leggur afturat, at ikki ber til at bjóða fram eina vøru fyrr enn ein er vísur í, at til ber at útvega nóg stórar nøgdir av henni. Ætlanin hjá Helga Larsen og samstarvsfeløgum hansara er, at framleiðslan av [...] hevur reiðaríðið avgjørt at keypa sama slag av lemmum til hitt skipið hjá teimum, ið ber navnið Sjóborg. Zacharias Zachariassen sigur, at hann ætlar sær heilt avgjørt at halda áfram at fiska við hesum slagnum [...] eitt stak gott fiskiár í 1998. Zacharias Zachariassen sigur, at sum heild gongur nógv berti at trola við nýggja slagnum av lemmum. Hann sigur, at tá ein skjýtur teir avstað, eru eingir trupulleikar. ? Teir
FÓTBÓLTUR: Tað er okkurt, sum bendir á, at sandoyingar smátt um smátt eru við at fóta sær, eftir at teir í fjør noyddust at flyta niður í 2. deild, og eftir at teir fyrr í ár í hampuliga góðari venjingarstøðu [...] eydnaðist teimum á útivølli í Runavík at vinna 2-0, og tað kann væl fara at vísa seg síðst í september, at B71 verður millum feløgini, ið fara at stríðast fyri at sleppa upp í 1. deild. Onkrir, sum vóru [...] vóru skaddir, gjørdi, at tað hekk ikki væl saman. At luturin hjá hesum liðnum verður at halda seg omanfyri strikuna, heldur enn at stríðast fyri heiðursmerkjum, er einki at ivast í. Hjá B71 var Jónsvein
tikin fyri ikki at missa útbyggingina á Flat. Men sjálv trúgvi eg ikki, at tað fer at hjálpa stórvegis uppá akutta tørvin, sigur Elin Lindenskov. Greiðar reglur Foreldrafelagið vísir á, at kontanti stuðulin [...] ikki um at stuðla svørtum arbeiði, sum tey siga, sigur Elin Lindenskov. Hvussu verður við barnagarðinum í Sjónleikarhúsinum, er ivasamt. Hóast tað hevur ljóðað, at býráðið hevur samtykt at játta at taka av [...] Mótmælið frá Felagnum hjá foreldrum at smábørnum í Havn ímóti avgerðini at veita kontantan peningastuðul til foreldur fyri at ansa børnunum heima, er lutvíst vent ímóti formanninum í sosialu nevnd hjá
av rakstrinum. Fyri tað fyrsta er at siga, at vit ivast stórliga í hesum pástandinum, men ikki er ætlanin at viðgera hetta her, tað koma vit ivaleyst aftur til seinni. At politikarin hevur eina hugsan um [...] men vit fara ikki at finna okkum í, at hesar politisku kreftir fáa óátalaðan rætt frá tingsins røðarapalli at skuldseta og hunddálka starvsfólk, sum røkja tær uppgávur tey eru sett til. At nýta orð sum » [...] »rottureiður« og at tøl, sum verða løgd fram frá teimum onki hava við veruleikan at gera, eru so grovar ákærur, at tær bert kunnu setast fram frá tí varda røðarapallinum á tingi, fyri ikki at fáa avleiðingar
ynski um at lækka lønirnar soleiðis, at vinnureknadi skulu hava lættari við at fáa fyritøkurnar at bera seg. Teir borgarligu heita á løntakaran um at vísa samfelagssinni, fyri at fáa tey at minka um [...] beinleiðis um at lata sær lynda lønarfall. ? Hetta hevur helst eisini verið orsøkin til, at prístalsviðgerðin av lønum helt uppat, soleiðis at prísirnir kundu hækka ? og harvið livikostnaðurin ? uttan at lønirnar [...] ikki vaksa fyri støðugt at bøta um kappingarførið. Men er tað henda gongdin vit ynskja, spyr Luitjen Apol í viðmerkingunum til uppskotið. ? Ynskja vit at lækka lønarstøðið, so at vit kunnu framleiða í kapping
Tað átti ikki at verið neyðugt hjá hvørgum av hesum pørtunum at roynt at niðurgjørt hvønn annan, soleiðis sum vit hava sæð tað í seinastuni. Tað átti heldur ikki at verið neyðugt at sagt, at uppskotið hjá [...] FLOKKAR eiga at góðtaka, at aðrir flokkar ikki meina tað sama sum teir, uttan at sáða iva um heiðurleigheitina hjá teimum. Aldous Huxley segði í 1937, at endamálið hjá einum propagandisti var at fáa eitt slag [...] bert ein loysn á einum máli. Týdningarmikið er, at fólk borðreiða við røttum upplýsingum. Eisini er týdningarmikið, at føroyingar ikki skaða sínar egnu við at undirgrava føroyskan ráðarætt. Um ein løgtingslimur
hesin hug at keypa vøruna, klikkir hann ella hon á hana, og so fer hon í eina grafiska innkeypskurv á heimasíðuni. Tá liðugt er at velja sær vørur, ber til at hyggja í kurvina, og um ætlanin er at keypa vørurnar [...] hjá Mega um 200 vørur í at velja. Hetta fevnir ikki um alt úrvalið, ið er í handlinum. Men Mark Joensen sigur tað bera væl til at útbyggja dátugrunnin soleiðis, at til ber at bíleggja fleiri vørur gjøgnum [...] ber til at gjalda vøruna, beinan vegin hon verður bíløgd. Hetta verður gjørt við at keyparin skrivar nummarið á VISA korti sínum, navn og aðrar upplýsingar í nakrar teigar, tá hann er liðugur at velja sær
heldur, at tað er púra óneyðugt, at tingmenn hava frí í tríggjar mánaðir. ? Tað er púra óneyðugt. Vit áttu at givið okkum betri stundir at arbeitt við teimum málum, sum liggja í tinginum, heldur enn at skrumblað [...] tingmaður Javnaðarfloksins. Hann heldur, at tað er púra burturvið, at tingið nú fær summarfrí og at tað ikki skal saman aftur fyrr enn á ólavsøku. Samstundis heldur Kristian, at tað verður ov lítið skil á viðgerini [...] tey ígjøgnum, bara fyri at fáa summarfrí, sigur Kristian Magnussen, sum heldur, at summarfrítíðin er alt ov long. ? Vit fáa løn 12 mánaðir um árið. So haldi eg eisini, at vit eiga at arbeiða hareftir, sigur
fiskimálaráðharran um at geva allari fiskivinnuni somu treytir at virka undir. Tað er penganeyðin hjá Framtaksgrunninum, og ætlanin at umskipa eitt sindur av lánunum til til eginpening, so at hann lýkur krøvini [...] løgmann og fiskimálaráðharran um at bera so í bandi, at fiskiídnaðurin í Føroyum sær allur somu sømdir, so at tey, sum hava hug, evni , og møguleika annars, sleppa at virka í vinnuni, til frama fyri tey [...] báðar vinnulívsmenninar at tala at og biðja um somu sømdir, sum høvuðsfyritøkurnar hjá Framtaksgrunninum, Fiskavirking og Fiskasølan, hava fingið. Teir siga tað nú eru fýra ár síðani, at tey 22 flakavirkini
m. Tað vísir seg at ganga striltið at fáa nakran at tosa um hendingina. Leiðarin fyri portørarnar hevur verið burturstaddur og teir portørar, vit hava tosað við, eru ikki sinnaðir at úttala seg um innanhýsis [...] portørarnar. Sagt verður, at tveir portørar afturat høvdu gjørt undurverk. Vit hava fyrr nevnt, at eisini røntgentólini eru í so ringum standi, at tað hendi seg meiri enn so, at tey brotnaðu mitt undir eini [...] álvarsligur, at har gjørdust onki, tí tað vísti seg, at motorurin var brendur saman. ? Tíbetur var onki álvarsligt á vási. Men var talan um ein tilburð, har hjálp var bráðneyðug, tori eg illa at hugsa um