bústaðarmarknaðinum sum heild. - At tvær lokalar fyritøkur velja at gera so stórar íløgur í nýggjar bústaðir á Eiði, er ein positiv menning fyri bygdina. Borgarstjórin vísir á, at fleiri bústaðarmøguleikar eru [...] fyritreyt fyri, at fólk kunnu seta búgv, verða búgvandi og flyta aftur til kommununa. - Tí er tað gleðiligt, at hesar verkætlanirnar nú eru komnar so langt. Vónin er, sigur Jógvan í Skorini, at nýggju b [...] n heldur, at fleiri nýggir bústaðir eisini kunnu hava eina positiva ávirkan á verandi bústaðarmarknað. - Royndir frá eldri íbúðarbygging í økinum vísa, at bæði yngri og eldri hava áhuga fyri íbúðum. Tá
útlendskir miðlar at siga. Tað sigst, at hann var í sonevndari hospiceviðgerð nú hann andaðist, og at hann hevði síni kæru kring seg. ZZ Top var kendur fyri sín blues rock, og fyri at limirnir høvdu langan [...] skeggvøkstur, men hóast navnið, so var Beard tann, ið ikki hevði so nógv skegg. Bólkurin var m.a. kendur fyri løgini Gimme All Your Lovin og Sharp Dressed Man. ZZ Top kom í Rock and Roll Hall of Fame í 2004.
heldur, at ein frágreiðing kann vera, at vit eru vorðin von við at seta skíggjan í samband við nógv annað enn djúpa lesing. Aðrar kanningar hava eisini víst, at langir tekstir kunnu vera truplari at skilja [...] takast, og tað er lættari at missa hugsavnanina ella fara at gera okkurt annað. – Tað kemur alla tíðina okkurt upp á skíggjan, sum tú verður órógvaður av, og tað er skjótt at missa hugsavnanina og gera [...] Næmingarnir lesa eisini upp fyri hvørjum øðrum. Tað gevur natúrligar steðgir, har høvi er at seta spurningar og kjakast um faklig hugtøk. Viktoria Holsey Foss heldur, at arbeiðshátturin hevur fleiri
sum eina mótvekt til møðina. Men fyri børnini snýr rørsla seg ikki bara um kropsliga venjing. Tað hevur eisini týdning at fáa ein steðg frá undirvísingini og sjálv sleppa at velja, hvussu tey fáa orkuna aftur [...] r antropologur á Aalborg Universitet, við Videnskab.dk. Granskararnir sóu eisini, at møði ikki altíð vísir seg við, at børn gerast friðarlig. Eldru næmingarnir lógu eitt nú yvir borðunum, ballaðu seg inn [...] inn og út. – Vit sóu, at móð børn ikki neyðturviliga gerast still. Møði kann eisini vísa seg sum órógv og rastloysi, sigur Camilla Brændstrup Laursen. »Tey hava ikki orku til at tiga« Tvær gentur í 7.
stuðul, og eg fari at gera mítt fyri, at íðkararnir, sum við tolni hava bíðað eftir býráðnum, kunnu fáa eina veruliga breyt at venja og súkkla í. Vit halda, at tað eigur at bera til at finna eina felagsloyn [...] tykist nú vera vorðið greitt fyri teimum flestu. Øll vita, at tað ikki ber til at loysa hetta við at seta skeltir upp. Burtur frá meldrinum Sum býráðspolitikari er neyðugt at kenna Havnar søgu. Gjørdi b [...] býráðsmeirilutin tað, so vistu tey eisini, at ríðingin var í sínari tíð savnað í Havnardali fyri at fáa rossini burtur frá býarmeldrinum. Kommunan hevur brúkt nógvar pengar at gera lendisgøtur og ríðibreytir í
Búnaðarstovuni um at taka seg úr málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík. Tá boðini vórðu givin, metti landsstýrismaðurin, at tey vóru bæði lóglig og saklig. Freistin hjá Búnaðarstovuni at fremja boðini [...] Eingin heimild Niðurstøðan hjá fyrisitingini var, at landsstýrismaðurin ikki hevði heimild at geva júst hesi tænastuboðini. Málið snúði seg millum annað um, at Búnaðarstovan hevði tikið festaran av ræði. Sambært [...] avmarkar rættin til at geva tænastuboð, stendur í svarinum. Jacob Vestergaard heldur eisini, at einki er, sum ger tænastuboðini ólóglig ella ósaklig. Hann vísir tvørturímóti á, at avgerðin hjá Búnaðarstovuni
stórur sum ein eldur í 2011, tá nærum 1.400 hektarar brunnu. Eldurin hevur gjørt, at umleið 600 fólk í økinum vórðu biðin um at fara úr húsum sínum. Sløkkiliðsfólk úr Belgia hava fingið hjálp úr grannalondunum [...] unum, og bæði tyrlur og flogfør hava verið við í sløkkiarbeiðinum. Tað hevur verið trupult at fáa tamarhald á eldinum, tí friðaða økið millum annað er um torvlendi. Eldur kann liggja og gløða undir jørðini [...] partar av Evropa hava í summar verið raktir av nógvum hita og turki, sum hevur økt munandi um vandan fyri skógareldi.
tørv á serligum fyriskipanum fyri at kunna vera í vanliga skúlaflokkinum. Hann heldur tí, at tveir lærarar eiga at vera um flokkin, tá tað ber til. Men tað krevur eisini, at lærararnir arbeiða saman og [...] tori eg at siga, at tvílæraraskipanin verður ment og víðkað. Hvussu nógv tori eg ikki at siga í løtuni, tí vit renna okkum alla tíðina í, hvussu vit skulu fíggja tað, sum vit vilja arbeiða fyri, sigur [...] útbúgvin lærari, vil tó fyrst hyggja at royndunum, sum skúlar í løtuni gera við tvílæraraskipan og co-teaching. – Tað er eingin ivi í, at tvílæraraskipan kann vera við til at gera nógv viðurskifti betri í f
landsstýrið gjørt av, at ábyrgdin fyri byggiverkætlanum skal flytast frá Landsverki til einstøku aðalráðini. Jacob Vestergaard vísir á, at nakrar byggiverkætlanir eru farnar av lagi, og at Landsgrannskoðanin [...] skilnaður millum ábyrgd og myndugleika hevur víst seg ikki at rigga nóg væl, stendur í svarinum. Ætlanin er tí, at hvørt aðalráð sjálvt skal standa fyri bygging og viðlíkahaldi innan sítt málsøki. Landsstýrisfólkið [...] Vestergaard væntar, at hetta fer at gera ábyrgdarbýtið greiðari og verkætlanarleiðsluna betri, so tíðarætlanir og játtanir í størri mun verða hildnar. Vita ikki, hvat nýggja skipanin fer at kosta Landsstýrismaðurin
kanska hevur Ommudidd eisini lagt leiðina norður um vøkru fjøllini fyri at heilsa upp á øll børnini á festivalinum. Fyrireikararnir siga, at tá Trølla Pætur og Omman eru liðug á pallinum, letur stóra barnalandið [...] Festivalurin leggur stóran dent á, at festivalurin skal vera eitt upplivilsi fyri alla familjuna. Tí verður eisini hildið fast í einari serligari siðvenju. - Henda siðvenja er, at Heimistovugarður aftur í ár [...] Trølla Pætur og Omman, koma á vitjan og fara á pallin í tjaldinum við sangi, skemti og góðum lag fyri børnum og barnsligum sálum. Soleiðis siga fyrireikararnir av stóra tónleikatiltakinum á Viðareiði