endamáli enn, at fólk hava fingið at vita, at stevna teirra framvegis er tann sama. Og hetta vistu tit, áðrenn uppskotini vórðu løgd fram. Endamálið var ikki at fáa eitt uppskot samtykt, men bert at vøllurin [...] er, at hann hevur latið upp fyri møguleikanum, at eitt drúgvt fyrireikingararbeiði kann byrja, sum síðan kann føra til, at ein politisk semja verður funnin, sum hevur poltiskar møguleikar fyri at verða [...] endamáli, at vit siga, at soleiðis og soleiðis skal tað vera, nú er leyst og liðugt, tí hvat skulu so aðrir flokkar koma við. Tú verður noyddir til at hava eina opna dagsskrá, men yvirskipaða málið er at vit
barlast at hava við sær í leitingini við Føroyar. Uppá fyrispurning um tað er av týdningi fyri Amoco at vera í einum bólki, har eitt av feløgnum er danskt, sigur George Chisholm, at tað er umráðandi at hava [...] umfar køva áhugan hjá oljufeløgunum fyri at vera við í leiting við Føroyar! -Tað fara helst at vera nøkur oljufeløg, sum fara at missa áhugan ella rættari - at leggja síni projekt á hillina fyribils, um [...] og Gas sigur við Sosialin, at teir eru fegnir um at hava fingið Amoco við í bólkin, tí tað skuldi styrkt møguleikarnar at fingið gjørt eitt gott fyrireikingararbeiði fyri at kunna vera við í fyrstu útbjóðing
Tað kemur als ikki at bera til. Vit eru eisini bangin fyri, at um flokkarnir á Kambs-dali verða lagdir saman, so at næmingatalið verður 28, so kunnu vit vænta okkum, at hetta fer at verða gjørt aftur næsta [...] útsett ov leingi, so kemur hon at órógva próvtøkuna. Annað er, at ávís lesiætlan er løgd fyri hvørja lærugrein. Hesa lesiætlan er ein noyddur at hava verið ígjøgnum fyri at klára seg til próvtøkuna. Spurningurin [...] góða viku eiga vit at fáa útflýggjaða uppgávuorðingina til høvuðsuppgávu okkara. Høvuðsuppgávan eigur at verða løgd til rættis í samráð við ávísan lærara, ið ein hevur valt sær til at vera vegleiðara. Orsakað
n vera, at tað eftir henda dag ikki eigur at bera til at minka flokkatalið. Í tíðindaskrivinum, sum landsstýrismaðurin sendi út, eftir at samráðingarnar slitnaðu sunnunáttina, verður sagt, at avleiðingin [...] Roknifeilurin ger, at skúlin fer ikki at megna at halda sína játtan. Skjótasta, einfaldasta og rættasta loysnin hevði verið, at landsstýrismaðurin tók í egnan barm og syrgdi fyri, at mistakið varð rættað [...] lærara (YF) um, at næmingatalið í einum studentaskúla? og HF flokki vanliga ikki eigur at fara upp um 24. Gjaldið, sum YF rindaði fyri semjuna, var, at limir felagsins gingu við til at halda frí frá arbeiði
sigur eisini, at Hvítabók vísir púra greitt, at livistøðið ikki versnar. Hettar er ikki satt og eigur at rættast. Hvítabók sigur, at lønir fara at lækka lutfalsliga í mun til umheimin. T.v.s, at keypikraftin [...] formannin í Føroya Arbeiðarafelag fyri at grunda síni útsøgn á ósannindir. Hesi bæði omanfyrinevndu hava nevniliga víst fullveldisætlanini frá sær. Gamalt er, at best er at sópa fyri egnari hurð, áðrenn man [...] sjálvan frá at viðgera árin á einstaka húsarhaldið og virkið. Við øðrum orðum vil Høgni Hoydal hava hvørt húski í Føroyum at taka støðu til nakað, ið ikki fortelur hvørjum húski, hvussu tað kemur at ávirkast
bæði vísir seg, at tekini hjá kvinnum eru annarleiðis, og at neyðugt er at laga heilivágsviðgerðina eftir syklus. Eitt annað er, at kvinnur liva longri enn menn og koma tí í ávísan mun, at hava fleiri a [...] aldurstengdar sjúkur. At kvinnur liva longri, hevur bæði nakað við lívfrøði at gera, men eisini, at kvinnur liva øðrvísi. Vanliga verður sagt, at kvinnur eru betri til at ansa eftir sær og fara oftari til [...] seg um, at tær sjúkur, sum raka bæði kvinnur og menn, ofta kunnu vísa seg ymiskt hjá kynunum. Tað er ein sannroynd, at ein stórur partur av granskingini er gjørd við monnum, sum hevur við sær, at kunnleiki
landsstýrissamstarvinum. Tó gjørdist endin, at semja varð um at halda skilna ímillum býráðs- og landsstýrissamgongurnar. Allir partar ásannaðu, at ongin hevði gagn av at tvinna hesar saman. Tí bleiv heldur ikki [...] fólkafloksumboðini at vera – tað var jú Fólkaflokkurin, ið misti borgarstjórasessin á stokkinum. Og vit – tað nógv umrødda baklandið – frættu, at onkur fólkafloksmaður mótvegis løgmanni hevði hug at leinkja he [...] regluliga við hann um støðuna – eisini um vandan fyri at málini blivu tvinnað saman. Ongantíð lá annað á ljóði, enn at samgongupartarnir máttu sannførast um at halda tingini frá hvørjum øðrum. Undirmeta løgmann
mánaðirnar. Hann er stinnari í at móttaka bóltin og at varðveita hann, og tað tykist sum um, at hann ikki er so strongdur, sum hann kanska áður hevur sæð út at verið. Hann megnar at varðveita bóltin, tá ið hann [...] Um vit fara at spæla við einum ella tveimum heilt har frammi er avgerð ikki tikin um enn. Men tað sigur seg sjálvt, at tað eigur at verða hugsað um at geva pláss fyri spælarum, sum tykjast at vera so væl [...] arbeitt nógv við at betra móttøkurnar og fyri at gerast betri at varðveita bóltin, og eg kenni tað soleiðis, at venjingin og medvitið um hetta saman við alt størri royndunum hava borið við sær, at tað gongur
við, at tað hevur eydnast at fáa Toda at halda fram í felagnum. - Todi og eg hava tosað nógv saman í heyst. Eg eri komin at kenna hann næstan sum ein beiggja, og fyri meg er tað stórur lætti, at samrøðurnar [...] sigur seg eisini vera fegnan um, at tað fer at bera honum til at halda fram í Start: - Eg havi kent meg væl komnan í felagnum, og eg eri fegin um, at tað hevur borið til at funnið eina loysn, sum vit allir [...] sum hann fór undir annað arbeiði. Treytin hjá Toda fyri at skriva undir nýggjan sáttmála við Start hevur verið, at møguleiki fór at verða hjá honum at vera meiri saman við familjuni í Keypmannahavn. Nú er
Anastasiades sigur tó, at kypriotiska liðið ikki fer at nýta vanlukkuna sum nakra umbering undan dystinum, og at teir fara at gera alt fyri at vinna dystin. - Vit fara á vøllin fyri at vinna dystin til heiðurs [...] fara at gera nakað serligt fyri at steðga honum. Til hetta svarar Angelos Anastasiades, at hjá honum snýr tað seg fyrst og fremst at hugsa um spælið hjá sínum liði heldur enn mótstøðuliðið, og at í fótbólti [...] føroyingum segði Okkas, at Kypros eigur at vinna dystin, tí at teir eftir hansara tykki hava eitt betur lið enn føroyingar. Hann segði eisini, at kypriotisku spælararnir ætla við einum sigri at strika javnleikin