millum HB og B36 var ein maður liggjandi eftir í brotsteiginum hjá B36. Tað var Bárður Johannesen, sum var farin fram í hin brotsteigin í eini roynd at fáa útjavnandi málið, og í rokinum inni í brotsteiginum [...] 1. liði. ? Vit hava havt nógar skaðar í ár, men vit hava ein breiðan hóp, og tað hjálpir okkum ikki at grenja um tað, tí tað hendir hjá øllum liðum, sigur Frank Skytte. [...] ? Tað sær ikki gott út. Hann gongur á høkjum, og eg rokni ikki við honum, nú vit fyrireika okkum til dystin móti KÍ, sigur Frank Skytte, venjari hjá HB, tá hann verður spurdur um støðuna hjá málverjanum
fríðkað um við gøtum og benkrum, og tað var Jákup Leo, sáli, ið stóð á odda. - Nú bar til at spáka sær ein hugnaligan túr í plantasjuni, mitt í býnum, meðan tað áðrenn, nærum var ógjørligt at vinna sær vegin [...] tikið til sín. ##med2## Í 2011-12 hendi tað sama, tá umleið 80 trø vórðu skadd. Børkurin varð tikin av fleiri trøum og førdi tað við sær, at fleiri trø doyðu. - Tað skal vera okkara inniliga áheitan til [...] funnið út av, at onkur hevur verið inni í plantasjuni við Sjúkhúsið við øks og skatt fleiri trø. - Trøini hava tikið ein mannsaldur at røka støddina, tey hava í dag, men tað tekur bert eina løtu at oyðileggja
hálvleikum íroknað, er ikki minst umráðandi, at ein tryggur skansi er aftan fyri teir í málinum. Og tað var tað í gjárkvøldið, tá Jóan Pauli Dahl Jakobsen vardi føroyska U21-málið. Í fyrra hálvleiki vóru russisku [...] tølum á máltalvuni: 1-0 til Føryar! – Hetta var heilt fantastiskt og heilt ótrúliga stórt. At fáa trý stig í dag, er heilt ótrúligt, men tað vísir seg, at tað hevur givið úrslit hjá okkum, at vit hava arbeitt [...] ein bjarging við fótparadu, ein í fullari longd og annars myndugleiki inni á strikuni gjørdu sítt til, at bólturin ongantíð fór inn. Tað eydnaðist Jóan Paula at halda føroyska málið reint allan dystin á tamb
vitað tað, um nakað var, sigur Beate L. Samuelsen. Afturat hesum vilja tær báðar ikki upplýsa alt ov nógv, men tær staðfesta, at tað er skuldin í felagnum, sum gevur stórar avbjóðingar og at tað hevur [...] arnar á Dimmalætting, staðfesta, at tað ikki vera tær, sum fara at seta pening í Dimmalætting fyri at fáa skuldina niður. Hetta siga tær í kjalarvørrinum av, at tað í fyrradagin kom fram, at stórar umleggingar [...] sigur Lisbeth L. Petersen. Hon leggur eisini afturat, at enn eru ognir í felagnum, sum tað ber til at selja. Tað hevur ljóðað at starvsfólk á Dimmalætting skuldu taka seg saman og gera okkurt, men hetta
hava í longri tíð havt valstríðið til Løgtingið klárt, men tað er greitt, at vit hava eftirmett úrslitið av fólkatingsvalinum. Eitt av høvuðsmálunum verður at steðga minkingini í fólkatalinum, og tað skal [...] Tað kom helst óvæntað á hjá teimum felstu, at Tjóðveldi frá at vera størsti flokkur til seinasta løgtingsval, bert var fáar atkvøður frá at enda sum fjórðstørsti flokkur til fólkatingsvalið. - Vit hava [...] Høgni Hoydal. Eisini málið um brúksskyldu varð mist á gólvið. - Har hendi jú tað, at flokkar lupu frá gjørdum avtalum, og tað er ógvuliga harmiligt, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at uppstillinginí flestu
. Hann mundi vita sum var, at júst hesi ungu hava verið óvanliga tolin og næstan ikki hildu tað kunna passa, at tey nú umsíðir hava fingið sítt egna hús. "Osar av trivna" Tað var nú eisini ringt at trúgva [...] ungar tónleikarar í býnum. - Tað er jú ikki serliga langt síðani, at Klaksvík var tað staðið, har ein spennandi bólkur fyri og annar eftir kom frá, men seinnu árini hevur tað verið heldur tómligt á tí økinum [...] "Gerið so væl tit. Hetta er tykkara hús og verið nú góð við tað". Tað sá út til at passa teimum ungu fínt, at borgarstjórin hevði valt eina so ultra stutta røðu til høvið, tá hann í gjárkvøldið umsíðir
á dyr. Hann læsir úthurðina, so skjótt hinir báðir eru uttanfyri. Í dag var tað ikki so ringt at læsa, sum tað kann vera, tá tað er illveður, sigur Niels Edvard Olsen. Herbergið: hevur opið frá klokkan [...] og hevur verið tað síðani 1998. Ein annar, sum eisini hevur verið á herberginum, síðani tað lat upp, er Margar. Margar Djurhuus Jacobsen, ein 35 ára gamal heimleysur føroyingur. Margar var nummar 23, sum [...] vil fegin greiða frá sínari støðu, og samstundis vinnur hann eina løtu afturat inni í fjálga køkinum á herberginum, áðrenn tað steingir. Klokkan er farin av tíggju fyrrapartin, og tá steingir herbergið vanliga
kosta einar 6-8 miljónir krónur. Síðan 1989 Tað var í 1989, at Havnar Timburhandil keypti Snikkaravirkið á Kambsdali. Tey fyrstu árini helt virksemið, sum var í bygninginum, fram á sama hátt sum frammanundan [...] nýggja bygninginum verður ríkiligt av plássi, bæði inni og úti. Hann vísir á, at Havnar Timburhandil fer at snøgga økið uttan um bygningin, soleiðis at tað verður reint og nossligt, tá ið handilin letur upp [...] Tunnilin týdning Heini dylur ikki, at tað hevur týdning fyri avgerðina at byggja nýggjan timburhandil á Kambsdali, at tunnilin undir Leirvíksfirði nærkast. - Jú, tað er so avgjørt, at vit høvdu hetta frambrot
fáar framførslur. Tað eru sum sagt so nógvir av hesum gentubókunum, men tað eru bert nakrar fáir, ið koma út um tað bretska markið. Men tað er øgiliga strævið at ferðast á henda hátt, tað er eins og tú byrt [...] Tað er bítandi kalt, og nógvur vindur er á parkeringsøkinum hjá Hotel Føroyum. Ikki so, tað er ikki nakað óvanligt fýri ein leygardag í februar. Men inni í fjálgu forhøllini á gistingarhúsinum sita nakrir [...] til oktober. Vit hava tað stuttligt, men so skjótt sum vit ikki hava tað stuttligt, fara vit helst at gevast. Hetta arbeiði hevur eins og øll onnur sínar góðu og ringu síðir. Tað góða er, at vit sleppa
sigur Hans Pauli Strøm. Hann sigur, at tað er ein treyt við húsinum, at tað skal brúkast til almanna endamál og tí heldur hann, at tað eisini hevði verið góðtikið, at tað verður brúkt til sjúklingahotel. - [...] sum í øllum øðrum stórbýum, at tað er sera torført at fáa fatur á hølum, sum liggja væl fyri. Sostatt er enn óvist at siga, nær tað ber til at fáa fatur á húsinum, ella um tað eydnast at fáa fatur á húsinum [...] sjúklingar í Danmark munandi betri umstøður. Tað hevur leingi verið ein sannroynd, at Hotel Tórshavn í Keypmannahavn er alt ov lítið til at nøkta tørvin. Tað er eisini staðfest, at umstøðurnar á hotellinum