beinið. Um vánirnar hjá Óla fyri at fáa sáttmála, sigur hann, at tær sum heild eru góðar. - Óli hevur nú eina viku at prógva, at hann er rætti maðurin, og hildu vit ikki, at hann hevði møguleikan, so høvdu [...] landsliðsúttøkuna, at Óli Johannesen hevði givið avboð til ferðina til Malaga. Orsøkin til hetta var óviss, men óváttað leysatíðindi vóru tó at hoyra um, at Óli allar helst skuldi til Kina at royndarvenja. [...] royna at fáa sáttmála. Spurdur um støðið í kinverskum fótbólti sigur Romel, at hetta er støðugt hækkandi. - Fótbóltur er ikki tað, sum hevur havt størsta fólksliga áhugan í Kina, men hetta er nú um at broytast
, halda tey, at tann stóri munurin stendst av, at skrásetingin hjá myndugleikunum er ikki nóg góð, men ein orsøk er ivaleyst eisini, at almennu skúlamyndugleikarnir hava lítlan áhuga í at nema við evnið [...] stjórnini frá, at tað ber ikki til at taka av tey 480 skrivstovustørvini, sum stjórnin ætlar at spara burtur innan dómsvaldið næstu fimm árini. Stýrið sigur seg hava roknað seg fram til, at umleið 100 størv [...] sigur, at ætlar stjórnin at taka meiri enn umleið100 størv av, fer tað at darva einari tí, sum stýrið kallar eina rímiliga menning í teimum donsku dómstólunum. Vænta ófrið Felagsskapir, sum ætla sær at skipa
misfatast. At spæla fornermaður og lata sum um, at eingin í Føroyum kundi funnið uppá at flokka føroyingar í ?rættar føroyingar? og onnur, er at stinga høvdið í sandin. Lýsingin í gjár vísir, at onkur ? um [...] føroyskur enn aðrir. Slíkt átti at fingið allar alarmklokkur at ringt og átti at givið orsøk til sjálvrannsakan millum tey, ið hava gjørt lýsingina og eisini átti Tjóðveldisflokkurin at umhugsað, hvat fyri boðskap [...] málinum er, hvussu tað ber til, at nakar yvirhøvur finnir uppá at gera eina slíka lýsing. Lýsingin tosar ikki til tað hægsta í okkum menniskjum og sigur beinleiðis, at ein politiskur flokkur ella floksformaður
Høgni Hoydal sigur, at Landsstýrið er ikki kunnað um broytingar í nevndini í Framtaksgrunninum, sum má metast at vera ein tann týdningarmesta nevndin í Føroyum. ?Eg hvørki havi ella ætli at leggja meg út í [...] hjá Framtaksgrunninum. At løgmaður er kunnaður, ger als ikki arbeiðið hjá landsstýrismanninum meira trúverdugt, sigur hann. Hann sigur, at tann regla er galdandi í landsstýrinum, at kunnað verður um setanir [...] í gjár, bendir alt á, at hann als ikki skilur, hvør uppgávan hjá honum er - og at hann ger sínar gerðir upp eftir berum partapolitikki, sigur varaløgmaður. Høgni Hoydal sigur, at tann stóri trupulleikin
r verið noyddur at vant seg við, at hann hevur fingið nýggjan lit. Eftir at Strandfaraskipini hava verið svørt og hvít í mansaldrar, gjørdi Strandferðslan fyri nøkrum árum síðani av at skifta lit.Síðani [...] og av tí, at tann blái liturin er hálaður longri upp, fær tað skipið at síggja styttri út. Smyril aftur í dokk í heyst Men fyribils verður tað ikki so leingi, at Suðuroyingar kunnu fegnast um at hava Smyril [...] umborð. Tí verður neyðugt at fáa Smyril aftur í dokk í heyst, áðrenn veturin byrjar og tað fer væntandi at taka einar fýra vikur at umvæla finnurnar. Tað tekur tríggjar mánaðir at fáa teir eykalutirnir, sum
samkomu í samband við, at seinasta skotið í tunlinum varð skotið í januar, at hann væntaði at kunna geva vágafólki eina stóra jólagávur í ár. Tað lyftið heldur hann við at boðað frá, at tunnilin verður klárur [...] klárur tann 26. november. Hann sigur eisini, at hann hevur alla grund til at halda, at tað fer at verða so. Tí arbeiðið gongur væl, og alt er, sum bendir á, at tað verður liðugt til ta tíð. Tíðindafundurin [...] nevndarformaður í P/F Vágatunlinum hevði stórtíðindi at bera á tíðindafundi á Ellisheiminum í Miðvági í gjár. Spurningurin um, nær tunnilin verður klárur at taka í brúk, hevur verið á hvørjum munni í Vágum
Per Bøe, at talan er um so mikið av gulli á staðnum, at tað er als ikki óhugsandi, at tað kann loysa seg at útvinna tað. Sambært Per Bøe hevur Sigbjørn Johnsen verið heppin, tí tað er sjáldsamt at finna gull [...] fakligi landsfelagsskapurin hevur skipað fyri, at 62 prosent taka undir við, at londini í Eysturevropa koma upp í ES. 24 prosent eru ímóti. Tað er lítið at ivast í, at úrslitið kemur donsku stjórnini væl við [...] avn, tá ES fer at halda toppfund í býnum í heyst. Í gjár kom fram, at løgreglan eisini umhugsar at flyta umleið 1000 gomul fólk úr ávísum býarpørtum, gerst tað neyðugt hjá løgregluni at steingja gøturnar
Hann segði í samrøðu við Sosialin, at orsøkin til hetta stigið var, at hann kendi tað sum um, at hann lítla og onga ávirkan hevði sum andstøðulimur, og hann vildi, at veljararnir skuldu kunnu fáa ávirkan [...] harmaðust um, at Tórfinn Smith var farin úr minnilutanum og upp í meirilutan. ?Vit harmast um, at Tórfinn Smith hevur valt at sagt okkum farvæl. Tað er eisini soleiðis tað skal skiljast, at hann hevur sagt [...] hóvasták kundi fara undir at samstarva við. Fundurin gekk stillisliga fyri seg og endaði eftir at nýggju nevndirnar vóru mannaðar. Borgarstjórin, Jan Christiansen, gjørdi vart við, at hetta var fyrstu ferð
hevur verið við til at fyrireika ferðina, sigur við blaðið, at tað er at fegnast um, at føroyingar, sum eru við at fara inn í oljuvinnuni, síggja teir møguleikar, sum Aberdeen hevur at geva teimum í samband [...] Skotlandi kom í lag eftir at umboð fyri Aberdeen City Council vitjaði í Føroyum fyrr í ár. Tá varð avrátt, at 10 næmingar frá teknisku skúlunum skulu fara til Aberdeen, men tað vísti seg, at 16 vildu sleppa við [...] leygardagsútgávuni. Blaðið skrivar, at eingin av næmingunum hevur serligar royndir í oljuvinnuni, og tí varð tað eitt kærkomið høvi hjá útbúgvingarstovnum og vinnuni í Aberdeen at vísa teimum nakað av tí, sum
avsluttaður. Men hinvegin noktar hann ikki fyri, at hann er áhugaður í at keypa smiðjuna. Hann hevur tilknýti til ávísa vinnu á Eiði og metir, at hølini eru egnað at brúka í tí sambandi. Har eru bæði goymslupláss [...] við Sosialin, at onkur fyrispurningur hevur longu verið um at sleppa at leiga seg inn í smiðjubygningin. men enn er eingin avgerð tikin um tað. Tó metir hann góðar møguleikar vera fyri, at verandi leigumál [...] leigumál kunnu fara at halda fram. Hydro-Tech fer kortini at verða verandi í gamla smiðjubygninginum fram til fyrsta mai, tí ikki fyrr enn tá vænta teir, at alt er klárt i nýggja bygninginum at taka í móti tí