og øðrum virksemi, gevur okkum mót uppá at fara í holt við at selja bilar eisini, sigur Karl Birgir Isaksen, stjóri hjá P/F Esmar Simonsen. Klaksvíkingurin, sum saman við tveimum øðrum starvsfólkum í fyritøkuni [...] verður frá ongum, og málið er at náa fram millum teir fremstu og størstu í landinum. ? Starvsfólkið hjá okkum hevur drúgvar royndir í sølu av eykalutum til bilum, og tann vitan og tær royndir, sum vit hava [...] vit eru góðir til. Vit skulu byggja víðari á tað grundarlag, sum er lagt gjøgnum fleiri ártíggjund, sigur hann. ? Vit hava royndir í at veita krevjandi tænastu til fiskiídnaðin og bilbransjuna, og tað er
kundi fara báðar vegir, men í tíðarneyðini eydnaðist tað Steintóri at vinna stríðið. Ein góður sigur hjá Steintóri. Tummas Martin Anthoniussen hevur fingið eina góða kappingarbyrjan, og hesum mátti ve [...] í kappingini. 2-2 er eitt gott úrslit hjá hvalvíkingum sum nú ikki eru einsamallir í botninum. Í Kollafirði vunnu GM Tiger H. Persson & co ein tryggan 3-1 sigur á HT 2. Tiger vann eftir ætlan á Jóhan [...] reistist John sum vinnari eftir loknan dyst. Rani Nolsøe sum ikki var við klaksvíksliðnum hendan dystin, sigur at talvið var beint eftir bókini, við fáum feilum og sera góðum spæli frá báðum telvarum. John sum
í vakra og sigandi sanginum, Saltvannsfolket. Og eins og hjá honum, so rennur nakað av søltum sjómannablóði í æðrunum hjá mær – sum tað ger hjá so mongum føroyingum. Abbi mín í Fuglafirði var sjómaður [...] tár og mikið meiri hjá ikki so fáum – og hon ger tað enn. 400 SJÓMENN OG 66 SKIP Umborð á Westward Ho, gomlu sluppini, hongur ein mynd niðri í messuni. Yvirskriftin er íslendsk og sigur: “Færeysk skip sem [...] heilsu, eru í míni verð alla, alla æru verd. “Mín bátur er lítil, títt hav er so stórt,” sigur ein strofa í sálmi hjá Edmundi í Garði, og hóast skip og bátar eru væl tryggari og størri enn fyrr, so er havið
Argentina, Brasilia og Suður Afrika høvdu ætlanir um at leggja fram. - Tað hevur altíð eydnast okkum at finna fram til eina felags støðu í IWC, men tað hevur ikki altíð verið lætt hjá Danmark at havt hesa [...] lóginverður send til hoyringar í Føroyum. Útsagnirnar hjá forsætisráðharranum í málinum um grønlendsku sjálvstýrislógina benda tó á, at tað verður sera torført hjá føroyskum politikarum at fáa ávísar orðingar í [...] eitt friðingarøki fyri stórhvalaveiðu í Suðuratlantshavi. Hetta er beinleiðis í andsøgn við ynskið hjá føroyska landsstýrinum, sum vil stuðla burðardyggari veiðu av tí livandi tilfeinginum í havinum, heldur
nokk koma á mál, sigur Jørgen Niclasen. Andstøðan sigur seg tó hava trupult við at trúgva hesum: - Her er ein lang røð av ógreiðum viðurskiftum, alt frá fígging til setanarviðurskifti hjá teimum einstøku [...] fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum. - Inntøkurnar hjá landskassanum svíkja og undirskotið veksur, bæði í fjør, í ár og væntandi aftur næsta ár, sigur Aksel V. Johannesen, sum framvegis skýrir flatskattin [...] inum, sigur Sámal Petur í Grund. Herfyri boðaði landsstýriskvinnan í almannamálum frá, at eldraøkið kortini ikki verður lagt út til kommunurnar 1. januar 2014, soleiðis sum samgonguskjalið sigur og samgongan
tað enn ikki eru komin stig á kontina, so hava junglutrummurnar boðað frá, at leikliga framgongdin hjá Skála hevur verið stór seinnu umførini. Bæði móti GÍ og B68 var um reppi, at hetta kastaði stig av [...] in hampuliga stórur undan útidystinum móti HB, sum tvær ferðir í bólkaspælinum hevði spælt Skála suður og norð, men sum síðani hevur havt sínar trupulleikar í kappingini, tó at úrslitini higartil hava [...] manntóm allan fyrra hálvleik, tí leikarar royndu at sleppa í part í álopinum. Hetta gav høgra borðið hjá HB óvanliga góðar sømdir, og innan tveir minuttir høvdu teir báðir leikararnir her úti eisini mest
hann sum løtu seinni koyrdi triðjur um málstrikuna. Hetta var triði sigurin hjá Súsonnu, og hon liggur tí samanlagt á odda hjá kvinnum. Koyrdir eru tilsamans umleið 150 kilometrar, og hevur Súsanna brúkt [...] start". Hetta merkir at ferðin er lá fyrstu kilometrarnar, og merkir eisini, at tað ikki er loyvt hjá súkklarum at fara frá hinum í feltinum. Leiðin gekk nú runt um Sandsvatn, áðrenn kappingin av álvara [...] Brekkuni Stóru, og síðan aftur móti Skálavík. Hetta umfarið bleiv koyrt tvær ferð, áðrenn vinnarin hjá kvinnum og monnum var funnin. Eftir "master startin" øktist ferðin øktist, og tá leiðin gekk niðan
bókunum, sigur hann. Tað verður ikki heilt enn, at stovan verður tikin í nýtslu, tí enn stendur hølið tómt. Skúlastjórin væntar, at stovan verður liðug seinast í september, so tá verður klárt hjá næmingunum [...] er so ein farin tíð, og í ár er tað fyrstu ferð í tíggju ár, at ein fyrsti flokkur ikki er byrjaður á einum byggiplássi. Asbjørn sigur, at hóast tað er nakað langt eftir á mál, so er skúlin í dag sum ein [...] leka um vindeyguni. ? Og øll vita jú, at fíggindi nummar eitt hjá húsum er jú vatn. Alt upploystist innan, og standurin blevi hareftir, sigur skúlastjórin. Tí varð byrjað við at klæða bygningin oman og niðan
genturnar saman Emmanuel Mbolindi, sum var vitni til ránið og burturflytingarnar hjá Harrans Mótstøðuheri næstseinasta vikuskifti, sigur við tíðindastovurna Reuters, at álopið byrjaði tíðliga leygarmorgunin, tá [...] altjóða samfelagið á gosi eftir at hava sæð filmin »Kony 2012« á YouTube. Filmurin var um virksemið hjá Lord's Resistance Army og leiðara hansara, Joseph Kony, í miðafrikanska landinum Uganda. Semja var [...] – Uppreistrarmenninir noyddu børnini at bera matin og ymiskt annað, sum teir rændu í bygdunum, sigur ein løgreglumaður í býnum Bangassou, sum er 70 kilometrar frá teimum báðum bygdunum. Handtøka lítlan
vera myndugleikin á økinum. Fíggjarliga uppá pláss fyrst Bæði felagið hjá stóru kommununum, Kommunusamskipan Føroya, og felagið hjá teimum smærru, Føroya Kommunufelag, taka fult undir við, at eldraøkið [...] arbeiðsbólkinum, sum skrivaði álitið, Jákup H. Foldbo, sigur, at tær helst skulu vera onkunstaðni millum fimm og tíggju. Formaðurin í Kommunusamskipan Føroya sigur, at KSF í øllum viðurskiftum, og sostætt eisini [...] síðan verið grundarlag undir parti av arbeiðinum at skriva eldraálitið. Partur av arbeiðssetninginum hjá bólkinum, sum gjørdi álitið um eldraøkið, var at koma við uppskoti um, hvussu økið skal skipast í