skal sita við hesum. - Sjálvur síggi eg fyri mær, at hetta er ein spennandi ætlan, sum bæði feløg, FSF og onnur kunnu fáa gleði av, og tí havi eg vent mær til føroysku feløgini við eini umsókn um peningaligan [...] vit arbeitt við hesum eina tíð, og upp á eitt hálvt ár havi eg lagt kanska 1.000 dómaraseðlar inn. Var tað ikki tí, at eg havi fingið so góðan stuðul heimanífrá, so hevði tað als ikki borið til, men samstundis [...] peningaligan stuðul. Endamálið við hesum er, at sjálvur kann taka mær farloyvi í kanska tríggjar mánaðir, soleiðis at eg veruliga kann koma víðari í hesum arbeiðinum, sigur Marni. Áðrenn umsóknirnar vórðu
roynt hetta, m. a. til steinprent. Ta einu ferðina, eg var í Suðuroy við Háskúlanum, var tað at ein av lærarunum spurdi meg, um tað ikki bar til at gera máling burtur úr royðugrótinum. Tað var hetta, sum [...] hann finnur í náttúruni. Hann gongur nógv í haganum í hesum sambandi. ? Tað var efitr ein túr á Húsmøl í Nólsoy, at eg royndi hetta fyrstu ferð, og eg gjørdist so hugtikin av hesum, sigur Eli Smith. Myndaevnið [...] sum gav mær íblásturin, sigur Eli Smith, sum tó leggur dent á, at hetta ikki er nakað hann sjálvur hevur uppfunnið. Eli Smith, sum er útbúgvin radiomekanikari, slepti fyri nøkrum árum síðani hesi vinnu og
Lítillátin stendur ein ung kvinna á gólvinum og ber fram ein persónligan vitnisburð. Ein stuttan vitnisburð um gleðina við at liva, og ein vitnisburð um gleðina tað er at tað er Gud sum hevur skapt alt [...] er hetta ikki nøkur trupul uppgáva. Men kortini er hetta ikki ein uppgáva, sum hon fer lætt um. Her er hóast alt nakað, sum kemur fram innast úr hjartadýpinum. Hon leggur lív og sál í sangin. Hetta skal [...] klárari og sannførdari rødd. Tað sum ger henda vitnisburðin enn sterkari er, at hann var byrjanin til ein sang, ein lovsang, sum henda unga kvinnan sjálv hevði fest á blað fyri nøkrum árum síðani. Tónleikur
000 krónur í endurgjaldi. Misbrúkt í 1o ár So var tað ein ung genta, sum hevði verið misbrúkt av abbanum. Tað var hent, frá tí at hon var fimm, til hon var fimtan ára gomul. Tað stóð nógv á henni, tá ið [...] at hon var átta, til hon var 13 ára gomul. Hon segði einki við nakran, men eina ferð hon var hjá eini vinkonu, segði hon vinkonuni frá síni uppliving. Hon legði vinkonuni eina við, at hetta var eitt loyndarmál [...] hoyra á ráðstevnuni. Eingin nevndi nakað um, hvat var hent, men tey tosaðu um avleiðingar av ymiskum slag. Ein mamma greiddi frá, tá ið dóttir hennara ein dag breyt saman og fortaldi, hvat abbin hevði gjørt
eftir? ? Hann er ein tann, sum mær hevur dámt kanska best at lesa um. Bevin var autentiskur proletariatur. Hann var leysingarbarn úr Bristol í Onglandi. Mamman doyði, tá hann var tólv ára gamal. Hann gjørdist [...] hann hevði eitt ótrúligt innlit, og so dámdi mær stak væl, at hann var tað, sum danir kalla en handlingernes mand. Ein annar er Nikita Krutsjev, sum var sovjetiskur leiðari og royndi at gera upp við Stalin [...] heimild til, at siga teimum úr starvi.politisku royndirnar mær, og hetta fari eg at arbeiða við. Landsstýrismaðurin hevur stórar heimildir, og eg ætli mær at brúka tær. Tað ræður um at avgreiða mál, og eg síggi
undarligt, tí tað er eisini ein hálv øld síðani hann hevði fastan bústað her. ? Miðvágur var bara ein lítil fiskarabygd, og Havnin var bara ein lítil býur. Nú er Miðvágur vorðin til ein lítlan bý, og Havnin er [...] hann var smádrongur, tá hann var við í grind í Miðvági. Anna er ikki eins prátingarsom og beiggin, men hon nikkar og tekur undir við tí hann sigur. ? Hetta er eitt fantastiskt land, og eg ætli mær heilt [...] av, at vit skuldu vera í Føroyum meðan pápi var í Suður Afrika. Tá pápi John var liðugur í hertænstu, flutti familjan aftur til Notthingham í Onglandi. Um hetta mundið, dugdi John bara at tosa føroyskt,
falsettina væl. Hennara løg vóru rættiliga góð. Tó var tað triðja og seinasta lagið tað besta. Eg haldi, at lagið eitur »Nothing to write home about«. Hetta var eitt fangandi lag, og tú kundi ikki lata vera [...] komandi tíðina. Síðstur á pallin var Brandur Jacobsen. Hann kenna summi frá 90´ara rokkbólkinum Ikaros. Tá ið Brandur legði út, var tað beinanvegin greitt, at her var talan um ein favoritt at vinna seg í finaluna [...] heimagjørt lag á enskum. Fyrstur á pallin var Opur Torleifsson. Hann hevur ongantíð áður staðið á palli, og tess vegna var hann sjónliga nervøsur. Men hóast tað var hann stuttligur og nærverandi. Tað mesta
Startskotið - Eg haldi ikki, at røðan sum so var merkt av, at løgtingsval stundar til, og tað var einki, sum skurraði mær í oyrunum. Hinvegin skulu vit hava í huga, at hetta er røða løgmans. Í ólavsøkurøðuni boðaði [...] Ólavsøkurøða - Ólavsøkurøðan var ógvuliga varislig. Hon var á ongan hátt bombastisk, men heldur konstanterandi. Tað er rímiligt at gera status uppundir endan av einum valskeiði. Tað heldur Anfinn Kallsberg [...] fólkaatkvøða um eina nýggja valskipan eigur at verða til heystar. - Hetta er eitt mál, sum hevur verið uppi og vent av og á, og hetta er eisini eitt mál, sum stór ósemja er um, bæði í samgonguni og í politisku
dag var hann og vandi á Tresnjavka leikvøllinum í Zagreb í Kroatia. Hóast hann er ungur, so veit Hanus Sørensen hvat hann ætlar sær. - Eg eri ein fótbóltsspælari, sum er málrættaður og eg ætli mær allan [...] Hóast føroyska liðið hevur vunnið seg víðari frá tveimum undankappingarbólkum, so er hetta nakað heilt serligt. - Hetta er nakað heilt serlig. Her er nógv meiri fokus á okkum. Í undankappingini vóru ikki [...] Ein av lyklaspælarunum á U17 landsliðnum, sum er til EM endaspælið í Kroatia í hesum døgum, er havnarmaðurin Hanus Sørensen. Hann skifti fyri kortum frá HB til ungdómsavdeilingina hjá FC Midtjylland. Les
góðvildina móti mær. Eg fari at røða um hetta náttúrliga og góða FÓLKAHEIMIÐ í landnyðringsFøroyum: Klaksvík, norðuroyggjar og grannapartin av Eysturoy, sum vinnuliga eins og sosialt/ fólksliga vóru ein serligur [...] FÁTÆKT ER TAÐ FÒLK,SUM IKKI KENNIR SÌNA SØGU , eins og tað er ein góð fortreyt fyri at skilja samtíð umframt at gáa um enn ókenda framtíð. Sum smádrongur var eg so hugtikin av eini dreingjabók um niðursetufólk [...] í mínum egnu barna- og uppvakstrarárum. Hetta var tá í fimti- og sekstiárunum, ta tíð tað ikki gekst búskaparliga bara væl aðrastaðni í Føroyum. Her um leiðir var tá mikil fólkavøkstur av tilflyting við