Tað er synd at siga, at tað hevur vignast væl hjá EB/Streymi á nýggja vøllinum í Hólmanum á Eiði. Higartil í ár hevur liðið sjey ferðir spælt á heimavølli, og bara í fyrstu royndini – ímóti B36 – eydnaðist [...] eydnaðist tað at vinna. Tá var úrslitið 3-2. So skal leggjast aftrat, at talan bara hevur verið um eitt tap – ímóti HB. Hinir fimm dystirnir eru endaðir við javnleiki. Í dag fáa teir í EB/Streymi vitjan av [...] at møguleiki er fyri, at gongdin kanska fer at venda. Tað kemur illa við, at Gilli Samuelsen, sum hevur verið eyðsýndasti spælarin, er farin aftur til B36. Martin Tausen er burturstaddur, og Asbjørn Heðinsson
tey hava gjørt eitt ára sáttmála við venjaran. - Slavisa Tomic hevur spælt flogbólt í bestu deildini í Bosnia og í Serbia í fleiri ár og hevur harumframt verið venjari hjá ungdómsliðum í heimbýnum, Zvornic [...] býurin, ið liggur báðumegin markið millum Bosnia og Serbia. Slavisa er útbúgvin ítróttarlærari og hevur m.a. arbeitt á flogbóltsskúla, skrivar Fleyr í tíðindaskrivi. Upplýst verður, at nýggi venjarin fer [...] spæla flogbólt, og at besta mansliðið og dreingjaliðini fáa neyðugan styrk, skrivar Fleyr. Fleyr hevur frammanundan gjørt sáttmála við Kristian Mikkelsen at venja bestu kvinnuliðini í felagnum. Fleyr fer
sjóvarmálanum, men til fánýtis. Fólk hevur eisini leitað á landið, men hava heldur einki funnið, og tey eru nú givin. Bilurin hevði føroyskar nummarplátur, men løgreglan hevur onga ábending um, hvør kann hava [...] hava koyrt hann, ella um nakar hevur koyrt hann. Hann hevði automatisk gir og tey stóðu í frígir. Løgreglan hevur tosað við eigaran, men hann plagar at læna fólki bilin, so tað eru fleiri, sum brúka hann
Nielsen vann greitt, og hevur nú forsvarað heitið sum Føroya sterkasti maður fimta árið á rað. Hann gjørdist nummar eitt í øllum greinunum, og hetta er fyrstu ferð, hann hevur vunnið allar greinarnar. [...] Tað virkar ikki sum, at nakar klárar at steðga Bjarna Nielsen, og tað hevur hann staðfest í dag. Føroya sterkasti maður var glaður fyri at hava forsvarað heitið. - Tað kennist super at hava vunnið. Tað [...] ætlaði at vinna tíggju ferðir, sigur Bjarni Nielsen. Bjarni Nielsen er í toppformi í løtuni. Hann hevur júst luttikið í kapping í Danmark, har hann gjørdist nummar tvey. Um tvær vikur skal hann til Svøríkis
Eftir 10 dystir í Betri deildini hjá monnum, hevur 07 Vestur bara fingið eitt stig. Eftir 3-0 ósigurin á heimavølli fyri Suðringum, eru vágamenn púra einsamallir í botninum, men venjarin, Pauli Poulsen [...] Poulsen, situr tryggur í sessinum. - Tað hevur ikki verið upp á tal at skifta venjaran. Vit hava fokus á øðrum tingum her í felagnum. Alt tað grundleggjandi í felagnum er í ordan. Tá hugsi eg um ungdómsarbeiðið [...] heild er væl rikið. At tað legst afturat við ungum spælarum, men at stór útskifting á besta liðnum hevur gjørt uppgávuna torføra. - Eg haldi, at vit skulu halda fast og stuðla felagnum, so vit ikki enda
In.fo hevur í kvøld frætt frá skiparanum á Ågot, Hjalturi Poulsen, sum er á veg heim úr Grønlandi. Skipið hevur verið í Grønlandi tað mesta av einum hálvum ári, og tað er eitt hálvt ár, siðan skipið loysti [...] loysti í Klaksvík. Hesar mánaðirnar í Grønlandi hevur Ågot ligið inni í Umanak-fjørðinum og tikið ímóti svartkalva frá grønlendskum jollu-fiskimonnum. Svartkalvin, sum gjørdist umleið 1200 tons tilsamans [...] tilsamans, er frystur umborð og landaður upp í frystibingjur í Grønlandi. Hetta hevur verið ein langur teinur hjá Ågot og manning heim úr Grønlandi, og nú teir í nátt nærkast landi í Føroyum, hava teir lagt heilar
Rasmussen, var leikbannaður. Nú er hann tøkur aftur. Tað hevur ljóðað, at Súni Olsen fer at spæla við í tveimum teimum síðstu umførunum, men hann hevur vant millum lítið og einki saman við liðfeløgunum. -Vit [...] 3-1 tapið á Argjum fyri tveimum vikum síðani svíður í Klaksvík, har flaggskipið ikki sjálvt hevur møguleikan at vinna FM heitið. Tað er neyðugt at vinna fulla úrtøku ímóti B68 á heimavølli og í Fuglafirði [...] Eliesar Olsen. Damir Ibric Yüksel er knæskaddur, og Evrard Blé er burturstaddur. Albert R. Johannesen hevur eisini verið skaðadarvaður.
ella misnýtir, sigur Jákup Sverri Kass. Jákup Sverri Kass heldur ikki, at hann hevur borið seg skeivt at í málinum. Hann hevur eisini skipað fyri tíðindafundum fyri Atlantsflog á sama hátt. - Vága Floghavn [...] Jákup Sverri Kass sigur, at tað bilar ikki, at fólk hava fingið at vita, at hann hevur keypt ferðaseðlar fyri SAS, men at hetta eigur ikki at koma fyri. - Tað er eitt trúnaðarforhold millum kunda og seljara [...] Floghavn er ikki í parti við einum ávísum flogfelag. Vit eru hvørki í parti við Atlantsflog ella SAS. Nú hevur forholdið millum okkum verið sera gott, men tað er øgiliga skjótt, at pílarnir verða skotnir eftir
Vælumtókta forsetafrúgvin í USA, Michelle Obama, er farin í herna fyri Hillary Clinton. Michelle Obama hevur seinastu átta árini í Hvíta Húsinum fyri tað mesta ikki drivið partapolitikk, men nú er hon komin [...] pallin sum eitt av sterkastu kortunum hjá Hillary Clinton í dystinum móti Donald Trump. Michelle Obama hevur serstakliga ført valstríð fyri Clinton í sokallaðu svingstatunum – tað eru teir statir í USA, sum [...] at hjálpa demokratiska forsetavalevninum við at vinna statin frá Republikanska flokkinum Arizona hevur seinastu fýra valini valt eitt republikanskt valevni, men hesaferð eru nógvir konservativir veljarar
vakuum millum landið og kommunurnar, har hvørgin partur hevur verið sinnaður at átaka sær ábyrgdina av at veita teimum nøktandi hjálp. Landið hevur sagt, at demensøkið hoyrir til eldraøkið, sum er lagt út [...] vnd niður at viðgera spurningin, og herfyri kom nevndin til ta niðurstøðu, at tað er landið, sum hevur ábyrgdina av teimum og tí skyldu at veita teimum nøktandi hjálp. Nú tekur Almannaverkið so fyrsta [...] slíkt dagtilhald er, at tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, fylgdu hølini eisini við. Tískil hevur Almannaverkið eingi egnaði høli í løtuni. Fyribils er talan um eitt ella tvey dagtilhald í Havn, men