ógvuliga harmar, tí vit duga ikki at síggja, at sólirnar eru til bága, men heldur eru ein partur av vælveruni. Tað er longu rúm tíð síðan, at 18 ára aldursmark varð sett fyri at brúka sólirnar í Svimjihøllini [...] Umboð fyri morgunfrúurnar sigur við in.fo, at seinni hava tær eisini latið kommununi avrit av grein hjá donskum professara sum sigur, at tað er heilsugott at taka solariumsól við máta, tí tað hjálpir upp [...] í fyrstani var, at bara morgunfrúur og morgunharrar skuldu skriva undir mótmælisskrivið til kommununa. Men, tað vísti seg, at næstan øll skrivaðu undir og vildu vísa sína ónøgd við, at sólirnar verða tiknar
ikki sett enn. Og nógv hava funnist at, hví samgongan leggur gjøld á vinnuna og ætlar at selja fiskirættindi á uppboði, áðrenn nevndin er komin til eina niðurstøðu, og at allur fiskivinnupolitikkurin kann [...] heild. Men nú boðar Aksel V. Johannesen frá, at nevndin verður vónandi sett fyrsta dagin. Trupulleikin hevur verið, at øll av teimum, sum hava fingið áheitan um at vera í nevndini, hava ikki svarað áheitanini [...] sigur løgmaður. Men hann vónar at tey fáa svarini sum skjótast, so at nevndin kann verða mannað, og tað verður vónandi fyri jól, sigur Aksel V. Johannesen. Hann sigur, at nevndin verður ikki bara mannað
mikið góð í dag, at tað sum so ikki er nøkur forðing, um jarðfrøðisliga tilfarið í støðum kann vera heldur vánaligt. Vánaligt tilfar ger, at tað tekur longri tíð at bora, tí neyðugt er tá at gera meira burtur [...] burtur úr við at bolta og festa. Teitur ásannaði kortini, at jarðfrøðisligi parturin altíð er ein avbjóðing, tí tað ber ongantíð til at siga við 100 prosent vissu, hvussu grótið verður at fáast við, tá tunlarnir [...] til arbeiðis. - Tunnilsverkætlaninar verða klárar at bjóða út í summar, og ætlanin er at fara í holt við at bora Eysturoyartunnilin sum skjótast, eftir at støða er tikin til tilboðini. Stjórin í P/F Eys
juli. Spurdur um tað er ein møguleiki, at skotskir myndugleikar sleppa málinum, nú so long tíð er liðin at skipið varð tikið, sigur reiðarin, at tað er torført at meta um. Málið gjørdist aktuelt aftur í [...] Grótinum í summar, Eyðun Rasmussen, segði hann, at málið helst kom fyri í heyst. Málið tykist tó at vera steðga upp, nú tað er eitt ár liðin síðani, at skipið varð tikið. - Eingin dagur er settur av til [...] til rættarmálið enn. Men tað, ið vit hava fingið at vita, so er ætlanin, at málið skal avgreiðast í ár. Fyrr í summar upplýsti Eyðun Rasmussen, at talan var um eina ósemju um tulkingina av ES-reglum. -
Tað var longu sama dag, sum nýggj samgonga var skipað, 15. septembur, at Sonja Jógvansdóttir boðaði frá, at hon sama dag fór at leggja eitt uppskot fyri tingið, um broytingar í hjúnabandslógini. So var [...] Síðani hevur lítið verið at hoyrt til tað, hóat onnur uppskot eru latin umsitingini og løgd fyri tingið. Nú er tó líkt til, at bíðitíðin er av. Bjørt Samuelsen sigur við in.fo, at væntandi kemur uppskotið [...] Orsøkin til longu bíðitíðina er, at vit hava bíða eftir einum notati frá umsitingini, sigur Bjørt Samuelsen. Løgfrøðiliga fløkjan liggur í, at føroyingar einans ynskja at seta nakrar av donsku dagføringunum
kortini váttað, at stendur um lív fara tey sjálvandi til arbeiðis. Og nú vil Bjørn Kalsø hava at vita, hvat Henrik Old og Høgni Hoydal ætla at gera við málið. Hann spyr, um landsstýrið er sinnað at broyta va [...] Hann fer nú at venda sær til vanlukkutryggingaráðið at vita, hvat skal gerast fyri at tryggja bjargingarfólkini so væl sum gjørligt, um tað so merkir, at lógin skal broytast. [...] gina, er tað neyðugt fyri at tryggja sjálvbodnu bjargingarfólkini. Og hann vil eisini hava at vita, nær neyðugu lógarbroytingarnar verða gjørdar. Hann vil eisini hava teir at svara upp á, hvørjar avleiðingar
Ein trupulleiki, vit hava, er at øll tosa um, at vit hava trý sjúkrahús í Føroyum, ístaðin fyri at tosa um eitt heilsuverk, heldur hon. Rósa Samuelsen staðfestir, at tað vera aldrin politikarar, ella ambætisfólk [...] einsamøll, sum hava skil fyri at skipa sjúkrahúsverkið, og at gera av, hvat virksemið skal vera hvar. Men so eigur ein fíggjarlig leiðsla eisini at setast á jøvnum við ta fakligu fyri at hava fíggjarliga partin [...] endaði tað við at vit fingu eina trístreingjaða leiðslu við einum stjóra og tveimum varastjórum, einum læknafakligum og einum røktarfakligum. Rósa Samuelsen heldur, at stundin er komin at endurskoða hendan
a. Hann sigur, at tað er ómøguligt at seta nágreinilig tøl á, men hann sigur, at ein miðal skal vænta sær ein skattalætta upp á einar 1500 krónur um mánaðin. Men hann skoytir upp í, at hava tey smábørn [...] smábørn undir skúlaaldur, skulu tey eisini vænta at fáa ein lætta fyri tey. Aksel V. Johannesen sigur, at útrokningar vísa, at verður skattastigin broyttur, so at ein, sum forvinnur 250.000 krónur um árið, fær [...] inntøkurnar stillaður samstundis, so at tær ikki fáa skattalætta, kostar skattalættin nakað minni, nevniliga einar 170 milliónir krónur. Løgmaður sigur, at tað skal fíggjast við at leggja avgjald á alivinnuna.
Hetlandi, at tey kanna møguleikarnar fyri at stevna fyri at hava lagt hald á bátin ólógliga. Samstundis ger oddamaðurin í Sea Shepherd, Paul Watson greitt, at tað verður neyðugt hjá felagsskapinum at herða [...] herða stríðið ímóti grindadrápi í Føroyum. Hann ger eisini greitt, at Sea Shepherd fer aldrin at gevast í stríðnum og at tað fer at halda á, sama, hvussu nógv fólk hjá felagsskapinum verða víst av landinum [...] er eisini skilligt, at tað kom rættiliga óvart á tey í Sea Shepherd, at løgreglan í Lerwick legði hald á skjóttgangandi bátin, Echo. Tað var eftir áheitan frá løgregluni í Føroyum, at hald varð lagt á bátin
Hann sigur, at longu higartil í ár er hann fleiri biðin um at standa skúlarætt og greiða frá okkara grindadrápi. Og hann heldur ikki, at tað er lætt at verja - als ikki, sigur hann. Hann sigur, at fleiri [...] heldur, at tað er heldur ikki lætt at verja, tí tað sær ógvusligt út, tá ið eitt so stórt dýr verður dripið, og blóðið floymir úr tí. Hann heldur ikki, at grundgevingin kann brúkast longur um, at hetta er [...] á, at eftir teirra tykki nervar grindadráp ikki ferðavinnuna, men Magni Mouritsen er ósamdur. Á Facebook í gjár staðfestir hann, at tvær grindir vórðu dripnar í gjár og hann heldur avgjørt ikki, at hetta