einki annað fyri enn at taka hvítan dúk. Lisberg skeyt upp, at krossurin skuldi vera bláur uttast og reyður innan, tað stóð betur saman við tí hvíta, enn at vit lótu hin reyða litin vera uttast, soleiðs sum [...] ngini, vit vóru skjótt samsintir í tí, at vit áttu at nýta teir norrønu liturnar: reytt, blátt og hvítt. Hin stóri spurningurin var, hvussu dúkurin átti at vera litaður. Noreg hevði reyðan og Ísland bláan [...] Versailles í 1919. Grundtankin var, at allar tjóðir skuldu hava frælsi at avgera síni egnu viðurskifti. Nú um dagarnar ringdi Brandur Øssursson til okkum á Sosialinum at spyrja, um vit vildu prenta hesar
pabba at geva víðari til okkum, teirra børnum, ommu- og abbabørnum. Nú sól stendur lágt, vóna vit fyri tykkum, at roðin av vesturskininum vil gylla tað av lívsleiðini, sum tykkum er máld at vera eftir [...] umborð á skipunum, tað var altíð nokk at gera. Tey fyrstu áruni eftir seinra heimsbardaga bleiv minni at gera, men tá fór pabba saman við øðrum timbirmonnum til Íslands at smíða nøkur ár. Heimkomin úr Íslandi [...] føroyameistarar í fótbólti. Sum vera man vóru tey nakað sein íland av Smyrli, og komu tey tí beint ímóti teirri øgiligi og ovurfegnu mannamúgvu, sum skuldi umborð suður til Vágs at feira sigurin. Nú var vandi
fyri norðan. Sólin er við at tørnað út, og tað sær út til at fara at verða ein frálíka góður dagur. Fleyrið er við at detta burtur, men man fara at koma aftur. So er eitt far at síggja nakað uttalaga. Skjótt [...] fara at ganga kortini. Tað vísti seg skjótt, at fleyrið var so passaligt til, at havhestaungarnir royndu at sleppa á flog, men ov lítið til at hjálpa teimum nakað. Og teir vóru so mikið tungir, at tað gekk [...] eitthvørt kríatúr. Upptýsnað eftir at hava ligið eina tíð í sjónum. Ov lítið til at vera hvalur og ov stórt at vera kópur. Og tað vísir seg, tá vit koma til hetta, at tað er eitt omandottið neyt. Helst ein
annars, at kommunuval skal fara fram annan týsdag í november. Orsøkin til at løgmaður bað um at fáa hetta skoytt upp í lógina var, at lógin kom so mikið seint fyri tingið, at ikki fór at bera til at fáa hana [...] orskað av, at hon ikki hevur orku til at fyrireika uppskotini. Alt hetta ger, at tað er ein rár hending, at eitt andstøðuuppskot verður samtykt í løgtinginum. Men hetta heldur løgmaður einki løgi vera í. At [...] orsøkina til, at teir tóku undir við uppskotinum, vera, at málið kom alt ov seint í tingið og varð tískil skrumblað ígjøgnum. Á tíðindafundi longu 4. januar segði løgmaður orsøkina vera, at tingfók ikki
sigur, at onnur valevni flentu at tínari myndatalu, men eg haldi, at júst tá er ongantíð meira neyðugt at vera á varðhaldi. Tú helt meg ivaleyst vera sera smásáran, men eg kann ikki góðtaka, at nakar setur [...] merkir ikki, at samgongan er eitt ross, men at hon ikki kemur úr stað við einum máli . ?"Samgongan melur sum hundur um heitan greyt" merkir ikki, at samgongan er ein hundur, men at hon ikki torir at taka støðu [...] slíkt. Eg plagi vanliga at siga, at bestu fortreytir fyri at kunnu sláa ígjøgnum í politiskum orðastríði hava fólk, sum kenna til Bíbliuna og kvæðini. Tí var tað ikki av tilvild, at Johan Nielsen var ein
leggur afturat, at tað eisini er neyðugt at hava í huga, at fyri tey sjúku og doyggjandi, ið ikki eru trúgvandi, og sum ikki meta, at ein prestur kann vera teimum til hjálp, er týdningarmikið at hava onnur [...] gerst í dag alt meiri vanligt at søkja hjálp og stuðul hjá sálarfrøðingi millum heilt vanlig fólk í Føroyum. Enntá er tað roknað at vera ábyrgdarfult at søkja hjálp, heldur enn at verða fasthildin í angist [...] lívinum, eins væl og av deyðanum. Eisini leggur hon dent á, at tað er týdningarmikið at gera vart við, at menniskjað reagerar ymiskt, og at eitt nú krepputerapi ikki er líka viðkomandi fyri øll sjúkurakt
mær at ivast stórliga í. Satt at siga haldi eg hetta vera púra órealistiskt. So skal ið hvussu er ein heilt annar lútur til enn hann, ið nevndin mælir til at brúka - og sum nóg illa røkkur til at nøkta [...] tørv, tí als onki røkist fyri, at fólkavøksturin her í kommununi verður minni komandi árini enn undanfarin ár. Vit mugu eisini vera somikið at okkum komin at hava í huga, at trøini ikki vaksa inn í himmalin [...] í hondini ber væl og virðiliga til at vísa aftur uppáhaldi Foreldrafelagsins um, at barnaansingin bara er valagn. Nei, veruleikin er, at tað hevur eydnast kommununi at fingið nógv meira á skaftið á hesum
til at koyra skjótt her. Gott at búgva Eitt er, at fólkið á Norðoyri vita, hvussu gott tað er at búgva her. Hetta hava onnur so líðandi eisini funnið útav. Tey nýggjastu hagtølini vísa nevniliga, at bygdin [...] kann kanska tykjast heldur langt at koyra út higar, tí at tað ikki liggja so nógv hús framvið vegnum. Men so man heldur ikki gloyma, at tað er púra slætt at koyra ella at ganga millum bygdina og býin, [...] endamáli at sjóða bygdarfólkið saman og at annars at menna bygdina. Hetta er ikki minst vorðið aktuelt, nú fólkatalið veksur ár undan ári. - Tað hevur sín týdning, at tey nýggju fólkini herúti koma at føla
sum at koma heim, sigur Astri, sum ikki dylur yvir, at hon er sera spent at vísa Norðoyingum sína list. Nem við meg ? Nert bara við. Ì míni list er alt loyvt, sigur Astri og smílist, tá hon sær, at eg eri [...] hevði hug at nerta við. Har sita fuglarnir, lomvigarnir, sum eru vorðnir eitt av myndevnaligu eyðkennunum í listini hjá Astri. Hesuferð so evarska smáir, at tú mást heilt nær at myndini fyri at síggja teir [...] sømir seg best at síggja so intellektuel út sum møguligt, at vit gloyma, at list mest av øllum snýr seg um kenslur og sansir, ikki so? A ha!, so tað er also meiningin, tá tað tykist sum, at smáu fuglarnir
helt upp á, at eg var alt ov ungur at fara til Íslands, men hon »tapti«. Læknin skar ígjøgnum og helt ikki, at eg fór at fáa skaða av hesum. Endin var, at eg sum níggju ára gamal fekk loyvi at fara til skips [...] bygd har uppi. Hann sigur, at tá ið tey byrjaðu at koyra hýruvogn í sínari tíð, vóru vegirnir vánaligir. ? Hetta vóru mest at kalla gonguvegir, og mangan kundi vera torført at vinna fram, tá ið kavi legðist [...] Hann sigur, at sum tíðin leið, fóru onnur á Toftum eisini at koyra hýruvogn. ? Tá ið tað síðan vísti seg at gerast ov lítið at koyra, góvust vit bara, leggur hann aftrat. Axel sigur, at hann og sonurin