er, at tíðin er farin frá at býta Føroyar upp á henda hátt. Hetta uppbýtið byggir ikki á demokrati, tí tú sleppur ofta ikki at velja fólk, sum tú heldur umboða tína sannføring, tú verður noyddur at velja [...] um vit hyggja at kvinnuumboðanini. Hon er so lág, at tú skuldi trúð, at Føroyar eru eitt land, sum miðvíst diskriminaliserar konufólk. Tað haldi eg ikki er tilfeldið. Mín fatan er, at vallógin er høv [...] leikar hart á í løtuni, málið um at gera Føroyar til eitt valdømi er ovast á dagskránni og hóttir við at forkoma samgonguni. Eg eri millum teirra, sum leingi havi mælt til at gera Føroyar til eitt valdømi
enntá til reiðar at bróta sjálva tingskpanina í tveimum førum, fyri at forða Heðini Mortensen í at taka sæti á tingi Sambandsflokkurin er til reiðar at gera alt fyri at forða Heðin Mortensen at sleppa á ting [...] - Eg fari at heita á formannin í rættarnevndini, Marjus Dam, um at drála við málinum, til eg eri afturkomin, sigur Kaj Leo Johannesen. Sostatt fer hann beinleiðis at heita rættarnevndina um at forhála málið [...] tíðarfreistin er úti. Hann leggur kortini afturat, at hann hevur skilt, er tað ongin trupulleiki at forhála málið. Hann vísir á, at tað er ikki óvanligt, at mál verða seinkað úr tingnevndum og sostatt er hetta
lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi heim til Føroya. Jóhannes sigur, at soleiðis, sum gongdin hevur verið á hesum øki, tekur tað fleiri mánaðir at fáa fólk heim higar at sigla. - Tað er spell, at hetta [...] sigur, at omanfyri nevnda dømi er ein ónd ringrás, ið kann koma okkum sum fiskivinnusamfelag aftur um brekkur. - At sjólívið gerst strævnari og gevur minni, fer ikki at gera tað lættari hjá okkum at manna [...] manna skipini. At minni fiskaarbeiði verður á okkara fiskavirkjum, ger heldur ikki, at lættari verður at fáa fólk. Trupulleikarnir verða bara størri, sigur reiðarin. Aftur útsett Jóhannes Olsen er sjálvur
Hinvegin førdi taks fram, at fortreytin fyri at fáa frádrátt er sjálvandi, at talan er um eina veruliga útreiðslu. Ætlanin var alla tíðina, at útreiðslurnar skuldu skjalprógvast og at upphæddin upp á 300 krónur [...] bara viljað viðurkent, at tær veruligu útreiðslurnar, sum kunnu skjalprógvast, kunnu dragast frá. Kravdi at fáa alt Hetta fekk ein sjómann at leggja sak ímóti Taksi, tí hann metti, at samdøgurfrádrátturin [...] stovnarnir staðfestu, at bara skattgjaldarin kundi vísa á, at hann hevði havt útreiðslur av at arbeiða ella sigla uttanlands, skuldi hann kunna draga 300 krónur frá um dagin uttan at skula skjalprógva nakrar
hava so at siga øll húski í hesum landi ráð til – enn í hvussu er – at keypa føroysk egg. Men tað er okkum so líkt, tíverri, at vit hugsa ovmikið egoistiskt og stuttskygt. Fyri mær er ongin ivi um, at hildu [...] hevði havt at týðað fyri flestu húsarhald her á landi. Samanhaldið vísir seg enntá at vera so vánaligt, at ein hópur av fólkinum heldur koyrir í dýrum bilum ígjøgnum undirsjóvartunlar til Havnar at keypa [...] fólk í Føroyum av knóranum fíggjarliga. Er tað kortini so galið, at nakar føroyingur noyðist at venda hvørjum oyra fyri at fáa ráð til at keypa sær tey føroysku eggini, sum tørvur er á, so er tað einfalda
er ofta ringt at taka nakra støðu um at gera nakað. Tá vit gjørdu okkara bussskipan ókeypis, valdu vit at taka MBF bussarnar við, tí tað mettu vit vera rætt at gera. Men minnast má til, at MBF bussarnir [...] tað líka nógv at nýta MBF bussarnar, sum tað kostar øðrum at koyra við taxabili. Ein maður er fastsettur at koyra bussin, men bussarnir hava støð hjá sløkkiliðnum í Havn og tí ber til at hava teir í koyring [...] Mortensen. Hann leggur afturat, at tað er sera kostnaðarmikið at reka bussarnar, men at mann í samstarvið við landið burdi funnið fram til eina vaktarskipan, so ikki var neyðugt at kalla fólk út – á sama hátt
møguleika at søkja starvið, sigur Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum. Hann vísir á, at tað framvegis er eitt krav, at yngri umsøkjarar fara undir Ph.D lestur, og at tað er ynskiligt at aðrir [...] Tað gevur lítla meining at krevja, at ein eldri løgfrøðingur, sum hevur granskað í áravís, knappliga skal fara í holt við eina Ph.D verkætlan fyri at prógva, at hann dugir at granska, sigur Kári á Rógvi [...] vit fara sjálvandi at tryggja, at granskingarførleikarnir á føroysku løgfrøðiútbúgvingin eru minst á Ph.D støði, sigur Jóan Pauli Joensen. - Fróðskaparsetrið eigur at tryggja sær, at hesir løgfrøðingarnir
síðani staðfest, at avgerðir hjá nevndini skulu fylgjast, og at hesar avgerðir eiga at liggja sum grund fyri øðrum málum av sama slag, men hesum hevur Taks ikki aktað. Vísandi til, at Taks var ósamt við [...] hátt sum vanligt mvg. Altso at bilasølurnar rinda hetta, fyri síðani at mótrokna hetta, tá mvg-uppgerð verður gjørd fyri hvønn ársfjórðingin. »Taks metir, at heimild var at uppkrevja mvg av skráseting [...] staðfesti, at hetta hevði Taks ikki heimild til, varð Taks tvingað at taka onnur mál upp til viðgerð. Men tað broytti tó ikki nevnivert um niðurstøðurnar hjá Taks. Í fyrsta lagi helt stovnurin fast um, at øll
samstundis sum hann ger vart við, at tað er neyðugt at ásanna, at alheimsgerð merkir altjóða kapping um bestu starvsfólkini. Tað skal ikki nógv hugflog til at staðfesta, at hvørki tað almenna ella tað privata [...] Jobmatch tekur fatur í. Hugmyndin er eitt nú, at skulu Føroyar menna seg til at verða millum fremstu lond, er avgerandi neyðugt, at Føroyar eisini megna at draga til sín fólk við útbúgving. Ein orsøkin [...] startegi til tess at menna okkara samfelag og til hetta krevst eitt nú, at vit finna okkara serligu styrkir og menna tær. Hetta eru sera áhugaverd sjónarmið, sum allar avvarðandi partar eiga at taka til sín
bert fegnast og vóna, at StatoilHydro fer at gera sítt til at halda lív í oljuleitingini. Í løtuni er tað lokomotivið, ein leiklut felagið hevur fingið eftir, at BP fór undir at pakka saman her. Vit mugu [...] royndunum at finna olju við Føroyar, telja nógv. Eitt slíkt fet eru tíðindini um, at StatoilHydro nú er farið at skjóta seismikk á landgrunninum. Og enn hugaligari – felagið hevur tikið avgerð um at bora í [...] eru hugað at brúka íløgupengar við Føroyar. Her ikki minst italska ENI, sum í løtuni kann standa til at gerast felagið, sum finnur fyrstu oljuna við Føroyar. Tað er eisini hugaligt at frætta, at føroysku