fram fyri løgting og almenning, so mugu allar góðar kreftir savnast til tess at fáa broytt støðuna til tað betra. Tað eru tíggju ár, til vit skulu verða millum heimsins fremstu tjóðir ikki minst á útbúg [...] øktar játtanir og at tilfeingi verður sett av til at framleiða gott tíðahóskandi lærutilfar, at bøta um skúlabygningar, til eftirútbúgving og ikki minst til ein endurnýggjaðan læraraskúla. Um lands- og [...] Taka vit ikki hetta takið, so fer tað at svíða til framtíðina og tað kann gerast so dýrt, at vit ikki rísa undir tí. Tá verður eisini ringt at liva upp til Visón 2015, sum hetta landsstýrið hevur sett út
ikki, hvussu tað heili hevði gingið fyri seg hesa náttina, men at annar av teimum ákærdu hevði ringt til sín dagin eftir, og biðji um umbering fyri tað, sum var hent. Eitt annað vitni, sum ikki var partur [...] ikki alt, sum fór fram hesa náttina. Tí nokta teir seg fyribils sekar í ákærunum. Fiskiprát gjørdist til rok Báðir minnast teir tó so mikið sum, at teir vóru í býnum hesa leygarnátt, og at teir uttan fyri [...] partur av rokinum, gav eisini frágreiðing í rættinum í dag. Hann mintist tó ikki so nógv til hesa náttina, tí tað er so langt síðani tað hendi. Tó váttaði hann, alt sum ákærin las upp úr frágreiðingini,
man fara at megna at røkja sessin. Í Føroyum er mangan ringt at fáa dugnalig fólk at stilla upp, og tað er ein royndur lutur, at mong valevni til løgtingið frammanundan hava fingið sínar politisku royndir [...] aðrar reglur skulu til enn tær, sum longu er í vallóggávuni. - Tíverri eru vit í Føroyum alt ov illa roynd av, at politikarar ikki virða tað, sum í øðrum londum verður mett at hoyra til vanligar fólkaræðisligar [...] kommunustýrinum hava álit á at gera borgarstjóri. Sama fólki kann so eisini fáa álit frá veljarunum til at umboða tey á Løgtingi. Men kortini ætlar Annika Olsen at tileinkisgera hesa álitisváttan við eini
við Hendrik Old í nógvum førum. - Tað er neyðugt at hava røktarheimspláss til fólk, sum av álvara hava tørv á tí, serliga til minisveik, sigur hon. Sí fleiri myndir frá ráðstevnuni hjá Landsfelag Pens [...] Johansen, formaður í pensjónistafelagnum í Havn, og nevndarlimur í Landsfelag Pensjónistanna, gjørt seg til talsmann fyri. Men hetta er eitt mál Hendrik Old undir ongum umstøðum tekur undir við. Hann vísir á [...] eru so væl fyri. Hendrik Old sigur, at veruleikin er, at nógvir pensjónistar, sum fara á røktarheim til umlætting, vilja ikki heim aftur, tí tey hava so stóran ampa av at vera einsamøll heima. - Og tey
hann sjálvur hevur gjørt. Til søguna hoyrir jú eisini, at landsstýrið – tá Atlantsflog varð sett á børsin – staðfesti, at hetta bert var fyrsti liður í eini einskiljingartilgongd. At landsstýrið [...] aðalfundinum í 2012 samtykti at Johan Dahl, at setast skuldi ein nevnd, sum skuldi tilnevna uppskot til nýggjar nevndarlimir. Hendan samtykt varð mett so týdningarmikil, at hon varð fráboðað Børsinum [...] landsstýrismannin, hví hann brýtur reglurnar, sum hann sjálvur hevur samtykt – og velur Niels Mortensen til formann – beint ímóti einmæltari innstilling, so fýsir landsstýrismaðurin bara arrogant at
samtykti Altingið at siga upp sáttmálan við danir. Samtykt varð at evna til stjórnarskrá fyri lýðveldi Íslands. Hon var løgd fyri fólkið til støðutakan dagarnar 20.-23. mai 1944. Valluttøkan var 98 %. Av teimum [...] ára dagin fyri fullveldinum. Her á 62. breiddarstigi og 7. longdarstigi stendur hampiliga til – eingi óár til veður, grøði, skurð ella fiskiskap. Vit bora og spreingja oman sjóvar og undir havsins botni [...] sum enn er met. Katla goysti. Heimsbardagin fyrri var júst hæsaður av, og spanska sjúkan gekk so ring, at um fimm hundrað fólk doyðu av henni. Sunnudagin 1. desembur hetta árið savnaðist stór mannfjøld
sagt, at báðir flokkar eru á vegamóti. Sjálvstýrisflokkurin er gamal flokkur, hvørs røtur ganga aftur til 1906. Upprunaliga var Sjálvstýrisflokkurin flokkur við sjálvstýri og sosialum rættvísi i skildri. Men [...] grundaðir flokkar hevði gamli Sjálvstýrisflokkurin ein radikalan og ein konservativan vong, og hetta elvdi til so stóra spjaðing í flokkinum, at hann í trýatiárunum klovnaði. Hóast talveikur á tingi hevði Sjál [...] Flokkurin hevur nú eins og áður markerað seg við einstøkum málum, sum skulu draga nýggjar veljarar til. Landsfundurin verður eitt gott høvi at endurskoða og meta um hesa strategi. Hvat fyri samfelag fáa
ímóti einum liði, sum var betri enn vit og sum eisini hevur heimsins besta fótbóltsspælara. Tillukku til Barcelona – teir vóru betri enn vit, segði venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger eftir dystin. Nicklas [...] á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, men so tóku Barcelona og Lionel Messi yvir. Fyrst smekkaði Messi til uttan fyri brotssteigin og javnaði. Løtu seinni varð hann spældur leysur í brotssteiginum og legði [...] triðja mál og harvið hattrick. Hann bleiv spældur leysur og lyfti bóltin upp um Arsenal-málverjan til 3-1. Í seinna hálvleiki royndi Arsenal at koma seg, men Barcelona vardi væl fyri og hótti javnan í
fáa kantinur við heilsugóðum mati til børnini. Samstundis eigur upplýsing um heilsugóðan mat at verða styrkt, og undirvísingartilfar eigur at vera gjørt til dagstovnar og skúlar. – Sambært kanningum [...] at fáa 13 sløg av krabbameini enn onnur eru. Og sum heild verður mett, at fiti er ein høvuðsorsøk til, at alsamt fleiri fólk fáa krabbamein. Tað staðfesta tey, sum hava skrivað nýggju krabbameinsætlanina [...] føroyingum, viga alt ov nógv og av londunum rundan um okkum, er tað bara í Íslandi, at støðan er líka ring sum í Føroyum. Kanningar vísa somuleiðis, at eisini børnini í Føroyum viga meiri enn børnini í øðrum
skilið framvegis ringt og støðan er so vánalig, at hon kann ikki góðtakast. - Eldrarøktin er framvegis í kreppu, staðfestir hon Hon vísir á, at einasta mun, eykajáttanin hevur ført til, er náttavaktirnar [...] hevur ført við sær, at tað er bara í dagtímunum frá 9-13, at trý starvsfólk eru til 12 búfólk. Annars eru bara tvey starvsfólk til arbeiðis allan seinnapartin og alt kvøldið og um náttina er so bara ein náttarvakt [...] eftir at sleppa í song og at sleppa upp og skulu tey hjálpast á wc, mugu tey eisini bíða til starvsfólk hava tíð til tað. - Tað er ófatiliga óvirðiligt, sigur hon. Men støðan ger, at tey avvarðandi føla seg