hetta valið velur at seta sína atkvøðu. Søguliga sæð - so er tað við Javnaðarflokkinum í Tinganesi, at samfelag okkara er ment og at flest mál eru yvirtikin. Vit hava sum flokkur prógvað, at vit raðfesta samstarv [...] Somuleiðis fari eg at takka øllum tykkum 97 runt landið, sum valdu meg til fólkatingsvalið. Løgtingsval er fyri framman, og havi eg játtað at vera ein av valevnum javnaðarfloksins, tí eg haldi, at tað hevur týdning [...] fram, tí eg vil arbeiða fyri, at vit fáa einar frælsari, javnaðari og samhaldsfastari Føroyar. Mítt ynski er, at øll samfelagsmenning okkara fer fram á ein slíkan hátt, at menniskjanslig, umhvørvislig og
kommunurnar fáa fleiri uppgávur at røkja. Tað er týdningarmikið, at borgararnir hava álit á, at kommunurnar eru førar fyri at umsita nýggj málsøki. Tað er tí umráðandi, at kommunala eftirlitið hjá Innle [...] annar fyrimunur, av at kommunurnar fáa nýggj málsøki at umsita, er, at almenn arbeiðspláss verða flutt frá landsmyndugleikunum til kommunurnar. Tað hevur longi verið eitt politiskt ynski at fingið fleiri almenn [...] skipar fyri, at vantandi tænasta, skeiv umsiting ella møguligt óreglusemi hjá kommununum verður rættað. Mín meining er, at kommunurnar avgjørt eru førar fyri at átaka sær fleiri uppgávur, og at kommunurnar
stjórin, sum framyvir fer at herða eftirlitið. Og hon minnir heimini á, at skúlin hevur skyldu til at boða myndugleikunum frá, um næmingur forsømir ov nógv. Við Portalin sigur hon, at skrivið er sent út í samráð [...] fingu foreldrini í Hvalba eitt hvassorðað skriv frá skúlanum, um at uppmøtingin er somikið vánalig, at heim og skúli mugu taka lógvatak at rætta upp á støðuna. Skúlastjórin í Hvalba, Elsa Birgitta P. Petersen [...] um hugburðin til tað at ganga í skúla. - Hetta skriv verður sent tykkum, tí tað hendir alt ov ofta, at næmingar eru burtur uttan loyvi. Í onkrum flokki er tað ein rár hending, at øll eru í skúla í senn
sigur, at mett varð, at tørvurin á einum sálarfrøðingi var so stórur, at rætt var at seta ein í starv. Tað kann bæði vera tekin um, at tungu málini økjast í tali, men eisini ein ábending á, at barnave [...] Ikki so at skilja, at undanfarnar nevndir ikki hava gjørt tað, men tað tykist, sum slík mál, sum hoyra barnaverndini til, gerast alt fleiri. Ella bara sjónligari, sigur Elin Lindenskov. Hon sigur, at tað gerst [...] tað einstaka barnið hvur tað og ber seg at. Sálarfrøðingurin, sum nú er settur í starv, fer at verða við í teimum málsviðgerðum, barnaverndin hevur, umframt eisini at gera uppsøkjandi arbeiði, har tað til
neyðugt, at Fiskiveiðieftirlitið nú fæst at virka aftur, sum tað eigur Hesi boðini hevur Fíggjarmálastýrið fingið frá Fiskimálastýrinum nú uppskot er lagt fyri tingið um at seta eina nevnd at áseta lønina [...] og tað stendur at lesa aðrastaðni í blaðnum. Í einum brævi, sum Fiskimálastýrið hevur sent Fíggjarmálastýrinum verður støðan gjørd upp Orsøkin til, at málið er endað í Løgtinginum, er, at Karsten Hansen [...] Hansen heldur ikki, at tað ber til at fáa semju við vanligum samráðingum. Og Fiskimálastýrið sigur, at nú Brimil hevur ligið í meiri enn tríggjar mánaðir, hevur hetta darvað virkseminum hjá Fiskiveiðieftirlitinum
orsøkunum til, at hann brádliga valdi at heita á løgmann um at loysa seg úr embætinum sum landsstýrismaður. ? P/F Meinhardt Arge kom at liggja í stjóraloysi, og vit hava so valt at loysa tað við at eg taki við [...] ? Eg haldi at tað ger einki um man skiftir arbeiði av og á. Man hevur ikki gott av at vera sama stað ov leingi ísenn. Tað hevur verið gott fyri meg at vera í landsstýrinum, og eg vænti at eg verði ein [...] hósdagin at siga, at tann tá sitandi stjórin hjá P/F Meinhardt Arge, Tummas Nielsen, skuldi taka við sum stjóri fyri KT-fyritøkuna Vision Software P/F 1. september. Finnbogi Arge sigur við Sosialin, at hetta
við, at talan fór at vera um fimm álopskendar leikarar, men hann segði tó einki um, hvussu býti av hesum verður millum miðvøll og álop. Eisini vísti hann á, at um umstøður eru til tess, er ætlanin at royna [...] um nógvar útskiftingar. Hann tordi ikki at lova nakað hesum viðvíkjandi, tí hann metti úrslitið av dystinnum at koma í fremstu røð. Sostatt er bert at vóna, at talan í kvøld verður um fáar útskiftingar [...] legði hann afturat, at tað at nógvir føroyskir leikarar nú royna seg uttanlands, eisini er av alstórum týdningi fyri menningina av fótbóltinum her á landi. Mugu vera uppsettir At donsku leikararnir skulu
HB og eina ferð móti B36 ger, at sjálvsálitið er í lagi, nú vit fara suður, og úrslitini hava verið so støðug í ár, at sjálvandi trúgva vit uppá, at tað fer at bera til at vinna og harvið fáa FM heitið [...] okkum inni á vøllinum upp. ? At vit hava spælt nakrar av bestu dystunum í Gundadali kemst partvís av, at mótstøðuliðini eru sinnað at spæla góðan fótbólt, og partvís av at tað hevur staðið nógv uppá spæl [...] rokna teir eisini við, at allir fara at vera tøkir í morgin. Jan Allan Müller hevur ikki vant síðstu fjúrtan dagarnar, men hann spældi ímóti Sumba, og teir rokna við, at hann fer at spæla í morgin. Rógvi
sigur hann, at her er eingin vandi á ferð enn, men um ferðin í búskapin heldur fram, verður neyðugt at gera okkurt seinni í ár. FÓLKAFLOKKURIN hevur longu gjørt vart við, at skatturin eigur at lækkast, men [...] fólkaflokkurin upp at tvinga fólk til at gera eina eftirlønaruppsparing. Hvat tjóðveldið sigur til hetta fáa vit so at síggja. TINGIÐ er ikki saman í løtuni og fólk eru í summarfrí. Tvs. at hetta er ikki tíðin [...] tí tað er her og nú, at politikarar, vinnulívsfólk og onnur eiga at fylgja við og gera vart við seg. Hetta kann gerast ov seint í heyst. Áhugavert er at frætta, hvat samgongan fer at gera við hetta málið
seinni. Høgni Danielsen sigur, at nú verður aftur farið undir at umvæla bygningin á Skálatrøð, og at hann hevur sent umsókn inn at fáa skeiniloyvi. Enn er nógv eftir at umvæla, tí hetta skal vera eitt [...] skuldi brúkast til. Síðani varð farið undir at umvæla bygningin kortini, við tí endamálið at lata upp aftur, men hetta arbeiðið varð stegað, av tí at útlitini fyri at fáa skeinkiloyvi, ikki vóru til staðar [...] Tað hevur ljóðað at áhugin fyri at stovna matstovu og annað virksemi, sum krevur skeinkiloyvi, er stórur í Havn. Nú eini seks- átta skeinkiloyvi eru tøk at søkja, er ið hvussu er, ein ítøkilig ætlan komin