landsstýrinum fyri at hava økt landsins hvalakvotu, hóast Altjóða Hvalaveiðinevndin segði nei. -Hetta er eitt stig tann rætta vegin. At Grønland torir at ganga egnar leiðir eigur at vekja ans millum norskar [...] felagnum hjá teimum, Truls Soløy, við blaðið. Hann sigur, at teir norsku hvalaveiðimenninir høvdu væntað, at Grønland fór at gagnga egnar leiðir og at økja sína kvotu, hóast hvalaveiðinevndin segði nei. Ane [...] landsstýriskvinna í veiðimálum, sigur við grønlendska kringvarpið, at Grønland ætlar sær ikki at spreingja IWC, men hon dylur ikki fyri, at Grønland kundi ikki góðtaka framferðina hjá nevndini.
sigur, at tað er ikki óhugsandi, at Ísland fer at leggja makreltrætuna fyri Altjóða Havrættardómstólin at taka støðu til, um tað ikki ber til at fáa eina semju. Hann sigur við Morgunblaðið, at møguleikin [...] møguleikin at leggja málið fyri Havrættardómstólin er til kanningar í vinnumálaráðnum. Fyrrverandi forsætisráðharrin Þorsteinn Pálsson hevur skotið upp, at íslendingar senda Havrættardómstólinum makreltrætuna [...] a við ES og Noreg. Steingrímur J. Sigfússon, sigur, at íslendingar mugu hugsa seg væl um, áðrenn teir velja at ganga undir ein úrskurð, sum teir ikki kunnu vita avleiðingarnar av frammanundan. -Eg vil
tað so greitt, at semingsuppskotið er vrakað. Hann vil ikk siga, hvør tað er, sum hevur vrakað uppskotið Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at nú fara teir at brúka seinnapartin í dag at vita um tað ber [...] ber til at laga tað til, soleiðis at partarnir kunnu góðtaka tað. Hann sigur, at hetta verður tann seinasta royndin hjá teimum at finna semju. Eydnast tað ikki, gevast teir, og so stendur tað til partarnir [...] Tað er greit eftir, at semingsuppskotið, sum semingsmaðurin legði fyri Arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið í gjárkvøldið, er vrakað. Partarnir høvdu freist til á miðdegi í dag at svara og nú er tað
uttan at vera bangin fyri avleiðingunum. Og kortini hendir tað, sum nú á Sandi, at ein maður sleppur at taka maktina, onkuntíð eisini so týðiliga til egnan persónligan fordeil, uttan at nakar talar at. Í [...] í eini bygd, at tú kann vera bangin fyri avleiðingum fyri teg og tíni. Men tað er so umráðandi, at vit standa saman um fólkaræðið, soleiðis at tað virkar eftir ætlanini, at talað verður at, tá orsøk er [...] er til tess, og at vit ongantíð loyva einaveldinum.
Buffet sigur, at enn er vend ikki komin í amerikanska búskapin enn. Hann sigur við Reuters, at gongdin fer at venda, men at tað er torført at siga, nær tað verður. Hann væntar tó ikki, at tað verður verri [...] ábendingum um, at tann búskaparliga kreppan í USA er komin á botn. Á einari ráðstevnu í gjár segði hann, at fleiri jalig tekin eru at síggja í búskapinum, men hann ávaraði um, at tað fer at taka sína tíð
borgarstjórin sigur, at enn duga tey ikki at siga, hví bygningarnir rapaðu. Hann helt tó, at tað hevði okkurt við byggiarbeiði at gera. Tíðindastovurnar skriva, at menn vóru í ferð við at umvæla ein av bygningunum [...] de Janeiro. Myndugleikiarnir siga, at minst fimm fólk hava fingið skaða, og at bjargingarlið leita eftir fólki undir húsaleivdunum. Sjónvarpsstøðin Globo News sigur, at 11 fólk eru deyð ella hava fingið [...] sigur við fjølmiðlarnar, at tann størsti bygningurin var í 20 hæddum, ein var í 10 hæddum, og tann minsti var í trimum ella fýra hæddum, sigur hann. Eygnavitni hava sagt, at tey hoyrdu eina spreinging
halda, at norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, eigur at taka avleiðingarnar av teimum lemjandi atfinningunum frá 22. juli-kanningarnevndini og at fara frá, so vilja flestu norðmenn hava hann at halda [...] hevur gjørt, vísir, at 72 prosent av teimum spurdu eru ímóti, at Stoltenberg skal leggja fcrá sær orsakað av atfinningunum frá 22. juli-nevndini. 21 prosent halda, at hann eigur at fara frá, og seks prosent [...] vita ikki. Kanningin hjá NRK vísir, at tað eru serliga tey, sum eru yvgri enn 50 ár, sum styðja Jens Stoltenberg. Heili 81 prosent av teimum siga, at hann eigur ikki at fara frá orsakað av atfinningunum
nú gjørt av at rinda tað, sum tað kostaði ríkiskassanum at leiga ein roykikliva til Lars Løkke Rasmussen tað tíðarskeiðið, har var forsætisráðharri. Vinstri sigur í tíðindaskrivi í dag, at flokkurin hevur [...] hevur valt at rinda leiguna fyri at sleppa undan, at fólk hoyra meiri um hetta málið enn politikkin hjá flokkinum. Sosialdemokratarnir høvdu annað biðið Vinstra senda Lars Løkke Rasmussen rokningina vísandi [...] vita, at tað kostaði 110.600 krónur at leiga roykiklivan. Ekstrablaðið hevur fyrr skrivað, at rokningin var upp á 154.000 krónur.
Tað er alneyðugt, at altjóða samfelagið tekur seg saman um at leggja stórt trýst á Iran til tess at fáa landið at sleppa sínum kjarnorkuvápnaætlanum. Tað sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Leon Panetta [...] tí fyri eyga at avbyrgja landið frá umheiminum, segði Panetta við tíðindafólk, tá hann í gjár vitjaði eina amerikanska herstøð í Týsklandi. Spurdur, um tað kann koma upp á tal at søkja at iranska kjar [...] Panetta, at vil Iran ikki slaka, standa allir møguleikar opnir. Ísrael hótti fyrradagin við at gera lopftálop á kjarnorkuútbúnaðin í Iran við ella uttan amerikanska luttøku. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ísrael
Washington siga fyri New York Times, at iranska leiðslan hevur fingið at vita, at steðga iranar skipaferðsluni í Hormuz-sundinum, fara teir yvir um eitt mark, sum noyðir USA at svara við hermegi. Amerikanski [...] verjumálaráðharrin, Leon Panetta, segði fyrr í vikuni, at iranar sleppa ikki at forða skipaferðsluni í Hormuz-sundinum. -Vit fara at forða teimum at gera tað, segði verjumálaráðharrin. [...] tann ovasta leiðaran í iranska prestastýrinum, Ali Khamenei, um, at USA fer at svara við vápnamegi, um Iran ger álvara av hóttanini um at steingja Hoemuz-sundið. Tað skrivar New York Times. Iranski forsetin