sínámillum verjuavtalu. Reuters veit at siga, at avtalan er undirskrivað í Mekka í Saudi Arabia í dag. Sambært verjuavtaluni er eitt hernaðarligt álop á eitt av londunum at rokna sum eitt álop á øll trý londini [...] londini. - Málið við avtaluni er at tryggja frið, trygd og stabilitet í regiónini, siga londini sambært Reuters í einari frásøgn.
samstundis at minna á týdningin av at duga fyrstuhjálp og eggja enn fleiri fólkum til at læra seg hana. Fyrstuhjálparundirvísingin fyri 7. floksnæmingar hevur somuleiðis eitt langsiktað endamál: at geva børnum [...] trúgva stuðulin gjøgnum nógv ár. Langtíðar samstarv gevur okkum betri møguleika at leggja arbeiðið til rættis og tryggja, at hesi átøk kunnu halda fram. Mynd: Evy J. Jacobsen, forstjóri í Betri P/F, og Jóannes [...] Avtalan tryggjar framhaldandi stuðul til trý øki, sum á hvør sín hátt eru við til at styrkja fyrstuhjálp og tryggleika í føroyska samfelagnum: Samarittarnar, Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiður
Beinir Bergsson at práta við Urd og Silju um bókina, marrur og ævintýraheimar, at skriva og myndprýða til børn og at útgeva sína fyrstu bók. Kári Sverrison spælir nakrar sangir, og høvi verður at keypa bókina [...] bókina fyri serprís. Barrin verður opin, har til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka. Um bókina: Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann [...] eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana. Bókin er 100 bls, og málbólkurin er børn 7-12 ár. Urd Johannesen er rithøvundur
frá, at harumframt varð ein bilførari í Suðurstreymoy tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Í miðbýnum í Havn var lagið eina løtu í nátt heldur keðiligt, og løgreglan metti tað vera neyðugt at vera [...] sigur vaktleiðarin. Annars sigur løgreglan, at stóru tiltøkini í gjár, millum annað Sjómannadagurin í Klaksvík og Urðardansur, gingu væl, og einki serligt er at frætta frá teimum tiltøkunum.
klokkan 21, at løgreglan steðgaði knallertini. Tá løgreglan kannaði hana, vísti tað seg, at hon kundi koyra 74 kilometrar um tíman. Tann, sum koyrdi, var bara 13 ára gamal og sostatt ov ungur at koyra prutl [...] prutl. Eigarin av knallertini er skuldsettur fyri at hava latið ein persón koyra, sum ikki hevði loyvi til tað. Prutlið skal nú um Akstovuna, áðrenn tað kann skrásetast aftur. – Hvar eru foreldrini í slíkum [...] slíkum føri, spyr vaktleiðarin, sum heldur tað vera ábyrgdarleyst at lata børn koyra á prutli, sum kann koyra 74 km um tíman.
heitir á bilførarar um at vísa størsta varsemi á strekkinum frá Skálabotni til Leirvíkstunnilin, har olja er á vegnum. Løgreglan ávarar um, at tað er sera hált og vandamikið at koyra á strekkinum av Skála [...] ella um oljan kemur frá hydraulikkinum á einum akfari. Arbeitt verður við at finna orsøkina, og løgreglan heitir á bilførarar um at koyra sera varisliga á strekkinum.
fyrra hálvleiki við Margáir. Men tað endaði við, at Víkingur vann 2-1, eftir at EB/Streymur í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Tað kendist sum um, at víkingarnir ikki høvdu stemplað inn aftur í lan [...] til nógvar góðar støður og fleiri málmøguleikar. At tað bara einaferð í fyrra hálvleiki eydnaðist heimaliðnum at umseta møguleika til mál vísti seg at vera kostnaðarmikið í seinna hálvleiki. Miðvallarin [...] sum í dag var millum teir fyrstu ellivu, átti uppleggið, men heimamálverjin eigur at iðra seg um, at hann ikki megnaði at halda váta bóltinum, ið datt fyri føturnar á Sølva, sum takkaði fyri og fyri 156
millum ja og nei Nýggjasta kanningin hjá Maskína vísir, at 51,3 prosent av teimum, sum hava tikið støðu, ætla at atkvøða ja. 48,7 prosent ætla at atkvøða nei. Munurin er sostatt bara 2,6 prosentstig. Umleið [...] Fiskivinnan verður mett at vera eitt tað torførasta málið í møguligum samráðingum. Tey, sum eru ímóti, stúra fyri, at Ísland skal laga seg eftir felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES, og at ræðið á íslendska [...] hevði sett sær fyri at lata fólkið avgera, um samráðingarnar skuldu takast upp aftur. Hetta hendir eftir atkvøðuna Verður meiriluti fyri at taka samráðingarnar upp aftur, ætlar stjórnin at boða ES frá úrslitinum
upplýsir, at kvinnan er handtikin undir illgruna um at hava framt álop og havt eitt vandamikið amboð í varðveitslu. Seinni upplýsti løgreglan sambært Sky News, at ein saksur er tikin á staðnum, og at fyrstu [...] fyrstu upplýsingar benda á, at hendingin hevur samband við sálarligar trupulleikar. Sjúkrabilar og løgregla vórðu boðsend stutt undan klokkan 12.30. Eisini ein sjúkratyrla varð send á staðið, men teir fýra [...] ferðamannastøðunum í London og kent fyri handilslívið og gøtulistafólk. Løgreglan arbeiðir framvegis við at kanna málið.
Á fíggjarætlanini fyri 2026 samtykti býráðið at byrja arbeiðið at dagføra og betra um ljóðviðurskiftini á teimum trimum dagstovnunum í kommununi. - Í samskifti við stovnsleiðarar hevur umsitingin í kommununi [...] betrað ljóðviðurskiftir. ##med2## Í Sunda kommunu vísa tey á, at betri ljóðviðurskiftir á dagstovnunum er ein týdningarmikil raðfesting í at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum. - Hetta økir [...] og skapar eisini betri umstøður fyri børnini inni á stovnunum. Í kommununi siga tey, at ætlanin er framhaldandi at raðfesta og betra um ljóðviðurskiftini inni á teimum trimum dagstovnunum so líðandi. ##med3##