrar treytir í avtaluna. - Nú skal Gilli fyrst blíva samdur við AaB, men tað er rætt, at vit
Barsilsskipanin skal verða betri enn hon er nú. Tað hevur Johan Dahl, landsstýrismaður, nú greitt Løgtinginum frá. Hann hevur leingi boðað frá, at hann ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið nú í heyst [...] noyðast at hækka inngjaldið í barsilsskipanina. Serliga umstrítt hevur tað verið at áseta eina pápakvotu, men Johan Dahl ásannar, at hann hevur ikki tryggjað sær undirtøku í samgonguni fyri tí. Men hann heldur [...] Samstundis skulu foreldur nú eisini fáa eftirløn av gjaldinum út barsilsskipanini. Seinastu árini hevur Barsilsskipanin í miðal havt níggju milliónir í avlopi um árið, og Johan Dahl væntar, at ábøturnar
Særlig Økonomisk og International Kriminalitet við Ekstar Bladet. Í tilfarinum, sum Ekstar Bladet hevur fingið fatur á, lýsir Súni á Dalbø, hvussu hann longu í 2009 gjørdi vart við, at okkurt var heilt [...] Bitland. Umframt at Suni á Dalbø ilskaskt inn á, hvussu ein grunnur við ábyrgd fyri almennum pengum hevur virkað sum tað, hann kallar »systkinabarna-fest«, heldur hann, at talan er um eitt prinsippielt mál [...] – Síðani 2009 havi eg fleiri ferðir roynt at fingið Johan Dahl at grundgivið fyri, hví hann ikki hevur sett eina kanning í gongd um korruptión. Í tí sambandi havi eg fingið fleiri skriv, har hann avvísir
hetta er ein gongd, sum hevur tikið dik á seg síðstu 20 árini. Summir næmingar eru heilt ungir, tá ið teir fremja harðskapin, sigur formaðurin í Lærarafelagnum við Skúlablaðið. Tí hevur Lærarafelagið nú gjørt [...] tørvi, sum kanska hevur ein serligan atburð, verður løgreglan ikki blandað uppí. Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at leiðreglurnar umfata eisini næmingin, sum fremur harðskapin. Tað hevur stóran týdning [...] týdning at gera greitt hvørjar avleiðingar harðskapurin, ella hóttanin, skal hava fyri tann, sum hevur útint hann. - Foreldrini hjá viðkomandi skulu altíð kunnast sum skjótast og síðan kallast inn til samrøðu
royndur prædukumaður innan fyri heimamissiónina, og hann hevur verið útsendur sum trúboðari í Kambodja. Talugávunum bilar einki, so hann hevur hóskað væl til sølustrategiina hjá Kaupthing banka í Føroyum [...] settur í starv hjá Kaupthing banka sum ein av fýra seljarum. Hóast Reimund Langgaard onga útbúgving hevur innan fyri sølu- og bankavirksemi, so helt hann seg kortini til. Hann er útbúgving fólkaskúlalærari [...] Føroyum, og kanska hann eisini við sínum missións-kontaktum hevur rokkið fólkum, sum smarta leiðslan í Kaupthing banka ikki røkk. – Tað sum eg ikki visti var, at talan var um firmalánsbrøv. Eg helt, at talan
størsta vandamálið í fiskivinnuni, hevur verið keyp og søla av fiskiloyvum, sigur Kári P. Højgaard. - Hetta hevur ført til eina yvirkapitalisering í vinnuni, sum hevur tyngt raksturin hjá teimum skipum [...] ógjørligt at eftirkanna og staðfesta veruliga eigaraskapin. - Skulu vit framhaldandi gera sum gjørt hevur verið higartil, venda tað blinda eyga til, ella gera vit tað einasta rætta, staðfesta at lóg er lóg [...] tekur Sjálvstýrisflokkurin undir við, at ein minni partur kann seljast á uppboðssølu. Somuleiðis hevur Sjálvstýrisflokkurin eisini eina greiða meining um tilfeingisgjald. - Tilfeingisgjald kann ongantíð