forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum til Føroya á vitjan. Tað er Javnaðarflokkurin í Føroyum, sum hevur boðið henni higar. Føroyski Javnaðarflokkurin skal halda summarstevnu og eyka landsstevnu í Skótadeplinum [...] forkvinnuni í danska javnaðarflokkinum higar at halda røðu. Og nú hevur hon boðað frá, at hon tekur av innbjóðingini og sostatt fer hon at halda røðu á javnaðarfundinum á Selatrað. Skuldi vinstriblokkurin í donskum [...] broyta onkrar av lógunum í Javnaðarflokkinum og ætlanin er eisini at leggja so til rættis, at flokkurin hevur standandi uppstilling til val. Tað merkir, at tað verður greitt í góðari tíð, hvørji valevnini
um Tórshavn í Keypmannahavn fáa nú eina stórfingna gávu frá limunum í Føroya Arbeiðarafelag. Á aðalfundinum hjá felagnum um vikuskiftið skeyt Fríðhild Winther úr Skopun upp, at limirnir í Føroya Arbeiðarafelag [...] kunnu tey lesa tíðindi úr Føroyum, lurta eftir Kringvarpinum, Rás2 og Lindini og hyggja at Degi og viku og øðrum sjónvarpssendingum, umframt at tey kunnu senda t-brøv og tosa ókeypis í telefon. Fundarfólkið [...] fáa brúk fyri. Tað endaði við, at tey ymsu lokalfeløgini í Føroya Arbeiðarafelag betala hvør sín part og so betalir meginfelagið tað, sum restar í. Les eisini greinina: 70 sjúklingar um eina teldu
fløgur út í Føroyum, men tað er meira sjáldsamt at bólkar fara í holt við eina DVD. Men hósdagin koma Debess Blues Station á marknaðinum við eini konsert-DVD. Hetta eru upptøkur, sum vórðu gjørdar í summar [...] sum spæla á hesi konsertini. Upptøkurnar fóru fram á tjóðpallinum í Tórshavn. -Tað var umráðandi hjá okkum at fáa eitt hugnaligt umhvørvi í hesar upptøkurnar, og tað sæst og hoyrist á hesi DVD. Stemningurin [...] hevur bólkurin leysari teymar og loyvir sær fríari ræsir. Í samband við DVD-útgávuna og fløguútgávuna áðrenn jól hevur bólkurin útgávukonsert í Perluni leygarkvøldið 19 mars kl. 20. Her verður høvi at uppliva
fakfeløg í heilsuverkinum eru hart ímóti at verða tvungin inn í eina føroyska pensjónsskipan, sum fer at geva teimum verri rættindini, enn danska PKA-skipanin gevur Fakfeløgini, sum eru tryggjað í donsku [...] men tey mótmæla í yvirlýsing, at teirra danska skipan kal flytast til Føroya. - PKA er eftir okkara tykki ein góð, demokratisk og samhaldsføst skipan, ið vit eru sera væl nøgd við. Í Føroyum finst ongin skipan [...] frá tí. At nýggir limir fara í eina nýggja skipan, er ein onnur søk, men hettar krevur gjølla fyrireiking saman við fakfeløgunum. - Vit vilja framhaldandi vera verðandi í okkara pensiónskassa og fara undir
Planet Awards. Uni Debes er í rættiliga stóran mun harra Blues í Føroyum. Við bólkum sum Go Go Blues, ið vann Prix Føroyar, ella Atlantic Music Event, sum tað tað róptist í 2005, og Headace Blues Treo [...] spældu bæði blues og eisini løg, sum Petur Háberg og aðrir hava gjørt í samband við konsertferðina Í Egnar Hendur, sum var fyrr í ár. rolant@sosialurin.fo [...] Andreas Dalsgarð hava verið nógv frammi seinastu árini innanfyri popp- og rocktónleikin. Petur Háberg í stóran mun við egnum bólki, Bet You Are William, meðan Andreas Dalsgarð hevur verið partur av eitt nú
málið um gongd í haga og uppskotið til náttúruverndarlóg, eisini viðgjørdir. Elisabeth Skarðhamar Olsen hevði eina áhugaverda framløgu um ráðstevnuna ”Burðardygt matsjálvbjargni í Føroyum”, sum verður 8-9 [...] hjá Bóndafelagnum leygardagin. Í gestarøðu síni nevndi hann m.a., at hann arbeiðir við at gera skipanina kring Búnaðargrunnin meira einfalda. Hann vísti m.a. á tað óhepna í, at bøndur verða kravdir eftir [...] Jóhan Jógvansson varð valdur fyri Eyðfinn í Búðini, sum ikki tók við afturvali. Bjørn Kalsø varð valdur til 1. tiltakslim og Jóannes Patursson til 2. tiltakslim. Í nevndini sita nú Sigert Patursson, formaður
Í morgin fara føroysku kvinnurnar á vøllin til vinardyst móti Gibraltar í fyrsta innanhýsis dystinum millum kvinnulandsliðnini hjá Føroyum og Gibraltar. Í dag hevur A-landsliðið við kvinnum verið á ve [...] venjingarvøllinum í Marbella fyri seinastu ferð í hesum umfarinum. Nú restar bert ein spennandi dystur móti Gibraltar í morgin. Gibraltar hevur higartil ikki luttikið í undankappingum til EM og HM, og tí [...] tí er trupult at meta nágreiniliga um styrkina á liðnum, men í føroyska hópinum síggja spælararnir fram til dystin við stórum spenningi, skrivar FSF. – Vit kenna ikki so nógv til hetta mótstøðuliðið, men
At kunna koyra í Føroyum við eini føroyskari rødd í GPS-aranum er nú veruleiki. Nú er tíðin farin frá, at føroyingar bert nýta GPS-ara til koyring uttanlands. Tað nógv saknaða Føroyakortið til GPS-arar [...] GPS-arar er nú klárt og kann keypast í handlunum. Tað er ráðgevingarstovan Munin í Havn, ið hevur gjørt hesa skipan. Vit kunnu nú bjóða teimum, sum koma til Føroyar at vitja eins og øllum føroyingum eina nýggja [...] Eins og á øðrum GPS-skipanum kann bilførarin sjálvur velja, hvat mál røddin skal tosa. Í sendingini Bilradio á Rás2 í dag kl. 11 verður skipanin royndarkoyrd saman við Boga Jacobsen og John Zachariassen
ð upp í 1 ár, spyr tingkvinnan, Bergtóra H. Joensen, landsstýrismannin í vinnumálum Í fyrispurningi, sum Bergtóra H. Joensen, tingkvinna hjá Tjóðveldi, hevur sent Jóhan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum [...] betrast fyri foreldrini og gerast smidligari. Miðast skal ímóti, at hon verður longd upp í eitt ár?. Tingkvinnan greiðir í fyrispurninginum frá, at barnsburðarfarloyvið bleiv longt við 8 vikum undir CHE-samgonguni [...] betrast vegna børnini og teirra tørv. Vinnumálaráðharrin hevur seinastu vikurnar verið á rundferð í Føroyum við javnstøðunevndini. Bergtóra H. Joensen heldur, at tað hevði verið áhugavert at hoyrt, um hann
hvat eitt realkredittlán er, og hvussu tað virkar í mun til gomlu sethúsalánini í Føroyum, er stórur Miðlahúsið í Vágsbotni var á tremur við fólki í gjár, tá Eik Banki skipaði fyri einum kunnandi kvøldi [...] eitt yvirlit yvir tiltøkini: Tíð og stað 12. febr. kl. 20 hjá Eik í Saltangará 17. febr. kl. 20 hjá Eik í Klaksvík 19. febr. kl. 20 hjá Eik í Miðvági 25. febr. kl. 20 hjá Eik á Sandi 4. mars kl. 20 hjá Eik [...] at greiða frá fyrimunum og vansum við hesum lániforminum, sigur Øssur Nolsøe, leiðari hjá Eik Banka í Suðurstreymoy. Áhoyrarar lurtaðu við áhuga, og nógv nýttu høvið at seta spurningar. Serliga áhugavert