umfar, og hvussu landskappingin fer at enda. FM1 hevur eisini beinleiðis frásøgn frá dystinum millum Víking og EB/Streym, sum verður í kvøld klokkan 18. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, so kanst senda [...] klokkan 15 til 17 verður Sportboxin á skránni á FM1. Tað hendir nógv í føroyskum ítrótti í løtuni og tí hevur FM1 rullað Sportboxina fram í dag. Í fyrra tímanum verður tosað um dart, flogbólt, hondbólt og altjóða [...] frá hvat fyrigongur í flogbóltsheiminum. Flogbólturfinalurnar í steypakappingini hava verið og ÍF hevur fingið nýggja høll at spæla í. Tað hendir eisini ótrúliga nógv í hondbóltsheiminum. Føroyar skulu
Samstarvið um kappingina hevur verið framúr gott, og er tiltakið ment øll árini. Eitt er Faxe Kondi kappingin sjálv, eitt annað er landsliðini og føroyski hondbólturin sum heild, sum hevur tikið risafet seinastu [...] gleða seg til. Vit eru ógvuliga glað fyri góða samstarvið tið P/F Poul Michelsen og Faxe Kondi, sum hevur ment kappingina og tiltakið til tað, tað er í dag, – eitt tiltak spælarar, feløg, dómarar, áskoðarar [...] áskoðarar, fjølmiðlar vilja standa saman um, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF. Faxe Kondi hevur verið steypakappingarstuðul hjá HSF síðan 2015 og er nýggi sáttmálin fyr Faxe Kondi kappingina galdandi til
Amerikanski forsetin, Joe Biden, sum í kvøld hevur kunnað um Ukraina-støðuna eftir at hava snakkað við sínar sameindu í Nato, segði, at allar orsøkir eru til at halda, at Russland ein av komandi døgunum [...] døgunum fer at leypa á Kiev, sum er høvuðsstaður í Ukraina. Joe Biden heldur, at Vladimir Putin hevur tikið støðu til at gera innrás í Ukraina, og hann heldur, at russiski herurin fer at leypa á Kiev, sum er [...] Joe Biden kortini ikki, at møguleikar enn eru fyri diplomatiskum loysnum, tí, sum hann segði, so hevur Russland framvegis møguleikan at velja diplomati. Uttanríkisráðharrin í USA, Antony Blinken, skal
tíðina hevur talið á smittutilburðum sett met dag um dag. Í løtuni er smittutalið 9,4 prosent. Tað merkir, at 9,3 prosent av teimum, sum verða kannað, eru smittað við koronu. Landslæknin hevur áður sagt [...] allarhelst undir 1,5. Í gjár vóru 382 nýggir tilburðir við koronu staðfestir og hesa seinastu vikuna hevur miðal talið á nýggjum tilburðum verið 233 tilburðir í miðal. Bjarni á Steig, ráðgevari hjá myndugleikunum [...] Trýst á pílin undir myndini og hoyr koronuráðgevaran greiða frá á FM1 um, hví hann heldur at tað hevur so stóran týdning at ansa eftir. Í samrøðuni vísir Bjarni á Steig til r-talið. R-talið er eitt tal
Í morgun hevur fólkatingsmaðurin Hans Kristian Skibby meldað seg úr Danska Fólkaflokkinum. Tá upplýsir hann fyri Berlingske og TV2. – Avgerð mín er tikin tí, at samstarvið í fleiri ár hevur verið sera [...] borg, har innanhýsis svik, slatur, undirgravandi mótarbeiði og nú ein sterkur leiðslustílur, sum hevur gjørt tað ógjørligt hjá mær at halda fram í flokkinum, skrivar Skibby í eini viðmerking til Berlingske [...] eykalandsfundi í januar vann Messerschmidt formansuppgerðina ímóti Henriksen og Merete Dea Larsen. Síðani hevur eisini Martin Henriksen, sum í mong ár var framsøgumaður í útlendingamálum hjá flokkinum, meldað seg
árini, hevur hann verið stjóri á fyritøkuni Looknorth í Klaksvík. Sólvit Nolsø er 36 ára gamal og býr í Havn. Hann er giftur Erlu Bech Nolsø og tey eiga trý børn. Sólvit er stjórnmálafrøðingur og hevur seinastu [...] apríl í fjør, hevur hann verið í starvi sum skrivari hjá tingbólki Fólkafloksins. Teir báðir nýggju landsstýrismenninir koma báðir uttanífrá. Nýggja innstillingin av landsstýrisfólkum hevur við sær, at Annika
og Týsklandi eru betur, enn tær hava verið, og Pólland hevur eisini í fleiri ár mist nógva arbeiðsmegi, sum landið hevur brúk fyri. Sjálvur hevur rørleggjarin arbeitt í Noregi síðan 2011, og hann merkir [...] Noreg er minni attraktivt fyri póllendingar. Hetta byrjaði fyri nøkrum árum síðan, men farsóttin hevur ikki gjørt tað betur. - At arbeiða í øðrum landi er avbjóðandi, bæði av mentanarligum ávum og við
nýggi spælarin, sum hevur skrivað undir sáttmála, ið ber við sær, at hann í 2022 fer at spæla við 07 Vestur. Felagið skrivar soleiðis á heimasíðu síni í kvøld. Magnus Powell hevur staðið á odda fyri 07 [...] leikarunum hjá kappingarneytum okkara. Í alt hevur Ronni hesi fýra árini í Føroyum leikt 95 dystir í Betri Deildini, umframt 9 í steypakappingini. Hann hevur skotið 15 mál, sirivar 07 Vestur á heimasíðu
at Jákup á Borg var givin sum venjari í B36. Í summar hevur ljóðað, at Jákup hevur fingið fleiri áheitanir um at vera venjari, og at hann hevur borið seg undan. Eitt nú varð fyri stuttum heitt á hann [...] undir niðurflytingarstrikuni. Næsti dystur hjá EB/Streymi verður sunnudagin á útivølli ímóti NSÍ. NSÍ hevur fyrr í ár vunnið 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og tá ið NSÍ var gestur í Hólmanum á Eiði, vann
við 17 stigum, og ÍF er á níggjunda plássi við 12 stigum. 07 Vestur hevur spælt 18 dystir, og ÍF, sum eigur útsettan dyst ímóti HB, hevur spælt 17 dystir. Tá ið 07 Vestur í triðja umfari var í Fuglafirði [...] Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Fløtugerði í Fuglafirði, har ÍF í lykladysti í botnstríðnum hevur vitjan av 07 Vestur. Hetta er fyrsti dystur hjá ÍF, síðani tað í vikuni varð boðað frá, at tveir kendir [...] tað seinastu ferðirnar. Haraftrat er Bogi Reinert Petersen aftur á ÍF miðvøllinum, eftir at hann hevur verið leikbannaður síðani reyða kortið, hann fekk, tá ið ÍF tapti 1-0 í Sørvági. Hjá 07 Vestur er