verið, tí at tað er mest forfeingiligheit, sum drívur flokkarnar, og tað at teir sleppa í fjølmiðlarnar.« Nú veit eg ikki, hvør er spentastur at sleppa í fjølmiðlarnar, men løgið er tað, at ein floksformaður [...] sleppur í sjónvarpsstovuna at boða frá einum ósjónligum karmi, og at eingin fjølmiðil setur spurnartekin við, hvar karmurin blívur av. Eg fari tí at spyrja: Nær sleppa vit at síggja karmin? [...] var á veg. Eina slíka løtu fert tú at hugsa um, hvat man fara at standa í hesum lovaða karminum. Øll uppskotini, sum flokkurin hevur lagt fram á ting, fara sjálvandi at síggjast aftur, og fram um alt, so
- Leiðsla er at fáa tað besta fram í fólki, at seta mál, at síggja tørvir í samfelagnum og at nøkta hesar. Hesi orðini bar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fram, tá ið hann setti Global Leadership Summit [...] Leo Holm Johannesen segði, at nú hann er blivin løgmaður, kunnu summi kanska halda, at hann er komin upp á fjallatindin. - So er ikki. Tann dagin eg haldi og fari at bera meg at, sum um eg eri á fjallatindinum [...] fingrarnir ímóti honum sjálvum. - Leiðarar eiga at hava dirvi at viðurkenna mistøk og biðja um fyrigeving, tá ið teir hava gjørt okkurt skeivt, og teir eiga eisini at fyrigeva. - Leiðarar geva øðrum íblástur
Brian Mikkelsen um at koma í samráð. - Avvarðandi ráðharrar og landsstýrismenn fara sjálvandi at tala saman um hendingagongdina kring húsagangin hjá Eik Banka. Tað er óhóskandi, at fólkatingsmaðurin hjá [...] leggja uppí og misbrúka Føroyanevndina til at skapa sær sjálvum eitt fjølmiðlashow, sigur Edmund Joensen Edmund Joensen sigur, at áheitanin frá Høgna Hoydal um at fáa búskaparráðharran, Brian Mikkelsen, í [...] tað eisini óhóskandi at kalla ráðharran í eitt samráð, ið bert hevur til endamál at skapa eitt fjølmiðlashow, sigur Edmund Joensen, sum er formaður í Føroyanevndini. Hann vísir á, at tað, sum hevur týdning
heldur so, at 50 milliónir er nóg mikið. Men harafturat gjørdi arbeiðsbólkurin greitt, at tað hevur avgerðandi týdning, at allar bindingar verða avtiknar, so at tað stendur skipunum frítt fyri at avreiða [...] álum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stovna ein grunn við 50 milliónum krónum, sum skal brúkast til at fíggja minstulønina til fiskimenn. Hetta ger hann, nú samgongan hevur gjørt av, at hereftir [...] útgjaldið skal verða. Hetta merkir so at arbeiðsbólkurin, sum varð settur at gera eitt uppskot um, hvussu minstulønin kundi leggjast undir reiðararnar og manningarfeløgini at umsita, vinnur ikki frama fyri sínum
Flokkarnir søgdu, at fíggjarmarknaðurin var danskt málsøki, og hetta fór at hava við sær, at føroysku bankarnir vórðu noyddir at gjalda inn í eina skipan, sum hevði til endamáls at bjarga donskum bankum [...] løgtingið at seta fyrsta av trimum bankapakkum í gildi fyri Føroyar. Eitt av endamálunum við pakkunum var at skapa álit á bankarnar, fyri at kundarnir ikki skuldu stilla seg í bíðirøð, fyri at taka uppsparda [...] skuldi tryggja, at eingin misti nakað, hóast ein banki fór av knóranum. Tað var eitt samt løgting, sum avgjørdi at seta bankapakka I í gildi fyri Føroyar. Tó vístu Tjóðveldi og Miðflokkurin á, at eftir teirra
005, merkir samstundis, at ENI minkar um sín part. Tað vísir nokk, at bæði feløgini halda boringina, ið stendur fyri framman, vera spennandi, tó at ENI vil minka um sín váða við at selja ein part burturav [...] sigur stjórin í Jarðfeingi og vísir á, at fundir eru gjørdir, infrastruktururin verður betraður osfr. -Alt tað ivist eg ikki í fer at virka til, at feløg fara at geva økinum størri ans sigur Petur Joensen [...] tað vera gott, at feløg, sum longu eru virkin í øðrum loyvum her, eisini vísa sjeyndu boringini á landgrunninum so stóran áhuga, at tey vilja gerast partur av hesi verkætlanini eisini. -At OMV keypir seg
merkir so aftur, at tilsvarandi sparingar skulu fremjast. Men vit leggja okkum ikki út við lóg at forða pørtunum í at føra samráðingar. Annað er so, at vit ikki vænta, at feløgini fara at leggja seg so nógv [...] sigur, at fimm ára lønarsteðgurin hjá Fólkaflokkinum bert er eitt framhald av uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um tvey ára lønarsteðg. Eyðgunn Samuelsen sigur, at tað er ein markantur munur á at steðga [...] vilja, og so onga lønarframskriving at gera, sum vit mæla til, sigur hon. Hon sigur, at borgarligi vongurin í samgonguni, tað er serliga Fólkaflokkurin heldur, at vit skulu seta fría rættin til samráðingar
Ætlanin er at byggja eina nútímans fimleikarhøll, sum umframt at hýsa øllum vanligum fimleiki, eisini eggjar øðrum at verða virkin í nýggjum kørmum. Høllin verður bygd soleiðis, at hon eisini gevur rúm [...] vánaligar karmar at húsast undir. Fótbólturin og hondbólturin koma eisini at fáa betri umstøður í nýggja bygninginum. Umframt at skapa nútímans karmar til fimleikin, ynskti býráðið harumframt at skapa nakað [...] til at verða ein ógvuliga spennandi verkætlan, sum kemur at verða eitt stórt framstig fyri ítróttin í kommuni, sigur Jastrid Weihe. Ætlanin er, at nýggja fimleikarhøllin skal standa liðug og klár at taka
ri hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, sigur, at teir fingu boð um eldin beint fyri klokkan 22 í kvøld. - Vit fingu skjótt at vita, at fólk neyvan var í húsinum, men at einar tvær gassfløskur vóru har, sum vit [...] standa fyri at sløkkja eldin, meðan løgreglan tekur sær av spurninginum um, hví eldur er íkomin. Sunleiv vísir á, at tað fyrsta, teir gjørdu, tá teir komu á staðið, var at tryggja sær, at eingin var í [...] funnið út av, at heldur ikki hann var staddur í húsunum. Skúrurin hevur flagtekju, og tað vísti seg, at eldur serliga var millum flagtekjuna og loftir undir. - Her var eitt sindur trupult at sleppa til,
forvinnur tann pening, sum skal til fyri at reka okkara samfelag - vitandi at tað bert er hegni, áræði og ágrýtni, sum kann tryggja okkum, at tað hendir. Framsókn vil, at grundhugsjónin undir øllum virksemi [...] Vit eru sannførd um, at eitt liberalt og tjóðskaparligt átak kann gera munin. Framsókn vil, at vinnulív og privata fyritaksemið - tey liberalu virðini - í nógv størri mun sleppa at virka í búskapinum og [...] vælferð. Framsókn vil, at tað persónliga frælsið - tey liberalu virðini ? tryggja tí einstaka rættin til at liva frælst - í tráð við tey mannarættindi, ið eru okkum givin. Framsókn vil, at Føroya fólk sjálvt