til, at tað ikki er lýst enn er ikki frá umsitingini, men tí blaðið seinast var beint farið til prentingar, verður sagt frá Fiskimálastýrinum. Herfyri var eisini annað norsk skip tikið, og tá var roynt at [...] frystilínubáturin »Urvåg« var í vikuskiftinum landaður á Havnini, tí Vaktar- og Bjargingartænastan hevur mett at hjáveiðiprosentið er yvir tað loyvda. Vaktarskipið »Gorm« var á Havnini við »Urvåg« ley [...] prosent, men tað vinnur helst ikki frama, tí í avtaluni millum Føroyar og Noregi er eingin ivi at hjáveiðiprosentið er 30 prosent, tó at tað ikki er lýst enn í Kunngerðarblaðnum. 178 tons inni »Urvåg« hevði
Høgni Zachariassen var ikki førur fyri at spæla, og tað kom illa við. Tað var avgerandi, at KÍ skoraði stutt undan og stutt eftir steðgin. Í báðum førum var hetta staðfesting av, at tað kostar at missa í [...] eyðsýndir í Fuglafirði í gjár. 3-1 sigurin bendir á, at tað er longri millum lekarnar, og at teir ikki eru so stórir, sum teir vóru í fjør, tá ið tað í handavending eydnaðist ÍF at svara aftur, eftir at [...] og at tað var við til leggja grund undir sigurin. Spælararnir eiga eisini rós uppiborið fyri, at teir arbeiddu framúr, heldur væl nøgdi KÍ venjarin Eyðun Klakstein. ÍF legði bragdliga fyri, og tað var
framførslum, og so var eisini hetta kvøldið. Fyrsta lagið var ein væl orðaður kærleikssangur, meðan næsti var ein skemtilig viðmerking til heilsu- og fitness bylgjuna. Triðja lagið var eisini skemtiligt [...] Hetta var forkunnugt, men bleiv tað kanska til tíðir pressað og ov snjalt. Tá so ein sonevnd kazoo bleiv hivað fram til endans, fyri at toppa tað heila við einari solo, vóru vit mettaði. Hon var óneyðug [...] hvat dómararnir fóru at leggja dent á. Tað nýggja fríska lotið, tað serstaka og obskura, tað inniliga in your face ella tað tryggara, musikalska og skemtiliga. Prátið millum fólkið í nærum fullsetta Reinsarínum
longu nevnt skuldu brúðarvígslan byrja klokkan 13. Veðrið var av tí fagrasta, men tað var heldur kalt uttanfyri, og heldur ikki ov heitt inni í kirkjuni. Hesar umstøður forðaðu kortini ikki brúðarfólkinum [...] teirra var leygardagur 1. apríl, tá kirkjuklokkan ringdi til brúðarvígslu í lítlu og hugnaligu bygdini, her tað einans eru skrásettir 11 íbúgvarar í dag. Vígslan skuldi byrja klokkan 13:00, men tað gingu [...] gingu tó nakað nógvir minuttir, áðrenn byrjast kundi. Orsøkin var hin vælkenda, at bíðað var eftir brúðrini. ##med3## Røtt bakgrund Vit hava sæð tað so mangan kring um oyggjar okkara, tá nýgift brúðarpør –
verið tað, var hann farin nógv verri, segði ungi bilførarin. Bilurin gjørdist annars vrak, so helst mundi bilførarin meina við, at hann og hin persónurin í bilinum sluppu betri av tí at bilurin var eyka [...] eyka styrktur. Ferðin var nógv, tað skerst ikki burtur. Tann ákærdi viðgekk, at hann beint undan óhappið hevði koyrt 240 kilometrar um tíman oman eina brekku, men at hann hevði slakað av, áðrenn hann misti [...] kom ímóti honum, mátti hann snara út á høgru koyribreyt, og tá var tað at hann misti tamarhaldið á bilinum.
eydnaðist tað Royn at fáa stig. Tað var í góðveðrinum leygardagin, tá NSÍ vitjaði. Hvalbingar vunnu 2-0. Vertirnir høvdu yvirvág meginpartin av dystinum, og teir komu á odda longu tá eitt korter var spælt [...] vøllurin í Hvalba grasvøllur, og hann hevur ikki havt tað so gott í góðveðrinum seinastu dagarnar. Tað hevur ikki regnað nógv í seinastuni, og vøllurin var sera harður leygardagin. Harafturat hevur ættin seinastu [...] løtum vóru rættiliga trýstir. Einaferð var neyðugt at bjarga á strikuni, og ungi málverjin Pól Egholm hevði tvær frálíkar bjargingar, frætta vit úr Hvalba. Annars var dysturin ikki ein av teimum best spældu
er skuldsettur fyri harðskap og hóttanir. Tað var mánakvøldið, at tað varð ringt til løgregluna av einum skeinkistaði tí ein maður var komin inn, hóast hann var óynsktur. Løgreglan fór eftir honum og fekk [...] brummuna. Løgreglan sigur, at síðani er tað eisini komið fram, at hann hevur hótt ein annan við harðskapi. Tá ið hann var kannaður, hevði hann eina hassjpípu uppi á sær og tað er hann eisini skuldsettur fyri, [...] hóvasták. Men eina lítla løtu seinni varð aftur ringt til løgregluna av sama skeinkistaði, tí nú var maðurin inni aftur og hesa ferð hevði hann verið harðligur ímóti einum fólki, sum hevði fingið skaða. Løgreglan
bæði prinsum og prinsessum. Tað var Elisabeth Henriksen, stovnsleiðari, ið tók ímóti Fredrik Krúnprinsi og Mary Krúnprinsessu, og hon vísti teimum runt á stovninum. Vitjað var inni á stovunum, og kongaligu [...] fleiri av teimum, sum vóru møtt upp, og serliga krúnprinsessan var ófør til at heilsa upp á tey mongu børnini. Bíðaðu spent í kuldanum Tað var týðuligt, at tey mongu børnini á stovninum vóru ógvuliga spent [...] Hóast vindurin var tráður á Hamrinum á Argjum seinnapartin mánadagin, hevði heilt fitt av fólki leitað sær niðan til dagstovnin at síggja Fredrik Krúnprins og Mary Krúnprinsessu. Ivaleyst mundi mannfjøldin
Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað seinnapartin B71 at vinna stig ímóti Víkingi. Teir næstbestu hjá Víkingi høvdu í Sarpugerði vitjan av sandoyingum, og úrslitið var 1-1. Tað ber við sær, at Víkingur hevur [...] Suðuroy er hann +18. FC Suðuroy hevur spælt ein dyst færri enn Víkingur. Tað kemst av, at heimadysturin í dag ímóti B36 ikki var spældur. Líkindini vóru ov vánalig at spæla fótbólt á Vágseiði í dag. Sandoyingar [...] Suðuroy gestur inni í Dal á Sandi. Víkingur fær um eina viku vitjan av botnliðnum HB. Bjørn Bakk Bjarkhamar legði eftir stóran hálvan tíma Víking á odda. Uppleggið átti Arnór Brandsson. Hetta var triðja málið
hinum Mylnuhandlunum. Tað var P/F Hans Joensen, sum bygdi Handilskjarnan seinast í áttatiárunum, men tað var ov stórur biti, og felagið fór á húsagang í kreppuárunum í 90'unum. Nú er tað P/F Fastogn, sum eigur [...] – Arbeiðið hevur tikið longri tíð enn ætlað, men vit lata upp í Handilskjarnanum 14. desember. Tað sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum eigur Mylnuhandlarnar. Seinastu mánaðirnar er stórt umvælingararbeiði