játtanarkarminum, men tað hevur ikki so nógv uppá seg so leingi sum báðir oddvitarnir, fíggjarnevndarformaðurin og fíggjamálaráðharrin eru samdir politiskt um at føra ein so karráðan høgrapolitik, sum ikki [...] lukturin í bakaríinum, varð so ramur sum hann varð, og tapið um formannspostin gjørdist veruleiki. Tá høvdu vit framvegis havt eitt samfelag, har menniskjavirði gingu fram um korrumperaðan politik pg maktgirnd [...] Frank Davidsen ---- So er tað ikki ein spurningur um, men nær samhaldfasta samfelagið fær mønustingin. Tað velst eisini hinvegin um hvussu skjótt sitandi høgra samgonga við Sambandflokkinum sum høvusstuðul
tríggir siga eisini, at Ternan er nógv meira órólig í sjónum enn Dúgvan. ? Um nakað positivt skal takast fram um við Ternuni, so er tað innkrevjingin, tí har ganga teir runt, siga teir tríggir skemtandi [...] studentaskúlan í Hoydølum: ? Eg haldi so avgjørt, at Dúgvan er tað betra skipið til hesa farleiðina. Ternan er ikki egnað, tí har eru so fá sitipláss. Tað er meira enn so komið fyri, at eg havi staðið túrin [...] Óluva. ? Tá okkurt óvæntað er, um ein skúlaflokkur skal yvirum, so merkist tað beinanvegin umborð á Ternuni, sigur Óluva, sum ikki heldur tað vera rímuligt, at tænastustøðið um Leirvíksfjørð versnar. Hon heldur
olju, verða væl betri. Í hvussu so er, so verður økið, har føroyingar hava rættin til tað, sum er í undirgrundini, víðka heilt munandi næstu árini. Krøv eru sett fram um eitt økið norðanfyri, sum er á leið [...] kann kanska tykjast eitt sindur løgið, at lond, sum eru so heppin, at tey hava strond ella strendur, fáa so víðfevndar møguleikar, men talan er um krøv, sum eru samtykt av øllum limalondunum við atliti [...] 2009 nærkaðist. Tað er nevniliga so, at nærum 100 lond, sum hava staðfest Atljóða havrættarsáttmálan, gjørdu tað 13.mai 1999. Freistin fyri at seta fram krøv hjá teimum um økið uttanfyri 200 fjórðingar,
samband við málið um Skálafjarðartunnilin hevur nógv verið tosað um demokrati og demokratiskar mannagongdir hjá landsins myndugleikum og sjálvt um málið ikki er heilt avhæsað enn, so tykist breið semja [...] eisini bygt á økinum í samráð við eigarafelagið og um eg minnist rætt, so hava ætlanir eisini verið frammi um at brúka lendi til fríøki. Í hvussu er, so hevur tað okkum kunnugt ongantíð verið ætlanin, at [...] leggur ætlanir fyri okkara bý? Er tað so galið, at Tórshavnar býráð letur seg diktera av nøkrum oljubusiness dreingjum, tá tað snýr seg um býarplanlegging? Er talan um øvugta málsgongd, eins og hjá tí avsagda
telvarar vóru við í Runavík Open í ár. Er tað at harmast um, at so nógvir av okkara topptelvarum ikki hildu seg framat, er afturímóti at fegnast um, at so nógvir av okkara yngstu og gávaðu telvarunum ikki smæddust [...] illa verið annað enn ein spurningur um tíð, til bæði Høgni og Rógvi gerast altjóða meistarar í talvi. Seta teir sær tað fyri, so røkka teir málinum áðrenn langt um líður. Báðir eru eisini ídnir fótból [...] Tap tóktist vera í hendi hjá vágamanninum, men kringur fløkti hann støðuna so væl, at russiski stórmeistarin misti tráðin, so at talvið kortini endaði javnt. Hetta er annar IM-normurin hjá Rógva. Tann
væl við í hinum fimm umførunum. ? Eg kom fram á lýsingina hjá TV3 á alnetinum, og so fylti eg bara eina umsókn út fyri at royna, og hugsaði ikki meira um tað. So er tað bara komið longur og longur, og vorðið [...] einaferð um vikuna, men eg taki tað púra róligt. Familjan sigur kanska beinleiðis ikki so nógv, men tey stuðla mær allan vegin. Upptøkuroyndin fyri at sleppa við til Robinson snúði seg nógv um samrøður [...] tiga eina løtu, sigur Birita. Birita er fleiri ferðir spurd, um hon er smæðin, tí hon tosar ikki so nógv, men hon sigur bara, at hon hugsar seg um áðrenn hon tosar ? kanska tað danir gera ov lítið av. ? Eg
fáa fatur á skjølunum. Vit kendur jú ikki málið frammanundan, so vit máttu biðja um ivaleyst. So vit bóðu allar ráðharrastovurnar um ein lista yvir øll skjøl viðvíkjandi Føroyum heilt aftur til sjeytiárini [...] sendingunum kemur nógv fram, sum ikki hevur verið frammi áður. Men alt, sum verður ført fram í sendingunum, kann skjalprógvast, leggur hann afturat. Hann sigur, at hann kann ikki avdúka so nógv frammanundan [...] Ein fulltrúi, vit tosaðu við, spurdu, hvussu, vit vildu hava tey. Um vit vildu hava tey í pakkaposti, ella, um vit vildu hava tey um ríkisumboðið. Men vælvildin vardi ikki leingi. Tí tveir dagar seinnni
tann tara og slýggjvaksna Kirkjutangan, og so um veturin tá landsynningsaldan brýtur um tangan og inn á víkina. Tá koma skaldaorðini hjá Tróndi á Malarenda fram fyri ein: Tá kundi ei orð eg mæla«. Tað er [...] Tanganum, sum kom út fyri 25 árum síðani, og hann veit nógv at siga frá um Nólsoyar kirkju. Hann heldur fram: »Tað menn vita um, hava allar kirkjur í Nólsoy undan hesari staðið á Kirkjutanganum. Tó sigur [...] bispi á odda, og eftir gudstænastuna verður ein døgurði fyri bygdarfólki og gestum. Um kirkjuna sjálva heldur Egon Hansen fram: »Í Nólsoyar kirkju eru nakrir sera sjáldsamir altarlutir. Kalikurin og diskurin
hvussu ávísir politikarar velja opportunismu fram um politikk, og hvussu lægsti felagsnevnarin er grundarlag undir sera primitivari atferð úti í almenninginum. Um tú hevur lisið eitt lesarabræv frá Jógvani [...] Tjóðveldi, um at borðið fangar borgarstjóran, so veitst tú, hvat eg meini við. Eingin politiskur substansur er í nevnda lesarabrævi, men bara primitiv opportunisma. Fokus er á eitt einkultmál. Og so er ein [...] syskinafrádrátti og bestu barnagørðum fjálga vit um barnafamiljurnar. Mest framkomnu skúlar í Norðurlondum geva børnum og lærarum bestu umstøður. Nýggir karmar um eldrarøktina stuðla undir virðiligari aldurdómi
at frætta meira, um hvat var hent og so framvegis. Hetta fylti nógv í okkara lívi í langa tíð aftaná. Vit vóru eisini til jarðarferðina, og vit tosaðu nógv um tað í eftirtíðini. Men so við og við bleiv [...] afturum, tó at man av og á hevur hugsað um tað. Bókin hjá Grækarisi D. Magnussen um vanlukkuna, bjargingararbeiðið og Landssjúkrahúsið vakti eisini nøkur minni fram aftur. Tað var ein skelkandi hending fyri [...] ? Eg havi nokk verið 17 ára gomul tá, so eg gekk í 1. g. Vit sótu heima hjá okkum og ótu døgurða, tá vit hoyrdu tíðindini um vanlukkuna í útvarpinum. Vit vóru øll ræðuliga skelkað av hesum. Foreldur míni