fyri at vit hava fingið endurvenjing við lóg, og at vit hava fingið tænastulóg fyri eldri. Tað er ein góð kensla at merkja, at eldraøki er komið á rætta kós. Tað er sera spennandi at fáa loyvi at gera [...] tað gott. Rósa Samuelsen sigur, at tað er eitt vónbrot, at kunngerðirnar, sum eru við til at fáa lógirnar um endurvenjing at virka, ikki eru lýstar - hálvt ár eftir, at lógirnar eru lýstar. Tað eru fleiri [...] fáa nøktandi tænastu. Tað er ikki ein góð kensla at hava. Hvat hevur tú sett tær fyri at røkka í 2016? - At vera meira saman við familjuni. Arbeiði kemur at krevja nakað. Byggisamtykt og bygdaplanur verða
Jenis av Rana. Løgmaður sigur, at tað eigur sjálvandi ikki at fáa okkum at seta okkum hendur í Havn, nú løgmaður sugur, at talan um innanríkismál, og tí er tað avmarkað, hvat vit kunnu gera. - Omanfyri allar [...] ikki minst sum tjóð, at veita hjálp, tá á stendur- og á øllum hugsandi økjum, sigur Jenis av Rana. Hann sigur at hvørki ríkisrættarlig, ella onnur viðurskifti, eigur at forða okkum í at hjálpa fólki, í neyð [...] um sorgarleikirnar, ið henda runt um okkum. Jenis av Rana heldur, at møguleikarnir at hjálpa, eru nógvir. - Tað mest sjálvsagda er at veita fíggjarlig. Men vit kunnu eisini senda hjálparfólk beinleiðis
Havbúnaðarfelagið sigur, at als ikki er neyðugt at broyta skipanina, fyri at fáa fleiri skattakrónur frá havbúnaðarfyritøkunum. - Útlitini hjá føroyska havbúnaðinum eru so, at inntøkurnar frá skatti og [...] hetta støðan, er vandi fyri at man drepur hønuna, sum annars kundi vorpið gulleggini tey komandi árini, skrivar Havbúnaðarfelagið. - Vónandi duga føroyskir politikkarir at síggja, at tað er tørvur á stabilum [...] 2016 verður lagt upp til, at hægri skattur og avgjøld skulu krevjast av alivinnuni. Uppskotið hevur fingið breiða politisku undirtøku, men nú eru fyrstu atfinningarsomu røddirnar at hoyra frá vinnuni. Hav
kommunur at tey bjóða seg fram at yvirtaka almenn arbeiði og vælferðartænastur. Tað er einans fyri at forvinna pening. Og júst hetta ger, at tænastan, sum er boðin út, verður antin dýrari, ella at starvsfólk [...] tað víst seg, at starvsfólkini fáa munandi verri arbeiðsumstøður, umframt styttri tíð at gera sama arbeiði í, og harafturat ofta meiri arbeiði fyri somu løn. Hann sigur, at tað er enntá so, at lønin er lækkað [...] arbeiðsgevarar hetta. - Tað er onki at ivast í, at vit fáa eina nógv verri tænastu, enn tað sum Landsverk og kommunurnar veita í dag, sigur Georg F. Hansen. - Okkara royndir av, at almenn arbeiði vera útboðin
stjórnin frá, at tey eru sinnaði at taka móti 1.000 eyka flóttafólkum, umframt at játta 750 milliónir krónur til hjálp á staðnum. Tað skrivar Danmark Radio. Óvist er hvussu nógv tað munar at taka móti 1 [...] Inger Støjberg, ið boðaði frá, at man ynskir at taka móti fleiri flóttafólkum. - Vegna tí heilt serligu støðuni, ið vit eru í, so hevur stjórnin í dag boðað frá, at vit ynskja at taka móti einum avmarkaðum [...] ðharri, fráboða, at stjórnin fer at hækka neyðhjálpina við 750 milliónum yvir tvey ár. Peningurin skal brúkast til at demma upp fyri flóttafólkastreyminum til Evropa. Mett verður, at umleið 1.000 flóttafólk
fyri at tryggja, at eingin tekur lógina í egnar hendur og rekur grindina, antin til havs ella til lands. Grindalógin ásetur, at myndugleikarnir skulu fráboðast, fyri at teir kunnu geva loyvi til at reka [...] noydda til at koma við eini rættleiðing, har hon greitt boðar frá, at útlendingar ikki verða revsaðir fyri ikki at boða frá, um teir hava sæð grind. Í tíðindaskrivi boðar løgmansskrivstovan frá, at hendan [...] reka grindina. - Endamálið í ásetingini er at forða fyri at fólk taka lógina í egnar hendur ella blanda seg ólógliga upp í ein rakstur, til dømis við at reka hvalirnar antin móti landi ella til sjós, uttan
men heldur enn at fara í kríggj við Russland, hevur vesturheimurin avgjørt – heldur at seta handilsforðingar í verk ímóti Russlandi fyri at raka russiska búskapin. - Vit hava skilt, at landsstýrið ikki [...] ferð í Moskva bjóðað seg til at víðka um handilssambandi millum Føroyar og Russland, sigur Poul Michelsen. At landsstýrið hevur avgjørt ikki at fylgja vesturheiminum og at víðka handilssambandi við Russland [...] Michelsen í Framsókn, nú hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen. Moskva-ferðin hjá løgmanni um vikuskiftið hevur vakt ans. Fyrst helt Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, at hetta er at bíta vesturheimin og Nato
er hetta kjakupplegg heldur at renna undan ábyrgd. Reidar Nónfjall heldur tvørturímóti, at leiðslan má traðka í karakter og gera tað hon er ætlað til at gera. Hann heldur, at tað, embætisverkið skal gera [...] meiningsleyst at gera eitt slíkt kjakupplegg og leggja tað út til almenningin at hava eina meining um. Tað heldur Reidar Nónfjall, virkisráðgevari. Hann sipar til ætlanina hjá samgonguni at endurskoða bygnaðin [...] saman við fyristingini, hevur ábyrgdina av at fáa at virka dygdargott. Les eisini: Eitt tvíeggjað svørð - Almenningurin hevur hvørki innlit, førleika ella royndir at meta um tørvin á nýskipanum ella tillagingum
august greiddi hann frá, at arbeiðsorkan fer at minka niður í 20.000 samstundis við, at talið av eldri borgarum fer at vaksa tilsvarandi. Føroyska samfelagið megnar ikki at ganga framtíðar avbjóðingum [...] bæði tí tær eru dýrar at umsita, og tí at tað samstundis verða lagdar sera tungar uppgávur út til kommunurnar, sum tær als ikki megna at lyfta, sigur Magni Laksafoss. Hóast ætlanin um at leggja kommunurnar [...] málið um, at Kári P. Højgaard steðgaði allari tilgongd til eitt 20 ára langt kjak um samanlegging av kommunum, og at hetta var betri ógjørt. Kjakið um kommunusamanleggingar tykist ógjørligt at fáa lív í
vænta føroyingar, at teirra sildakvota verður økt úr 5 upp í 10 prosent av heildarkvotuni næsta ár. Men vit ivast í, at Ísland, Noreg og Russland fara at góðtaka tað. Vit vita eisini, at norðmenn eru í øðini [...] mælir beinleiðis stjórnunum í ES-londunum til at seta seg upp ímóti uppskotinum um at ógilda tiltøkini ímóti Føroyum. -Vit mæla staðiliga stjórnunum til at seta seg upp ímóti uppskotinum, sigur formaðurin [...] Balsfoort. Hann væntar, at samráðingarnar um fiskirættindini í 2015 verða truplar, nú ES hevur brotið álitið millum hini fýra strandalondini um at røkja stovnarnar við ábyrgd við at geva føroyingum eina kvotu