ringur at loysa. Eftir mínum tykki ber væl til at vera ósamdur við leiðslu Læraraskúlans. Hurðin inn á skrivstovu rektarans stendur so at siga altíð víðopin. Tað, sum ikki ber til, er at halda, at ein og [...] heilt annað at vita, vóru sjálvandi eingi tíðindi at bera. Heldur enn at svara hvørjari einstakari ákæru frá teimum lesandi í Fregnum, tað ber stutt sagt ikki til, fari eg fyrst ørstutt at greiða frá [...] eisini á einum læraraskúla í 2001. Fyri at fáa hetta virksemið at bera til, verða vit noydd at nýta hvønn krók á skúlanum, men í ávísan mun kunnu lesandi eisini velja at sita aðrastaðni, t.d. heima, og arbeiða
Tvinnar leiðir Meðan samgongan heldur uppá, at fyri at røkka høvuðsmálinum, er neyðugt at fara úr ríkisfelagsskapinum, at loysa, halda vit í Javnaðarflokkinum uppá, at somu mál kunnu røkkast við einum sáttmála [...] Øll kenna orðini hjá Palme um at politikkur er at vilja. Somuleiðis er kent orðafelli at politikkur er kynstur ógjørligleikans. Og umskriva vit Klausewitz ber til at siga, at politikkur er kríggj uttan vápn [...] um at ein tílík lakmus-roynd fer at prógva, at okkara uppskot er haldgott. Harra formaður! Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum ávaraði ímóti vandanum fyri at detta niður í gjónna, um tú roynir at loypa
Gott er at verða málrættaður. Eitt er at verða miðvísur, eitt annað er at verða sera miðvísur og eitt triðja er at vera fullkomuliga miðvísur. At verda miðvísur er í sær ein góður eginleiki at hava, men [...] styrkina og vísdómin til at leiða landið. Talan er um mest sum tað perfekta menniskja. Eingin tímir at hoyra ella at lesa um tað menniskja, men felags fyri fólk, er at tey ynskja at kunna identifisera seg [...] útgangstøði, at politiska umboði fyri Fólkaflokkin Brandur Sandoy torir at stíða fram og siga, at hansara hjartamál og tann grundleggjandi orsøkin til, at hann er virkin í føroyskum politikki er at verja tey
uppá, at eg má bíða leingi aftrat. Men eg vóni at tey koma. Tað eru tó nakrir dagar, ið eru lættari enn aðrir, tá tað einasta man ger er, at bíða eftir eini telefon at ringja. - Tað ringasta við at vera [...] bíðilista Tað ringasta við at vera á listanum eru teir dagarnar, tá man hevur tað ordiliga keðiligt. Tá hugsar man, at man kanska ikki hevur tíð at bíða eftir teimum nýggju lungunum. At tað verður ov seint hjá [...] soleiðis at hon í dag hevur ein lungavirkna, ið er einans 22 prosent av tí, ið frísk fólk hava. - Um fólk ynskja at vita hvussu tað er, so kunnu tey royna at seta klemmu á nøsina og síðan royna at anda gjøgnum
eisini fjølmiðlarnir. At nú ein landsstýrismaður, sum eftir øllum at døma følir seg illa viðfarnan av KVF nú ætlar at avhøvda KVF afturfyri, eigur at fáa allar reyðar lampur hjá okkum at lýsa. Hetta er eisini [...] Antil við beinleiðis at reka tað sjálv/ur ella evt leiga út til onkran annan. Tað skal eisini vera loyvi at siga nei til ferðafólk. Haldi okkara áhugamál sum landið átti at verið, at avmarka ferðafólkastreymin [...] forðan fyri hesum. Í staðin fyri at gera lógir sum stuðla undir hesum, royndir man at veingjaskera SEV, so tað ikki gerst møguligt. Nú við at koma við uppskotið um, at nú skal SEV ikki kunna framleiða
ikki við, at tað nakrantíð fór at koma til nakra samráðing við donsku stjórnina, og at málið tí fór at doyggja burtur av sær sjálvum. Hann boðaði eisini javnaðarflokkinum frá hesi ætlan um at skifta, tá [...] ikki roknað við, at eitt sáttmálauppskot og ein samráðing við donsku stjórnina fóru at koma so langt og teir noktaðu tískil at góðtaka eina stutta skiftistíð í vissuni um, at hetta fór at slíta samráðingarnar [...] landskassan. M.a. við at leggja avgjøld á vørur, at lata arbeiðsmarknaðin fíggja barsilsskipanina og at skerja rentustuðulin til sethúsalán. Alt hetta var BD so hart ímóti, at hann noktaði at taka lut á fleiri
leggur tó í sama viðfangi dent á, at talan var ikki um eini boð úr Heilsumálaráðnum, og at kommunan hevur frælsi til at gera, sum henni lystir. Kortini valdi kommunan at taka áheitanina úr landsstýrinum [...] eg tað vera skilagott at bíða við at byggja, til tann avgerðin er tikin, sigur Karsten Hansen. Landsstýrismaðurin vil ikki hava sitandi á sær, at hann steðgar nakrari ætlan um at byggja læknamiðstøð í [...] heilsumálum. - Men eg fari so at leggja meg eftir, at hetta skal gerast í góðum samstavi við kommunurnar, sigur Karsten Hansen. Í Vestmanna er borgarstjórin hinvegin farin at óttast, at avleiðingin av heilsun
um at skipa vinnunevndina sum eina av fimm føstum nevndum merkir, at býráðið hesa setuna ynskir at stimbra hugin at menna verandi vinnur og hugin at skapa nýggjar vinnur í kommununi. Býráðið fer at víðka [...] lokkandi at flyta til kommununa. Dentur verður framhaldandi lagdur á umhvørvismál og møguleikarnar at nýta vøkru náttúruna í kommununi við millum annað at gera gøtur og at planta. Arbeiðið við at dagføra [...] á ymiskan hátt. Avgerð er tikin um at skipa serstaka økisnevnd at viðgera og taka stig til at dagføra og menna bygdirnar á øllum økjum. Ein skrivstova skal skipast at umsita øll mál bygdunum viðvíkjandi
søgdu at hetta skuldi nokk fara at ganga. Eg fór heim ein týsdag og tað var so ringt at siga bei við teg. Hósdag søgdu læknarnir at nú gekk aftur skeivan veg og at vit kundu rokna við at tú fórt at doyggja [...] so illa at skilja at tú ikki kemur aftur. Verðin er so køld og tóm uttan teg og eg fái ilt langt inn í sálina at hugsa um at tú ikki kemur aftur. Eg veit at tú ikki vilt at eg skal vera kedd og at eg skal [...] allíkavæl við at rópa: Didda skalt tú ikki upp nú?" og so var tað eg sum gjørdi tær morgunmat. Ella viss tú vart innlagdur ja so ringdi tú at tryggja tær at eg var uppi. Tú vart altíð so stoltur av mær at eg hevði
fiskimenn og reiðarar nú varða av, er, at stovnsfæið í grunninum bert var 50 miljónir krónur – og at inngjaldið, sum er 1% av samlaða veiðivirðinum, ikki verður mett at klára at bera meiri enn ásettu inntøkutrygd [...] vænti eg, at grunnurin hevði verið tómur innan eini trý ár. Spurdur, um møguleikar eru fyri at hækka inngjaldið, sum fiskimenn og reiðarar gjalda inn í grunnin, sigur hann, at tað er trupult at meta um í [...] niðurstøðan hjá ráðnum at fara aftur til upprunaliga uppskotið fyri Trygdargrunnin, ið ljóðar upp á 136 miljónir krónur. - Vit hava heitt á limirnar í Fiskivinnuráðnum um at gera sítt til at fáa meira fæ í T