flokkin, sum siga seg ynskja at broyta lógina, so myndugleikarnir fáa fleiri amboð at noyða foreldur at samstarva - ella at fyribyrgja stríð, sum royndir úr Svøríki eisini vísa, at slíkar skipanir kunnu brúkast [...] Serfrøðingar í familjurætti eru sambært Politiken samdir í, at bæði foreldur eiga at hava ábyrgd fyri børnum teirra, og at fleiri foreldur uttan at vilja tað kenna seg sum eitt slag av annanfloks-foreldrum [...] - Tað vanliga átti at verið, at foreldrini býttu foreldramyndugleikan millum sín. Men tað eru støður, har einaforeldramyndugleiki enn vil verða betri, av tí at tað annars vil koma at merkja óendaligt, slítandi
hvønn mun sparingin fer at ávirka dygdina á tilfarinum, ið Útvarpið hevur at borðreiða við. Men hann staðfestir, at minni orka verður at taka av. - Tá vit ikki fáa møguleika at fíggja lønarvøksturin, ið [...] løtuni fái eg meg illa til at leggja størri byrðar á fólk við at hækka útvarpsgjaldið. Men tað hevur ligið í kortunum, at útvarpið skuldi fáa fleiri pengar, og tí valdi eg so at hækka gjaldið 100 krónur [...] illa við. - Tað merkir, at vit skulu spara 1,4 millónir krónur í ár, staðfestir Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri. Skert flog Sparingin merkir, at yvirtíð verður spard burtur, at færri sendingar verða keyptar
fráfarin so illa, at vandi er fyri at noyðast at læna til rakstur. Einasta fíggjarlógin, ið Karsten Hansen gjørdi eftir blokkniðurskurðin, er tann fyri 2003, og vit vita ikki, hvussu hendan fer at hylnast. B [...] Um landið vil royna at halda samfelagshjólini koyrandi fyri at verja móti ov stórum arbeiðsloysi, so er umráðandi, at landið prioriterar sínar pengar rætt. Tað er ikki pláss til at ekspandera, og neyðugt [...] uttan iva at spara í rakstrarútreiðslunum. Tað er tó umráðandi, at man ikki sparir við sonevnda salami mátanum, har alt verður skorið við nøkrum prosentum. Landstýrið má duga at velja frá, so at tað mesta
ein vanlukka at síggja burtur frá okkara egnu ráðgevum. Eingin ynskir, at støðan verður soleiðis, at tað eina ferð verður neyðugt í einum høggi at skerja ógvusligt. Hvussu tað ber so til, at okkara myndugleikar [...] eisini hugsa um, at fiskastovnarnir eru fólksins ogn, og orsøkin til at vit hava ein stovn við fiskifrøðingum, er nettup at tryggja, at henda fólksins ogn verður troytt á rættan hátt, soleiðis at hon kann koma [...] uppgávan hjá teimum, ið vara av, at viga ráðini neyvt og ikki taka ta lættastu avgerðina, ið oftani er at ganga teimum á møti, ið rópa harðast. Tað er greitt, at tað ber ikki til at skerja alla veiðuna frá degi
sigur, at í Suðuroy er eitt slíkt meginbókasavn, sum er knýtt at miðnámsskúlanum. Hann sigur, at sambært lógini, skulu tvey slík bókasøvn verða í Eysturoy, og tí hevði tað verið náttúrligt, at annað av [...] sterkur bygningur, sum er 850 fermetrar stórur, so greitt er, at hann verður ikki tikin niður. Sigurd sigur, at eitt nú hevur verið frammi at nýta bygningin til meginbókasavn sambært lógini um bókasøvn. [...] sigur, at eitt meginbókasavn verður høvuðsbókasavn fyri øll hini bókasøvnini í økinum. - Vit hava nú biðið um fund við Jógvan á Lakjuni, sum í dag er mentamálaráðharri, og vit vóna, at gongd fer at koma
hjá sambandssamgonguni, at vit ikki megna at fíggja eitt samhaldsfast samfelag í Føroyum. Vit verða aftur heft at donskum pengum og kunnu halda fram at siga, at vit ikki megna at bera okkara egnu vælfe [...] botnlinjuni. Hetta hevur longu elvt til, at øll, sum skulu virka og gera íløgur í hesum landi, hava sett seg at bíða og vita hvørki út ella inn. Ongin veit, hvat fer at henda við fíggjar- og búskaparpolitikkinum [...] um árið. Meðan ein vanlig verkakvinna ella ein arbeiðsmaður fer at fáa góðar 2000 kr. um árið. Ongin ivi er um, at prísvøkstur fer at eta alt upp hjá verkafólkinum, meðan vit vælbjargaðu kunnu fara eina
so skilji eg væl, at fólk finnast at avgerðina um at seta júst hesar dómararnar. Men teir umboða ikki nakað hondbóltsfelag nú, men eitt dómarafelag, og eg haldi, at fólk mugu byrja at góðtaka dómarafelagið [...] hava nógv at siga, og tað verður ikki so, at vit bara seta eitt par at døma, tí tað er teirra túrur, sigur Hartvig Joensen. - Tað hevur eisini sera stóran týdning hvussu væl dómararnir klára at tackla strongdar [...] Dómararnir í føroyskum hondbólti eru ikki longur knýttir at nøkrum hondbóltsfelag. Teir umboða dómarafelagið, og tí eiga teir við tíðini at hava møguleika at døma øll liðini í landinum. Um vikuskiftið dømdu Hannis
Norðurlandahúsinum, Niels Halm, fegnast um, at útbyggingin nú fer í gongd í næstum. Hann sigur, at nýggju umstøðurnar fara at gera, at Norðurlandahúsið í fyrsta lagi fer at kunna rúma fleiri ymiskum aktivitetum [...] hesa seinastu útbyggingina, sigur, at uppgávan hjá honum hevur verið at laga nýggja tilbygningin til húsið annars og til landslagið, samstundis sum uppgávan hevur verið, at nýggju hølini fella inn í Norðu [...] Norðurlandahúsið annars. Spurdur, um tað fer at skapa nakrar trupulleikar, at tann stóri salurin, sum kemur aftrat, verður bygdur undir jørð, sigur hann, at so verður ikki. - Tað verður heldur tvørtur ímóti
á, at hildið verður fram við tí harðrendu hevndarsøkjandi og revsandi kósini. Flestu altjóða eygleiðarar meta tí, at nýggja strategiin fer at miseydnast og at ruðuleikin og ófriðurin í Irak fara at standa [...] trygdini í landinum. Hartil kemur, at Peraeus vil hava sameindu herliðini at verða verandi í Irak í óasetta tíð fyri, at uppreistrarliðini ikki skulu hava ein fráfaringardag at líta fram til. Amerikanski herleiðarin [...] kemur, at onnur lond í økinum, serstakliga Sýria og Iran eftir øllum at døma meira ella minni leggja seg út í innanhýsisstríðið í Irak. Tað er ein stórur spurningur, um nýggja strategiin hjá USA fer at virka
størri oyggjum, sum eru nervaðar av, at fólkið flytur. Tosað hevur verið um frá almennari síðu at gera nakað ítøkiligt fyri at steðga útoyggjadeyðanum. Vitandi at hetta ikki er lætt, tá bara eldra ættarliðið [...] Svínoy komandi vikuskifti. Tað skal vera okkara vón, at eitt nú slík stevna verður við til at seta Útoyggjarnar á landakortið og at røddir haðani fara at verða hoyrdar so langt sum til høvuðsstaðin, har stóru [...] Oddagrein Tað eru nú nøkur ár síðani, at orðið BYGDAMENNING var frammi í nærum øllum greinum og lesarabrøvum fyri ikki at siga í hvørjari røðu á tingi. Víst varð á vandan við, at alt og øll fluttu til Havnar ella