Summir av rapparunum kunnu hava rættiliga ófantaligan málburð, og tað liggur stundum ein aggressivur tóni í rappinum og framburðinum. Tað er líkasum partur av konseptinum. Nakað av tí hoyrist eisini í hiphopinum [...] orðum. Eg havi ikki fyri neyðini at brúka harðskap til nakað, eg kann brúka orð. Tað fylgir eisini ein ábyrgd við, tí tað er nógv megi í orðum. Vit vita jú, at skalt tú taka valdið frá fólki, brennir tú bøkurnar [...] skapa, og eg vildi gjørt tónleik gratis, um tað skuldi verið. Eg sleppi at úttrykkja meg, og eg havi longu fingið nógvar stórar upplivingar við tónleikinum. Tað er ein stóra gáva at sleppa at gera hetta, sigur
- Tað er onki høpi í at fara av landinum við arbeiðinum, Tað sigur Selmar Nielsen, formaður í Ráðgevarum, Og tað, hann sipar til, er ætlanin hjá felagnum, sum skal gera Eysturoyartunnilin, og Sandoyartunnilin [...] Selmar Nielsen sigur, at tað er ósatt, tá ið Tunlafelagið, og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum siga, at føroyskir ráðgevarar ikki eru nóg sterkir til einaso stóra verkætlan, er ósatt. - Føroyskir ráðgevarar [...] meira enn 1-2 prosent av samlaða byggikostnaðinum. Tað er sera margháttligt og átaluvert, sigur formaðurin í Ráðgevarafelagnum. Felagið heldur, at hetta er ein grov undirmeting føroyskum fakkunnleika, og
gera alt tað, sum ikki er til skaða fyri onnur menniskju. Útgangsstøðið eigur vera, at øll menniskju eru fødd við einum grundleggjandi frælsi, sum tað bert er neyðugt at avmarka, tá ella um tað kemur í [...] ga vælvirkandi samfeløgum. Tað er eisini ofta frá samfelagsins minnilutum, at tað nýskapandi og slóðbrótandi kemur, hóast tað kann taka langa tíð at fáa tað nýggja at vinna undirtøku í einum samfelag – [...] stovnum og virðum. Tað sum ikki drepur okkum, tað ger okkum sterkari, segði Friedrich Nietzsche. Her tosi eg sjálvandi í myndatalu. Markið fyri tollyndinum er har, sum tað verður til tað øvugta av sær sjálvum
byggja heimsins ríkasta vælferðarsamfelag, sum er grundað á eitt livandi náttúruríkidømi. Eitt endamál er at staðfesta tað endaliga, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, sum ikki skal gevast burtur til [...] og alt tað virksemið, tað kastar av sær, skal í mest møguligan mun verða verðandi í Føroyum og hjá føroyska samfelagnum. Í høvuðsheitum er endamálið, at røkja stovnarnir best møguligt, har tað mest umstrídda [...] umstrídda er at leggja um til eina kvotuskipan. – Vit vita at tað er ein avbjóðing, men skulu vit fylgja lívfrøðiligu tilmælunum, skulu munandi broytingar gerast um vit so varðveita fiskidagaskipanina, ella
hendavegin. Vanligt er á kórstevnum við gestum, ið stjórna kórinum. Og tað eydnaðist, um enn tað gekk long tíð, tí gesturin hesaferð er nógv umbiðin maður. Gestakórleiðarin hesaferð er ikki ein og hvør. [...] Í veruleikanum er tað innan tónleikaarbeiði hjá okkum soleiðis, at vit gera nakrar ofta sagdar kllichéir. til veruleika. at fáa fólk at hittast, ungdómin, at niðurbróta mørk, tað er tað einasta, sum hjálpir [...] uppi og niðri. Tað er stormur og sól, tó tit her hava mildari vetrar, enn vit hava, sigur Ragnar, sum eisini hevur føroysk vinfólk í Noreg. Á konsertunum í Føroyum er tað Theodorakis, ið er á skránni. ein
Hansen, prestur, hevur ikki møguleika at halda jól eins og vit onnur, tí tað er ein arbeiðsdagur hjá henni. Tað besta við jólunum er at jólahugnin, heldur prestur. Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðu, sum
P-talið kom, og hvørjaferð heimildin at nýta tað er víðkað, hevur ein ávís mótstøða verið ímóti tí. Tað sjónarmiðið er til at skilja, men tað sum eg als ikki skilji er, at hetta sama P-talið nú verður brúkt [...] P-tal var til. Tað sama við passinum Tað sama síggja vit, tá talan er um pass. Summi hava reytt ES-pass og onnur (serliga tjóðveldisfólk) hava grønt danskt pass. Ein skuldi trúð at tað var øvugt – at tey [...] CPR-nummar ger okkum ikki til danskarar. Tað er eitt praktiskt amboð, sum millum annað skal gera tað lættari hjá føroyskum sjúklingum, ið verða innlagdir á donsk sjúkrahús. Tað ger okkum ikki til danskarar – líka
Tað er ikki longur brúk fyri einum stórum barnaheimi. Tað sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum. Í nøkur ár hevur verið tosað um at byggja eitt nýtt barnaheim, tí umstøðurnar á Barnaheiminum [...] hevur upplýst, at tørvurin á at byggja eitt nýtt, stórt, barnaheim, er ikki tann sami nú, sum hann hevur verið. Orsøkin til tað er, at ey børnini, sum tá høvdu tørv á at fara á barnaheim, nú eru flutt [...] børnunum verður í hásæti. Sólvit E. Nolsø sigir, at enn hevur hann ikki havt umstøður at meta um, antin tað er nøkur orsøk til at sleppa ætlanini hjá undanfarni landsstýriskvinnu um at byggja smærru barnastovnar
- So er bara tað síðsta eftir, og tað er at syngja sum ongantíð áður. Eg eri sera fegin um, at eg skal syngja hendan sangin saman við eini dugnaligari songkvinnu í kvøld, sigur Jógvan Hansen. Tað ber til [...] havi eina góða kenslu nú áðrenn kappingina. Eg eri blivin stressaður, og tað er altíð eitt gott tekin fyri meg, tí nú er tað álvari, sigur Jógvan Hansen. Hann syngur sangin Til Tín saman við íslendsku so [...] Í kvøld skal Jógvan Hansen luttaka í íslendska Grand Prixnum. Hetta er seinna innleiðandi kappingin, og tríggir sangir skulu í kvøld sendast víðari til finaluna, sum verður næsta leygarkvøld. - Eg havi
allar srøðirnar aftur og settu byrgingar upp. Orsøkin er úti í Atlantshavinum, haðani Sandy nærkast landi við vindi og regni. Tað er tað nógva avfallið saman við stórari flóð, sum ger, at myndugleikarnir hava [...] Tað er óvanliga friðarligt í undirgrundarbreytini í New York í dag. Klokkan seks í gjárkvøldið okkara tíð fór tað seinasta tokið frá støðini Grand Central. So komu menn hjá tilbúgvingini og lótu allar