kirkjubømenn fram at mikrofon og myndatóli. Hesir vóru feðgarnir á Kirkjubøgarði, Páll og Jóannes Patursson, og so Tróndur Patursson. Teir tosaðu allir um loysing og frælsi og kúgan, men so heldur ikki so nógv [...] Tílík álop kunnu ikki skiljast sum annað, enn dømi um væntandi føroyskt samhaldsfestið. Um Løgtingið og limir tess ikki hava so frægt at standa saman um, at partapolitisk kegl kann goymast til gestirnir [...] tey rundan um okkum. Men um vit halda, at eitt albanskt ella eitt russiskt demokrati er nóg gott mál at seta sær, so er ikki at bíða, men at kappa beinavegin. Eg haldi tó at rættast var, um allir løg-
Sandoynni um hetta mundið. Tað kom eisini fram, at John Petersen ikki hevði hoyrt um, at gentan hevði sagt seg neyðtikna, hevði verið við barn og hevði fingið fosturtøku, fyrr enn málið kom fram í Oyggjatíðindum [...] mintist ikki, um hann hevði bjóðað gentuni inn í kamarið ella køkin, men tá hann kom aftur við ølinum, sat hon á seingini, og hann sessaðist undir liðini á henni. Tey tosaðu um leyst og fast, um skúlagongdina [...] var tað í rættinum, um tíðarskeiðið, tá hendingin fór fram, og nær gentan var vorðin við barn. Ákærdi vildi vera við, at hann als ikki hevði verið í Havn í hesum tíðarskeiði, av tí at so nógv var at gera
fólkaskúlan um trý ár. Men hesum tekur Herálvur Jacobsen ikki undir við, sum støðan er í løtuni. Høvuðsendamálið skal altíð verða at menna fólkaskúlan. - Um tað bara ræður um at flyta summar lønir, so dugi eg [...] hoyrast, nú sparingar fara fram í fólkaskúlunum. Tað er sera umráðandi, at vit hava dugnaligan og skikkaðan ungdóm, sum fær neyðuga lærdómin. Vit vita, at sparingar fara fram, men innihaldið í frálæruni [...] geva Mentamálaráðnum ringa samvitsku í fleiri málum. Soleiðis sigur Herálvur Jacobsen, sum bjóðar seg fram at verða komandi formaður í Føroya Lærarafelag. Herálvur Jacobsen ger greitt, at komandi formaðurin
børnum. Hesin bólkur gjørdi eitt stórt arbeiði at lýsa umstøðurnar og at finna fram til, hvørji tilboð vóru. Funnið varð fram til, at nógv tilboð vóru, men tvørrandi samstarv millum stovnar og verk gjørdi [...] at fáa, og tí hann kom við tilráðingum um, hvat kundi verið gjørt øðrvísi. Síðani tá er nógv broytt, og nú eru fleiri tilboð, men enn er sera trupult at finna fram til, hvussu og hvar tey verða givin. Feløg [...] eitt ynski um at fáa eina heildarloysn til børn við breki. Í sambandi við, at 2003 aftur er lýst at vera ár teirra brekaðu, fer stýrisbólkurin fyri árið at skipa fyri einum temadegi í oktober um heildarloysnina
tið, ið fíggjarnevndin var liðug við fyrr um kvøldið, og sum tískil kundi leggjast fram. Karsten Hansen sigur, at samgongan longu tíðliga í heyst var samd um fleiri sparingar. Men hesar krevja lógarbroytingar [...] er komin fram til eina skerjing uppá 15 milliónir, dugur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki at siga. - Samanumtikið kanst tú siga, at metingarnar í uppskotinum frá fíggjarnevndini er ikki so varnar sum [...] Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, var ein teirra, ið hevði leitað sær í løgtingið um níggju tíðina hóskvøldið, tá niðurlagdi tingfundurin varð tikin uppaftur. Eisini hann var komin at fáa
munadygt átak varð ført fram, at vit kunnu gera inntriv í bilarnar í Føroyum, so at teir ikki kunna koyra skjótari enn tað, vit vilja hava teir at koyra. Men, hóast vit skuldu komið so langt, at hetta varð [...] varð framt í verki, so verður framvegis neyðugt at menna útbúgvingina hjá bilførarunum. Í vetur kom landsstýrismaðurin í ferðslumálum, Bjarni Djurholm, fram við hugsanum um, hvussu koyrikortið hjá ungum [...] skilst, verður eisini arbeitt við einum uppskoti um nýggja kunngerð um koyrikortið. Útbúgvingin hjá bilførarum Sum kanska longu er lagt til merkis, so verður orðingin "útbúgving hjá bilførarum" nýtt í
Løgtingið er vitandi um, at Eysturoyartunnilin – um hann verður gjørdur á privatum grundarlag, so sum landsstýrið vil – verður 800 milliónir krónur dýrari, enn um tað verður tað almenna [...] løgtinginum, og tað er privata verkætlanin um tunnil millum Skálafjørðin og Havnina. Sambært landsstýrismanninum, so hevur løgtingið samtykt, at soleiðis skal tað verða, og tí kannar hann [...] kostnaðurin, um hann skal síggjast av brúkarunum yvir eitt 20 ára skeið, av hesi orsøk um 800 milliónir krónur hægri í dagsvirði. Hetta svarar til ein ferðaprís, sum liggur um 40 prosent hægri, enn um hann
nógvar mátar var talan um eina endurtøku í so máta mikukvøldið. At hetta so eisini er nakað, sum áskoðararnir hava vant seg við, tóktist greitt mikukvøldið. Talan var í øllum førum um eina hampuliga stóra [...] gestirnir samstundis vóru nøgdir við at halda fast um leiðsluna, so gjørdist talan ikki um tað mest áhugaverda fótbóltsspælið. Fyri báðar partar var talan tó um áhugaverd úrslit. Hjá EB/Streymi var hetta fyrsti [...] vinna seg úr kreppulíknandi støðuni, so var EB/Streymur helst ikki rætta mótstøðuliðið. Seinnu árini hava nevnliga víst, at skal tosast um nakað ræðslumótstøðulið hjá KÍ, so er EB/Streymur frammarliga í hesum
Fólkaflokkinum. Í so máta skulu vit einki taka frá teimum, tí tølini tala fyri seg. Tey bæði hava einsamøll nóg mikið av atkvøðum til ein flokk við trimum tinglimum, og so leiðis hava tey bæði [...] fór at halda fram sum floksformaður. Gott nokk gekk tað ikki so væl hjá honum persónliga, sum hjá Anniku Olsen og Jacob Vestergaard. Men longu valkvøldið kundi hann fegnast um at hava ført [...] fleiri av umboðum floksins um tinggátt. Í gjárkvøldið var so greitt, at ting- og landsstýrismanningin hjá Fólkaflokkinum innstillar Jørgen Niclasen til at halda fram í formanssessinum,
Men støðan er kortini ikki greiðari enn so, enn at eljustríðið heldur fram. Les eisini: Lyfti um Vágatunnilin skulu haldast Men nú Jørgen Niclasen situr í andstøðu, sigur hann, at hann fer framvegis ikki [...] lata vera, tí so verður tað so í øllum førum ikki felt. Hann sigur, at heldur enn at leggja uppskot fyri Løgtingið, væntar og vónar hann framvegis, at tað fer at bera til at finna semju um at avtaka bummgjaldið [...] uppskot fyri Løgtingið um, at bummgjaldið í Vágatunlinum skal takast av. Tað heldur Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin og vágamaður. Seinastu tíðina hevur verið eitt eljustríð um bummgjaldið í Vágatunlinum