hevur virkið væl, og at hann kann útbyggjast um so er, at tað er neyðugt. - Trupulleikin er, at taka vit eina høvuðsavtalu, so avmarka vit okkara verkfalsrætt. Tað er jú uppleggið, at ein tá skal boða frá [...] heldur hann, at tað kortini liggur meir aftanfyri kravið um eina høvuðsavtalu, enn at tað bara er ein ballón, sum verður send upp við millumbilum. - Hon var uppi at venda í fjør, og tá lá hon eisini í buktini [...] fjølmiðlunum visti Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, at siga, at tað var ein stór misskiljing, at høvuðsavtalan var eitt ófrávíkiligt krav. - Hon er bert eitt samráðingaruppskot, og tey fakfeløg, sum ikki
Hóast hann hevur lyndið til at finnast at fleiri av broytingunum, so er tað tó ein broyting, ið hann er fegin um. - Tað er positivt, at pensjónirnar verða prístalsreguleraðar, og at mótrokningin fyri hjún verður [...] Tað er klárt, at endamálið við nýggju skipanini er at spara landskassanum pengar. Tað er sjálvandi ikki positivt fyri pensjónistarnar. Tað sigur Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista, ið [...] pensjónistar, tó tað er harmiligt, at tað ikki verður gjørt fyri verandi pensjónistar. Tað dámar okkum illa, tí vit hava arbeitt leingi fyri at strika mótrokningina, ið vit meta er órímilig, tí hon ger mun á giftum
nýggja fólkaskúlalóg, at tað fór at kosta ørgrynnu av peningi at fremja lógina. Kortini varð hon samtykt. Og nú tvey ár skjótt eru liðin síðani hon varð samtykt røkist einki fyri, at nøkur broyting kemur [...] Skúlablaðnum. Orsøkin til, at nýggja fólkaskúlalógin ikki er vorðin tað góða amboðið í hondunum á teim 840 lærarunum og til fragd hjá teim 7000 næmingunum í føroyska fólkaskúlaverkinum, er einføld. Politikararnir [...] Løgtingi. Lógin kom í gildi frá seinastu skúlaársbyrjan, men í staðin fyri at verða karmur um og íblástur til góðan skúlaskap, tyngir hon arbeiðið hjá lærarum meir og meir. Hetta sigur Andras L. Samuelsen, formaður
Hetta er ein stór byrða, ið vit hava borið uppá í trý ár. Hóast nógv ikki skilja tað, so er hetta týdningarmikið fyri Havnina. Eg havi eg siti í býráðnum í sekstan ár, og haldi sjálvur, at hetta er tað [...] í heilsu- og innlendismálum, til at útbyggja havnarlagið. Verkætlanini varð annars steðga í mars, tá Býarskipanarnevnd landsins mælti frá, at kommunan fekk loyvi at broyta byggisamtyktina. Harvið mátti [...] landsstýriskvinnan taka støðu til, um hon skuldi fylgja frámælinum ella geva eftir fyri ynskinum hjá Tórshavnar kommunu. Sjúrður Olsen greiðir frá, at tey fingu høvi at siga sína hugsan um frámæli. - Vit
umtalað, at felagsskapurin valdi at kunngerða avgerðina við at vísa á, at eg mátti leggja frá mær vegna heilsuávum. Fólk byrjaðu beinanvegin at gita, hvat mundi verið á vási, og fleiri hildu, at eg hevði [...] álvarsama sjúku. - Tey nærmastu vistu tó frammanundan, at eg var við barn. So tað er ikki mín heilsa tað er galið við, og sjálv haldi eg, at tað var óneyðugt at skriva tað soleiðis. Tá ein Miss Earth Danmark gerst [...] til næsta persónin. Men Turið Elinborgardóttir metir ikki, at hon hevur mist nakað serligt, nú hon hevur givið krúnuna frá sær. - Eg føli ikki, at eg havi mist nakað. Óansæð hvat tey siga, so vann eg heiðurin
haldi, at tað er meira symptomatiskt, at mann fer eftir Føroya Tele, tá vit hava góð úrslit. Tað er sum um vit í Føroyum ikki tola, at feløg hava góð úrslit. Blaðm.: Hvussu er tað hjá einum stjóra at verða [...] tíð, tá eitt nýtt konsept er byrjað fyri at vera betri kappingarførir. Er hetta nakað, sum vit fara at síggja oftari? AR: Hatta er jú eitt trupult evni, tí hatta er nakað, sum er frammi í sambandi við ta [...] Róin: Vit merkja, at framgongdin er hildin uppat. Vit merkja tað á søluni hjá teimum einstøku kundunum. Men vit hava satsað upp á at fáa fleiri bein at standa á. Tað er væl tað, sum er trupulleikin í føroyska
sigur, at støðan í Danmark er øðrvísi, tí har hava kommunurnar fingið álagt at hava eitt eldraráð, og tá ið tað er nakað, sum er kroyst oman yvir kommunurnar, vísir tað seg, at tað sjáldan kemur at virka [...] verða ymiskt frá degi til dag, hvør tørvurin er. - Heimahjálpin hevur sítt skema at fylgja, tá ið hon er úti hjá teimum gomlu, og sambært skemainum skal hon til dømis vaska baðirúmið tvær ferðir um vikuna [...] eydnast føroyingum at fáa eldraráðið at virka til fulnar, er talan um eina heimssensatión, og Tórshavnar Býráð og Føroyar fara at gerast slóðbrótandi innan eldrapolitikk. - Tað fer heilt víst at vekja ans í øllum
sangin “At Last” framman fyri teimum trimum dómarunum í X-Factor á DR1. Dómararnir, Pernille Rosendahl, Cutfather og Thomas Blachman vóru øll samd um, at Kristel Lisberg sang so mikið væl, at hon skuldi [...] Blachman tyktist at vera hugtikin av Kristel Lisberg, longu áðrenn hon byrjaði at syngja, og segði nógv føgur orð við hana. Hóast jaliga hugburðin á sjónvarpsskíggjanum seinasta fríggjakvøld, so er Blachman ikki [...] fjóðru ferð er við at velja út luttakarar til X-Faxtor. Burdu sungið á hotelli Thomas Blachman sigur í stuttari viðmerking við Sosialin, at honum dámar røddina hjá Kristel Lisberg, men hann heldur, at føroyski
fer ikki at geva nakað serligt. At stuðla tí er tað sama sum at stuðla at sandsølu í Sahara. Marknaðurin er yvirmettaður. Bara tað mest upprunaliga sleppur gjøgnum nálareygað. Hvør tímir at stuðla enn [...] um tað farna, sum um tað er meiri og betri enn tað vit hava nú. Fólk gloyma, at tað gamla eina ferð hevur verið nýtt. Tað er nútíðin, vit eiga at geva góð kor, tí tað er hon sum myndar hetta samfelagið [...] Rasmussen, ið er útbúgvin tónasmiður, fekk hesa virðislønina fyri sjey árum síðani, er rættilig gongd komin at arbeiði hansara at skriva tónleik. Serliga seinastu fimm árini hevur hann havt úr at gera. - Eg
annað ár, tá hon fór til Moldova. Hon spurdi sína nú 87 ára gomlu langommu, um hon ikki hevði onkur ullint klæði, hon kundi kundi taka við. - Áðrenn hálvtalað var orð, hevði hon bundi mær ymiskt at taka við [...] aftur til “Love Moldova”, sum er nøkunlunda tað sama sum TiM. Munurin er tó, at aldursmarkið er 18 ár, og at tað tá eru fólk úr ymiskum londum, greiðir Kristina frá. Í fjør var hon til eitt missións- og læ [...] Mær hevur altíð dámt væl at ferðast og at uppliva ymiskar mentanir. Mær dámar sera væl legur og túrar, har eg komi at kenna nógv nýggj fólk úr øðrum londum. Tað er spennandi at uppliva eina nýggja mentan