har B68 í fyrsta umfari í steypakappingini hevði vitjan av ÍF. B68 vann 1-0. Hetta var fyrsti sigur á árinum hjá toftamonnum, og teir fegnaðust sum rímiligt er um úrslitið. Talan var um framúr mál, sum [...] var í verjukenda sentrala miðvallaraplássinum, og tá ið toftamenn høvdu bóltin, var útgangsstøðan hjá Ragnari millum miðverjarnar báðar – Áka Johannesen og Aron Reinert Hansen. Fríði í Túni Petersen var
ar høvdu sett nøsina upp eftir trimum stigum, tá teir sunnudagin fingu vitjan av EB/Streymi. Ein sigur her vildi ? saman við B68 tapi ? viðført, at ÍF ekkaleyst kundi fara á Svangaskarð um eina viku. Tað [...] Tað kunnu teir ikki heilt, tí toftamenn vunnu óvæntað sín dyst, umframt at ÍF ikki vann, men stigið hjá ÍF kann tó vísa seg at hava stóran týdning. Í øllum førum gjørdi tað nú, at B68 skal vinna í minsta [...] og kunnu teir í felagnum áhaldandi halda fast um hesa framgongd, er nokk ikki so nógv at fýlast á. Hjá ÍF høvdu trý stig verið ógvuliga kærkomin. Ikki minst nú B68 eisini vann, men enn halda fuglfirðingar
skal bara kopiera burtur úr henni, - tað tekur mær tvey sekund, sigur Rúna Egholm. Hetta er triðja árið, hon starvast í Garðsbúðini hjá Balslev, og tað er eitt arbeiði, sum henni dámar sera væl. Serliga [...] hampa nakrar av blómunum, ið skulu setast fram til kundarnar at keypa. Meðan vit práta kemur tann fyrsti kundin inn. Hann hevur í hyggju at gera nakað við grasplenu sína, sum ikki sær ov gott út í summar [...] við hús, og seta síðani eina planting í við 5-6 ymiskum blómum. Og tí er tað sera hugaligt og vakurt hjá fólki at hyggja eftir. Hinvegin so verða eisini seldar hópurin av blómum, trøum og staudum millum ár
úrslitið heilar 6,02 metrar og tað er longsti sperðil nakar veit um at siga. Tað var ein 11 ára gomul ær hjá Olvheðini Thomsen, sum skuldi hava reyðan kraga leygarkvøldið. Tað var ein ?Prestfjalsærin?, sum pápi [...] hvørja ferð var tað miseydnað. Hetta var so fjórða ferðin í ár at hann royndi og nú bar til. Hann sigur, at teir høvdu eina termokannu við heitum vatni. Thorstein passaði sperðilin og Jón Heini passaði [...] lambaær og hon vigaði 36 pund. Gamla metið í sperðlum áttu suðuroyingar eisini, tað var av eini ær hjá Renhard Thomsen í Sandvík, sum varð flett í fjør, tann sperðilin var 5,87 metrar. Annars stungu Rólant
Neistin verður annað liðið í steypafinaluni hjá monnum. Hetta er mest sum ein staðfesting av, at bláa havnarliðið mikudagin enn eina ferð vann ein tryggan sigur á grannunum úr H71. Tó at spenningurin til [...] undanfarnu uppgerðunum hetta kappingarárið hevði Neistin vunnið trygt á grannunum. Ikki minst var fyrsti dysturin í grundspælinum ein eyðmýking av H71, og júst hetta var kanska eisini teirra møguleiki. [...] verjuspælið fingust hópin av kvikum mótálopum í lag. Serliga fyrstu løtuna av dystinum var verjuspælið hjá hoyvíkingum heldur ikki nakað at rópa hurra fyri, og var tað ikki fyri Levi Nybo í málinum, kundi munurin
við Stórá og royndarvant, og TB skrivaði undan vikuskiftinum sáttmála við svenska spælaran. Fyrsti dystur hjá TB eftir summarsteðgin verður ólavsøkuaftan ímóti B36 í Gundadali. NSÍ hevur 35 stig og er [...] Í gjár vann NSÍ trivaligan 6-2 sigur á útivølli ímóti TB. Gestirnir við Stórá í Trongisvági vóru frammanfyri 6-0, áðrenn TB tvær ferðir svaraði aftur. Síðstu 20 minuttirnar skoraðu Nikolei Johannesen og [...] Brandur Hendriksson Olsen og Klæmint A. Olsen út miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið støðan var 5-0. Hjá NSÍ kom tað illa við, at miðvallarin Beinir Nolsøe beinanvegin noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur
ólavsøkudag, tá ið fyrsti tingfundur í nýggju tingsetuni verður. - Talan skal vera um eina fakliga nevnd, sum skal greina orsøkirnar til skeivu gongdina, sigur Rigmor Dam, sum er talskvinna hjá Javnaðarflokkinum [...] meina tað í álvara, sigur hon. - Fráflyting og minkandi burðaravlop er ein risastór avbjóðing, sum samgongan og landsstýrið mugu taka í álvara, tí gongdin má vendast. Rigmor Dam sigur, at tað er neyðugt [...] Føroyum er so stór, at við hesari gongdini, er Føroya framtíð í álvarsligum vanda, sigur talskvinnan. 2000 færri Hon sigur at bara hesi seinastu árini frá 2004 til 2011 eru 2000 færri føroyingar færri undir
bara á Føroyabanka. Arvid sigur, at túrurin, sum endaði um hvítusunnuna, var hin fyrsti veruligi gulllaksatúrurin hjá skipunum í hesi vertíðini. Eingin hjáveiða Skiparin sigur, at hendan túrin var lítið [...] lítil. Tú fært onkran hendinga upsa og onkran kongafisk, men hetta er einki nevnivert, sigur Arvid. Skiparin sigur, at gulllaksurin, sum teir fingu á hesum túrinum, var góður. - Skal gulllaksatíðin roynast [...] torvum sum hini uppisjóvar fiskasløgini, sigur hann. Hongur fastur Hóast gulllaksur ikki verður kruvdur, men fer heilur í lastina, kann tað kortini vera strævið hjá manningini at fáa stór hál í tey 800 pund
myndugleikan, sigur Jógvan Andrias, sum nú sigur seg síggja alla hesa søguna í eini størri heildarmynd. -Eg gleðist í dag um, at eg fekk vónina og mótið við mær við Tjaldrinum til Danmarkar í 1963, sigur Jógvan [...] eisini er aðrastaðni, sigur Jógvan Andrias. -Fyri meg merkti tað, at eg sum smábarn varð sendur til Danmarkar, at eg so at siga misti mítt móðurmál og sambandið við míni foreldur, sigur Jógvan Andrias, sum [...] í einum øðrum landi, sigur Jógvan Andrias. -Fyri meg hevur verið talan um eina upprudding, at fremja mítt tilvit, koma til sættis og festa røtur og ikki at róta upp í nøkrum, sigur Jógvan Andrias. -Sjálvandi
henni at lesa føroyskt og danskt. Mær dámar ikki so øgiliga væl at rokna, sigur hon. Tá tey eru í skúlanum, so er tað ein stuttleiki hjá henni, tí tað hendir so nógv hesar tímarnar. Í fríkorterinum dámar henni [...] hyggja í sjónvarp. Fres er ordiliga gott, sigur Marjun. Hon eigur tvey yngri systkin - Kartin sum er sjey ár og Noomi sum er tvey ár. Um Stranda skúla Fyrsti skúlin á Strondum varð bygdur í 1887. Frammanundan [...] skjótast! Vit arbeiða við hesum málinum í løtuni, og vit ætla okkum í gongd við arbeiðið í hesi setuni, sigur borgarstjórin. Tá sagt verður í hesi setuni, so er tað áðrenn 2008, tá kommunuval verður aftur. Fleiri