at høvuðsborgin vildi ganga undan, í royndini at verja óspilt økir í haganum. Andsøgnin er tó, at nú er tað er júst sama kommunan, sum saman við Sersambandinum fyri Súkkling og Triatlon, arbeiðir miðvíst [...] . Yvirfriðingarnevndin og FNÚ mæla til, at heldur kannað um møguleiki er at byggja breytina við Bøllureyn. Vísandi til, at har er náttúran longu munandi merkt av inntrivum. Men borgarstjórin og sersambandið [...] “Økið við Lítlafjall, Vesturvarða og Fjallið, har rossagøtan liggur, er áleið hálvan ferkilometur. Økið, sum liggur í 200-220 metra hædd, er enn órørd náttúra, um vit síggja burtur frá ávirkanini av seyðahaldi
Í dag byrjaði árliga súkklukappingin, etapu kappingin Leif Mohr Kring Føroyar. Hetta er 29. árið at skipað verður fyri hesari kapping. Kappingin heldur fram til sunnudagin komandi, tá "finalan" verður [...] kilometrar. Undan kappingini var Pauli Poulsen favorittur. Tað bleiv til ein tryggan sigur, og vann hann við smáum tveimum minuttum á nummar tvey, sum í dag gjørdist Bergtór Thorsteinsson. Tættari var millum
á skránni. Undan fundinum hevur Jens-Frederik Nielsen lagt dent á, at tíðin krevur tætt samstarv. Hann samanber støðuna við tríggjar persónar í sama báti, sum mugu rógva saman og halda somu kós. Trygdin [...] hesum økjum. ES og Grønland styrkja sambandið Á skránni fyri vitjanina hjá Ursulu von der Leyen í dag er eisini at seta í verk eina verkætlan um betri fylgisveinasamband í Grønlandi. Harumframt skulu ES-
– tað vil siga longri tíð frá neyðkallinum, til heilsufakliga hjálpin er á staðnum. Trot á útbúnum fólki Størsti trupulleikin er trot á útbúnum sjúkraflutningsviðgerum. Hetta ger skipanina serliga viðkvæma [...] fevnir bæði um praktikk og umleið hálvtannað ára skúlagongd í Danmark. Ein onnur avbjóðing er verandi sáttmáli. Hann byggir sambært Sjúkrahúsverkinum á eitt gamalt prinsipp um, at starvsfólkini, sum hava vakt [...] dekka økið, har teir eru staðsettir, men kunnu sendast aðrastaðni eftir tørvi. Tá eingin sjúkrabilur er tøkur í Vágum, verður økið tí dekkað av sjúkrabilum aðrastaðni frá. Men Sjúkrahúsverkið staðfestir
smittutrýsti, áðrenn hann er førur fyri at tola tað. Trupulleikarnir skalerast: meiri aling gevur meiri lús, fleiri sjúkur í umferð og meiri dálking. Tað verður ofta ført fram, at alivinnan nú er býtt upp í øki [...] um laksalúsina ( Lepeophtheirus salmonis ). Tað er eisini skiljandi. Laksalúsin er ein specialistur, ið í høvuðsheitum livir á laksi og síli, og hon er ein av teimum best kannaðu parasittunum í havinum [...] tað, eg minnist, hava vit verið ónøgd við støðuna í fiskivinnuni í Føroyum. Landgrunnurin er svikaligur. Hann ænir við, men tykist ongantíð at reisa seg til at vera ein ríkur og endurnýggjuligur kovi í
millum KÍ og NSÍ. Tað er eyðsýnt, at tað eru teir gulu og svørtu, sum fegnast um javnleikin, og at tað eru heimamenninir, sum hanga við nevinum. Úrslitið ber við sær, at NSÍ framvegis er trý stig frammanfyri [...] frammanfyri KÍ, og so er tað dystargongdin, sum er orsøk til, at teir í NSÍ hava orsøk til fegnast. KÍ hevði betri tak á spælinum, og KÍ spældi seg til møguleikarnar, men tað var framvegis málleyst, tá ið teir [...] Dómarin legði seks minuttir aftrat, og tá ið Jóannes K. Danielsen lá einar tveir minuttir á vøllinum, tí hann bløddi, valdi dómarin at leggja nakrar minuttir aftrat, og tá var tað, at NSÍ miðverjin í 98. minutti
á land har. ##med2## Á keiini er matsøla, listaframsýning, útimøti, og tónleikaframførslur av ymsum slagi. Har er eisini tjaldið við tónleiki, dansi og ølsølu. Tá farið er at skýma verður felagssangur, [...] Royndarhúsinum er kabarett, og út á kvøldið verður dansur. Føroyskur dansur verður í Avhaldshúsinum. Hetta er bara ein partur av øllum tí tú kanst uppliva um vikuskiftið í Nólsoy, og sum skilst er heilt víst [...] leygarmorgun til kl. 05.30 sunnumorgun. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á ssl.fo. Keiin er miðdepilin á stevnuni. Tað er á keiini, stevnan verður sett, og í ár verður tað fyrrverandi borgarstjórin og tíði
fyrrverandi og núverandi flogskiparar hava stevnt írska lágprísflogfelagnum Ryanair í einum máli, sum er lagt fyri handilsrættin í London. Tað skrivar danski miðilin MobilityWatch við The Daily Mail sum keldu [...] Jason Lutz var at rokna sum starvsfólk hjá flogfelagnum og ikki sum sjálvstøðugur vinnurekandi, tá hann fleyg fyri Ryanair undir líknandi treytum. Líknandi mál hava verið fyri rættinum aðrastaðni í Evropa
minka undir vanligum umstøðum, tá stovnurin er burðardyggur. Endurbyggingarætlanin verður hinvegin brúkt í óvanligum støðum, tá stovnurin ikki er burðardyggur. Tá er tað neyðugt við serligum átøkum, fyri at [...] norðhavssild í 2024 ein lækking á 24%, sum er nakað meiri enn ásett er í vanligu veiðiregluni. Orsøkin var, at gýtingarstovnurin var farin niðurum markið fyri nær stovnurin er burðardyggur, tí máttu serlig átøk [...] avmarking í at fleyga lunda er ikki gjørd fyri at gera seg inn á veiðimenn ella á húskini í nærumhvørvinum, men fyri at seta í verk serlig átøk at verja lundastovnin, tá hann hevur tað trupult, soleiðis
landið kann varðveita sjálvstøðu sína, skrivar hann á X. Franski politikarin Marine Le Pen skrivar, at fólkaatkvøðan vísir møguleikan fyri einum Evropa, sum er sett saman av frælsum og sjálvstøðugum tjóðum [...] meira ivasom um ES, tók við. Í 2015 bað Ísland um ikki longur at verða mett sum umsøkjaraland. Umsóknin er kortini ongantíð formliga tikin aftur við góðkenning frá íslendska Altinginum. Kristrún Frostadóttir