høvdu eisini aðrir ungir dreingir verið og lært seg at rekja um. - At búgva úti á bygd er eitt privilegium fyri okkara børn og ungu, og her er so nógv at læra, sum ikki kann lærast í bókunum, siga tey í kommununi [...] hann er óførur at rógva út, tá hann er heima. Hesa løtu stóðu tveir fittir dreingir, átta og níggju ára gamlir, og róku um í skúrinum. - Vit tosaðu við Schønning, sum hevur tikið upp á seg at læra hesar unglingar [...] unglingar at rekja um. Sambært heimasíðuni hjá kommununi læt bátaeigarin væl at, og hann segði ungu dreingirnar bæði vilja læra, og so eru teir eisini arbeiðssamir. Í vikuni, áðrenn umboð fyri Skopunar
Við hesum hava vit bestu møguleikarnar at bjóða okkara smæstu vælkomin og geva teimum bestu møguligu byrjanina uppá lívið. Starvsfólk nevna eisini týdningin av at arbeiða í hølum, sum eru lagað til tørvin [...] Nýggju hølini eru ein partur av miðvísa arbeiðinum hjá Landssjúkrahúsinum at menna og framtíðartryggja heilsutænastuna. Málið er at skapa enn betri karmar kring arbeiðið og harvið geva bæði starvsfólkum og [...] góða uppliving í dagligdegnum. Starvsfólk gleða seg til at taka ímoti barnakonunum og makum teirra á nýggju føðideildini. Um tú hevur tørv á at tosa við vakthavandi ljósmóður eftir kl. 10 týsdagin 1. septembur
Petroleum, sigur, at hetta er eitt avgerandi stig í arbeiðinum at styrkja fíggjarligu støðuna hjá felagnum. Samstundis hevur endaligi framleiðslusteðgurin á Orlando-oljuleiðini havt við sær, at Atlantic Petroleum [...] Petroleum hevur verið noytt at niðurskriva virðini, sum eru knýtt at oljuleiðini, munandi. – Hetta undirstrikar tørvin á at tryggja samtakinum nýggjar framleiðslukeldur. Skuldarumskipanin og ein styrkt f [...] eginognin negativ við 119,6 milliónum krónum. Fyrra hálvár hevur serliga verið merkt av arbeiðinum at fáa skuldina hjá felagnum umskipaða. Atlantic Petroleum gjørdi 30. apríl avtalu við høvuðskreditorarnar
arbeiðsfólk komu aftur hósmorgunin, var at kalla einki vatn komið í brunnarnar. Tá farið varð niðan í hagan at kanna orsøkina, vísti tað seg sambært Frihedsbrevet, at ventilar á samlibrunnunum vóru opnaðir [...] av myndugleikum. Borgarstjórin sigur við Frihedsbrevet, at herverkið kundi fingið álvarsligar avleiðingar. – Eg havi fingið at vita frá serkønum, at tað kundi staðið stórur skaði av hesum. Har varð reinsiútgerð [...] Christiansen. – Hetta sær út sum, at fólk nú taka sakirnar í egnar hendur, sigur hann. Frihedsbrevet spyr borgarstjóran, um hann við hesum leggur tey, sum eiga hagan, undir at hava framt herverkið. – Nei, tað
Danmarks Fængsler på Færøerne verða knýtt at staðnum við hvør sínum leikluti. Endamálið er, at ung kunnu fáa hjálp og stuðul á einum tryggum og lætt atkomiligum staði, og at skapa brúgv til bústað, heilsutænastur [...] hevur ofta tørv á hjálp frá fleiri skipanum samstundis, og tí er tað avgerandi, at vit ikki arbeiða hvør sær, men fáa hjálpina at hanga saman um tann einstaka, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- [...] víðari við teimum praktisku fyrireikingunum og við at seta og førleikamenna starvsfólk. RÓWT verður samantvinnað við nýggja Tilhaldsstaðið, soleiðis at verandi royndir og arbeiðshættir verða tikin við inn
atgongumerki eftir. Tað er tí als ikki óhugsandi, at festivalurin verður útseldur, áðrenn fyrsta lagið verður spælt leygardagin. Tað er í morgin, hin 29. august, at Viðareiði aftur verður karmur um Norð Festivalin [...] økja um áhugan Veðrið hevur sjálvsagt nógv at siga, tá ein stórur partur av upplivingini er undir opnum himli, og fyriskipararnir hava eisini lagt merki til, at veðurvánirnar hava sæð hampiliga góðar út [...] nar síggja lovandi út, merkist tað ofta beinanvegin á áhuganum. Vit halda heilt avgjørt, at hetta er við til at geva søluni eitt eyka skump nú upp undir vikuskiftið, siga fyriskipararnir. Veðurforsagnir
framt fólkadráp. Siumut og Naleraq halda, at spurningurin eigur at verða lagdur fyri Altjóða dómstólin í Haag, ICJ. – Naleraq heldur ikki, at tað er gagnligt at fella ein politiskan dóm ella geva eina politiska [...] ikki góðtakast, at grønlendska fólkið ber avleiðingarnar, uttan at staturin í størri mun verður drigin til ábyrgdar, sigur Aleqa Hammond, forkvinna í Siumut. Fráboðanirnar koma, eftir at tvær leingi væntaðar [...] av danska statinum frá 1960 til 1991. Eftir at Grønland tók heilsuøkið heim í 1992, helt mannagongdin fram í eitt tíðarskeið. Ein kanning frá 2025 vísti, at í minsta lagi 4.070 grønlendskar kvinnur høvdu
Frostadóttir vil sambært RÚV enn ikki siga, um stjórnin nú fer at arbeiða fyri formliga at taka umsóknina aftur. Fólkaatkvøðan í gjár varð hildin, eftir at útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, [...] skrivar tíðindastovan AFP, eftir at íslendingar hava atkvøtt um, hvørt landið skuldi taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Kristrún Frostadóttir mælti sjálv til at atkvøða ja. Men 52,8 prosent atkvøddu [...] staðfesti samstundis, at stjórnin ikki fer víðari við samráðingunum um ES-limaskap í hesum stjórnarskeiðnum. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var ikki bindandi, men stjórnin hevði frammanundan lovað at virða viljan hjá
fóðurvirki Bakkafrost boðar samstundis frá, at nýggja fóðurvirkið á Havsbrún er um at verða tikið í nýtslu. Sambært stjóranum fer tað at geva felagnum størri møguleikar at tillaga fóðurblandingarnar í eini tíð [...] har prísirnir á rávørum hækka nógv. – Neyðugt verður at gera tillagingar í rávørusamansetingini fyri at verja okkara kappingarstøðu, tó uttan at slaka upp á góðsku, fiskaheilsu ella fóðurvirði, sigur [...] Bakkafrost sigur tó, at umleggingin í Skotlandi heldur fram, og at felagið nú í størri mun brúkar egnar stór smolt. Heldur fast við metstóra tøku Hóast laksaprísurin er fallin, metir Bakkafrost, at eftirspurningurin
stjórnum, sum vit annars eru bundin at á orkuøkinum, sigur danski veðurlags-, orku- og veitingarmálaráðfrúan, Samira Nawa. Hon vísir eisini á, at útbyggingin fer at geva borgarunum grønari og bíligari [...] Samira Nawa sigur seg vera sannførda um, at netið verður klárt, tá nýggju havvindmyllulundirnar fara at framleiða streym. Energinet er sambært ráðharranum álagt at tryggja nettilknýti upp á eitt gigawatt [...] báðar havvindmyllulundirnar tilsamans at framleiða 1,8 gigawatt av elorku. Tað svarar til streymnýtsluna hjá umleið 1,8 milliónum donskum húsarhaldum. – Hetta fer at geva Danmark nógv størri frælsi. Bæði