Tí havi eg valt at lýsa evnið, soleiðis at fáa gerast tilvitað um teir mongu trupulleikar, ið sálarligur harðskapur hevur við sær, sigur Súsanna Ó. Skaale. Komnar víðari Bókin byggir á samrøðu við fimm kvinnur [...] av kvinnuni sum ein veik, grá mús, ið krýpur fram við húsaveggjunum, uttan at tora at koma í kontakt við nakrar. Tað er ein mynd, ið byggir á fordómar, sum í síðsta enda eru beinleiðis skaðiligir, sigur [...] dulnevndar. - Tað var mítt val, at kvinnurnar skulu vera dulnevndar. Eg vil ikki hava, at tað skal snúgva seg um, hvar kvinnurnar koma frá og hvønn tær eru í familju við. Í einum lítlum samfelag sum okkara
Ilt er at ímynda sær, hvussu tað hevur verið fyri Simonu at standa einsamøll við fýra børnum, sum 32 ára gomul og hava mist mannin, sum hon elskaði. Lítið visti hon, at tá hon tosaði við Pól Eyðfinn tríggjar [...] uppií. Hon sigur eisini, at hon stúrdi fyri at fara útaftur. Tað var serliga tankin um, hvat fólk fóru at siga um hana, sum hon hugsaði um. Men hon tók sær um reiggj og byrjaði so spakuliga at fara útaftur [...] hansara. - Eg gekk við Oliviu, tá hann gjørdi av at keypa bátin, og eg átti hana í desember í 1992 í Havn. Og eg minnist, at Pól Eyðfinn hevði so nógv um at vera tá, at hann hevði slettis ikki tíð til at vera
eittnú saman við floytuleikaranum Linu Jensen skal hava konsert í Skagen kirkju 24. junli. Og at heimurin er lítil er skjótt at staðfesta: - Eg fann útav, eftir at eg flutti til Skagen, at nakrir av forfedrum [...] í Ljóm Jóannes Nolsøe fór suður aftur til Vágs í 1983 at starvast sum lærari, eftir at heitt var á hann at koma suður. Tørvur var eisini á urguleikara og ikki minst á korleiðara til kirkjukórið Ljóm. Eisini [...] familjuna. - Eg kenni tað, sum eri eg meira ella minni føddur inn í Ljóm. Foreldrini sungu í Ljómi, og beiggi mín, Niels, fór tíðliga at hava sín leiklut, og sum bert 15 ára gamal var hann við kórinum á fyrstu
nógv longur tíð hjá Teistanum at koma inn í Hest úr Skopun t.d. tá eystfall er, eigur Teistin at sigla heilt heim á Hvannagjógv ella heilt heim á Hol, áðrenn lagt eigur at verða yvir um, tá er bert 1 fjórðingur [...] langt við síðurnar av allari fornuft, sum ferðaætlanin hjá Páll og Sólvit. Nei, nú má tað halda uppat, at hótta við at taka henda túrin frá Hestfólki, tí tað er alt avgerandi at vit fáa trygd fyri, at hesin [...] fjórðingur ella minni heim til bygdina, so tað skuldi ikki verið nakað at tosa um, tí Teistin er góður at sita umborð og siglur skjótt. Vegurin av Gomlu Rætt til Havnar er bæði góður og skjótur at koyra eftir,
Hesuferð byrjaði eg so at samla ymisk orð fyri steinar, sjálvt um eg ikki ánaði, hvat eg skuldi brúka tey til í søguni. Fyri at sleppa at brúka øll tey vøkru orðini, eg fann, valdi eg at seta allar hesar [...] Byatt. Hon steðgar á eina løtu, áðrenn hon leggur afturat, at tað í grundini eisini er okkurt njótingarsamt í at siga, at heimurin er meiningsleysur. - Bara við at siga tað, bara við at seta orð á, at heimurin [...] kókistein, á tremur við vátligum ljósi. Hon tók seg í at njóta at hyggja at sær í speglinum ("Ein steinkvinna", Vencil 5, s. 15) Byatt viðgongur, at hennara størsta njóting sum høvundur er at finna so nógv orð
vænta sær á hesi longu ferðini yvir í ein heilt annan heim. Men hon staðfestir eisini, at fara føroyingar til India við einum opnum sinni, er tað eisini stórur møguleiki fyri, at teir ikki koma tómhentir [...] kann væl vera, at India at kalla ongar avtalur hevur við EFTA og tað kann væl vera, at India hevur handilsforðingar. - Men vit eiga ikki at gloyma, at tað týdningarmesta er, um tað eydnast at fáa sínamillum [...] hava í høvdinum av India, føra við sær, at vit eru skjót at døma. Men tað stendur ikki til okkum at døma onnur fyri tann mátan, tey liva upp á. Tó er onki at ivast í, at Indiaferðin kann gerast ein me
fyrstu ferð at hon hevur verið í líknandi støðu. - Nei, hetta eri eg so von við. Tað er altíð soleiðis, tá eg syngi saman við pápa mínum. - So hetta leggi eg ikki so nógv í, sigur Kristel. Hon verður avbrotin [...] avbjóðingarnar og bíða. Enn er ov tíðliga at siga nakað um hetta, men við teirri sanggávuni hon hevur, er lítil ivi um at hon kann koma langt. Tað prógvaði hon so í øllum førum fyri áhoyrarunum seinasta [...] fólki at vita hvør eg eri: Tá tey spyrja meg eftir familjuni, so sigi eg, at eg eri dóttir Jens Lisberg. - So siga tey: Åh, hann sum syngur! So vita tey beinanvegin, hvør eg eri, sigur Kristel. At tey aftur
fyri seyði? - Eg eri føddur hin 18. mai í 1969, og tá eg fylti níggju ár í 1978, kom abbin og navnin í føðingardag hjá mær við einum pappíri í hondini. Á pappírslepanum stóð, at eg skuldi fáa lambið undan [...] sgávu. Hans Kristian vísir á, at tá heystið kom, og lambið skuldi drepast, lovaði abbin honum, at hann skuldi fáa eitt annað lamb ístaðin. - Tá dagurin kom, og eg skuldi fáa nýggja lambið, ringdi abbi [...] pápa og bað okkum koma heim. Nú skuldi eg sleppa at velja ímillum tvey lomb. Annað gekk í erva, og hitt gekk í neðra, segði abbin. Sjálvandi visti smádrongurin einki um, hvat tað merkti, at annað gekk í erva
gjørdur klárur til at fara á Norðhavið. Tað var lætt at koma í prát við teg, áhugamál okkara vóru tey somu. Tosað varð um útróðrarleiðir, og um umstøðurnar hjá útróðrarmonnum. Serliga kom eg tær uppá nær hond [...] reinur bæði innan og uttan. Man føldi seg, sum at koma inn í eina stovu, tá man fór umborð til tín at drekka kaffi. Eg var eisini umborð á trolaranum, tú sigldi við, einaferð tit lógu á Klaksvík, har var á sama [...] ágangurin á útróðurin viðvíkjandi kvotum so harður, at flestu bátar niðan fyri 20 tons sigldu til Havnar at vísa sína misnøgd. Serliga hugsi eg um tá dagatal skuldi leggjast á útróðrarbátarnar, tá gjørdist tú
noyddist at taka tøk upp úr sjónum fyri at koma upp í vatnskorpuna aftur. Palli á Dul ásannar, at tíðin tykist long, tá slíkt hendir, men hann heldur, at hann lá einar 30-40 minuttir í sjónum og helt sær í bátin [...] fert tú heim aftur til familjuna. ##med2## Palli á Dul hevur greitt frá, at hesir tankar gjørdu hann púrasta róligan, og hann var avkláraður. - Eg kundi liva við at vera bjargaður og sleppa heim aftur til [...] til familjuna, men eg var eisini til reiðar at doyggja og sleppa heim í himmalin. Sjálvur hevur hann sagt, at tað, sum bjargaði honum, var, at hann var avkláraður og ongantíð fór í ræðslu. Nú fimm ár eru