starvi, til hann í 1999 valdi at siga lærarastarvið frá sær. Sangur og tónleikur hevur fylt nógv í lívi hansara. Hann hevur gjørt nógv góð løg og var eisini leiðari hjá Stranda sangkóri í nógv ár. Kórið [...] upptøkur sum javnan eru at hoyra í útvarpinum.. Arbeiðið innan kirkju og missión hevur eyðkent lív hansara. Hann hevur millum annað verið urguleikari í Sjóvar kirkju í stívliga 30 ár og verið í nevndum
sera væl við í tí kreppuni, sum hevur rakt Niger. Hann hevur tí sett í verk eina innsavning, hvørs endamál er at veita pening til hungursrakt smábørn í Niger. Hann hevur stovnað kontoir í øllum peningastovnunum [...] helt nógv av hesum vælútbygda landinum, og segði, at Føroyar vóru at meta sum eitt paradís. - Tað hevur hann so púrasta rætt í. Men spurningurin er so, um vit ikki kunnu lata eitt sindur av øllum hesum
spennandi dystir gjøgnum árini, men sum kappingarárið í ár hevur lagað seg higartil, so má Fleyr metast sum favorittur til at vinna dystin móti Fram, sum hevur víst seg at verða rættuliga óstøðugt og tí torført [...] oddaliðini hjá kvinnunum, Mjølnir og TB, skulu spæla á útivølli, meðan oddaliðið hjá monnunum, SÍ, hevur frí hetta vikuskiftið. Grannauppgerð í Havn Lítið man verða at ivast í, at kvinnurnar hjá Mjølnir [...] vinna á ÍF á Kambsdali sunnudagin, og tað er eisini ógvuliga sannlíkt, at so verður. Mansliðið hjá ÍF hevur ikki somu styrki sum áður, og tí eru føroyameistararnir úr Klaksvík greiðir favorittar. Botnliðið
myndugleikarnir hava fingið ábendingar um, at al-Zaeqawi hevur knýtt tættari samband við leiðaran í al-Qaeda, Osama bin Laden. ? Vit vita, at al-Qaeda hevur søkt av málum sum skúlum, leikhúsum og matstovum fyrr [...] viðhaldsmaður hjá al-Zarqawi hava sagt, at tað ber væl til at sleppa til USA at femja atsóknir, bara ein hevur nóg mikið av pengum við sær. Í Honduras ber til at fáa tey neyðugu pappírini, og haðani ber til at [...] atsóknunum har. Amerikanararnir hava lovað stóra finningarløn, verður hann avdúkaður, men higartil hevur tað verið til fánýtis. Tað sama er galdandi fyri Osama bin Laden, sum sambært amerikanarunum fjalir
Sambært ugandisku myndugleikunum hevur Harrans Mótstøðuherur skipað fyri fleiri tílíkum álopum í seinastuni. Myndugleikarnir halda, at ovastin hjá herinum, Vincent Otti, hevur fjalt seg í Sudan, men at hann [...] hann er komin til Uganda nú, og at hann hevur einar 300 væl vápnaðar menn við sær. Teir seinastu fjúirtan dagarnar hava myndugleikarnir fingið boð um fleiri álop hjá herinum, og allastaðni er framferðin [...] líka óhugnalig. Harrans Mótstøðuherur hevur stríðst ímóti stjórnini hjá Yoweri Museveni, forseta síðani 1988. Endamálið hjá herinum er at koyra forsetan og stjórnina frá og at skipa Uganda eftir einari
Vinther, nú Faroe Seafood hevur keypt alt virksemið hjá P/F Beta, sum hevur tveir lutfalsliga nýggjar ísfiskatrolarar og letur tveir trolarar aftrat byggja. Umframt hetta, hevur felagið tvey ísfiskaloyvir [...] Fiskivinna - Eg haldi, at tað hevur verið minkandi við fiskaarbeiði kring um á virkjunum í seinastuni, og eg trúgvi ikki, tað verður verri, um nøkur virkir keypa sær rávørugrundarlag skip og fiskidagar
hesaferð er føroyski súkklarin Gunnar Dahl-Olsen, sum hevur fyrireikað seg væl til kappingina. Hann hevur verið í feriu uttanlands, men part av tíðini hevur hann brúkt til venjing, og hann er væl fyri til [...] er støðan als ikki, sigur súkklarin Sverri Mohr Edvinsson. Statoil kring Føroyar súkklukappingin hevur einki serskilt dopingeftirlit, men Ítróttarsamband Føroya kann taka royndir til kappingina, og stórur
Florescu, sum byrjaði kappingarárið í Klaksvík, hevur vant við NSÍ, og hann skal verða ein av teimum, sum er upp á tal í NSÍ. Jónstein Petersen, sum hevur spælt í vinstru, er farin av landinum og verður [...] verður burtur eina tíð, og tí er tað upplagt við Iulian sum avloysara fyri hann. NSÍ hevur annars allar spælararnar tøkar til dystin sunnudagin. VB/Sumba skiftir aftur Suðuroyarliðið í Formuladeildini er øðrvísi [...] seinast. Dan Djurhuus og Evrard Ble høvdu báðir leikbann, og teir kunnu spæla í Runavík, men hinvegin hevur serbiski verjuspælarin Dimitrij Jakovic leikbann eftir reytt kort, og hin serbiski spælarin er ivasamur
framføra. Hann hevur ein singer/songwriter stíl, og hann hevur millum annað framført í sendingini Innrás í Rás 2. Beinta og Ingi eru triði bólkurin, sum verður á konsertini. Ingi hevur millum annað spælt [...] spælt við Braquet, og Beinta hevur sungið við fleiri bólkum - har ímillum VOX. Fjórði og síðsti bólkurin eru Direct Level. Teir eru vorðnir kendir, eftir at teir hava spælt til Gospel Prix, Prix Føroyar
Leo Johannesen. Tjóðveldisflokkurin hevur fyrr lagt uppskot fram um at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar. Sambært Høgna Hoydal, formann Tjóðveldisfloksins, hevur hetta málið leingi verið eitt hjartamál [...] at kommunan missir arbeiðsplássini. - Men Havnin skal nokk yvirliva, og ongin ivi er um, at hetta hevur stóran týdning fyri menningina av Tvøroyri og Suðuroynni, so tað fegnist eg sjálvsagt um, sigur Heðin [...] hjartamál hjá flokkinum, og serliga Hergeir Nielsen hevur ofta talað fyri tí. - Samgongan velur sjálvsagt at flyta Strandferðsluna, tí valið nærkast. Nú mugu teir finna okkurt at bjóða, skulu teir gera seg galdandi