Í dag var lisitatión hjá Landsverki uppá kanalisering í Streymnesi. Hans Egil Joensen og synir vilja gera arbeiðið, sum er mett til 3,2 milliónir, fyri helvtina av metingini Landsverk hevði í dag listiatión
Rætturin í Nuuk dømdi í dag tveir av manningini á kongaskipinum Dannebrog sekar í at hava neyðtikið eina grønlendska kvinnu í Nuuk, tá teir vóru har við kongaskipinum seinasta summar. Revsingin er fongsul [...] Teir hava tí skotið dómin inn fyri landsrættin. Menninir vóru ikki í rættinum, tá dómurin fall í dag.
ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, segði í dag, at frásagnirnar frá hópdrápunum í Sýrialandi eru bæði skelkandi og spýggiligar. -Tað bleiv eisini skotið eftir ST-eygleiðarum, tá teir royndu at sleppa inn í [...] einum hópdrápi, segði Ban Ki-moon. Ovastin fyri ST-eygleiðarunum, norðmaðurin Robert Mood, segði í dag, at ST-eygleiðarar sluppu ikki at gera neyðugar kanningar fyri at fáa staðfest hópdrápið. Sýriskir
Ein jarðskjálvti, sum var 5,9 á Richterstiganum, var á indonesisku oynni Java í dag, men sum skilst hava myndugleikarnir einki frætt um nakran skaða. Jarðskjálvtin hevði miðdepil knappar 70 kilometrar [...] siga, at fleiri jarðskjálvtar hava verið á somu leiðini tær seinastu vikurnar, og tí kom skjálvtin í dag ikki óvart á jarðfrøðingarnar.
Illveður við stormi og kava hevur darvað samferðsluna í Íslandi nógv í dag. Eitt nú var eingin flúgving til og frá Egilsstøðum og Ísafirði, men flogsamband hevur verið millum Reykjavík og Akureyri. Ferjan [...] kavanum á vegunum. Sambært ríkisútvarpinum hevur vindferðin verið upp í 30 metrar um sekundið í støðum í dag.
á Wenche Elizabeth Arntzen, sum dómari í sakarmálinum ímóti Anders Behring Breivik, tá rætturin í dag umrøddi hvørt einstakt av 13 av teimum 69 drápunum á Utøya. Ta einu ferðina fór dómarin (myndin) eftir [...] eftir lummaklútinum og turkaði sær um eyguni. Fleiri av teimum avvarandi grótu í rættinum í dag og royndu at troysta hvør annan, meðan úrslitini av líkskoðanum og minningarorð vórðu lisin upp. Tann einasti
Russar hava í dag roynt eina nýggja langtberandi rakett, sum er før fyri at sleppa ígjøgnum rakettverjuskjøldurin, sum NATO-toppfundurin í Chicago júst hevur samtykt at fara undir. NATO sigur, at verj [...] teimum russisku kjarnorkurakettunum. Ein talsmaður fyri russisku verjuna sigur, at rakettroyndin í dag gekk sum ætlað. Hetta var onnur royndin við hesum rakettunum. Tann fyrra var í september í fjør, men
Koda". Tutl og Futt bjóða nú til skeið í Koda fráboðan. Í sambandi við Spæl føroyskt dagin, sum er í dag, skipa Futt, Felagið Føroysk Tónaskøld og Tutl fyri skeiði í Koda-fráboðan í Tutl á Káta Horninum í [...] verður skeiðið kl. 17:30 og í Føroyahúsinum verður skeiðið kl. 21:30. Hesum boða fyrireikarar frá í dag.
Flogfarið úr Íslandi fekk ikki sett seg og stendur nú í Bergen. Stavanger og Billund vórðu útsett til í dag. Ferðslan millum Keypmannahavn og Vágar við Airbussinum gekk sum vanligt í gjár, og hetta flogfarið [...] Stavanger - væntast í Vágar um 13.50. Atlantsflog heitir á ferðafólk at kunna seg um flogferðsluna í dag á www.atlantic.fo
Seks starvsfólk á bretsku sendistovuni í Teheran, sum vórðu burturflutt fyrr í dag, vórðu seinnapartin latin leys. Tað skrivar tíðindastovan Reuters úr iranska høvuðsstaðnum. Iransku myndugleikarnir siga [...] verið millum løgregluna og mótmælisfólk, sum hava lopið á bretska sendistovuøkið í Teheran. Fyrr í dag bóru iransku fjølmiðlarnir ymisk tíðindi um teir bretsku diplomatarnar. Fyrst segði tann hálvalmenna