ella onnur amboð hjá Bakkafrokst verður brúkt í grindadrápi, og okkara starvsfólk hava ikki loyvið at luttaka í grindadrápi í arbeiðstíð, skrivar alifyritøkan í svarinum til Paul Watson og leggur afturat [...] at eingin grind er í okkara fóðuri. Poul Watson góðtekur tó ikki, at Bakkafrost roynir at taka frástøðu frá grindadrápi við at vísa á, at teirra starvsfólk ikki sleppa at luttaka í grindadrápi í arbeiðstíð [...] leiðaranum fyri Sea Shepherd, um at føroyskar alifyritøkur fóðra alilaksin við grind. Paul Watson hevur lagt nógva orku í at spreiða hendan boðskapin, og hevur lagt dent á, at hóast hann hevur biðið Bakkafrost
Hann skrivar í einum brævi, at hann gevst við virksemi sínum sum teldusníkur, og at hann hevur fingið at vita frá øðrum í bólkinum Anonymous, at har leggur eingin í, um føroyingar drepa grind ella ikki. [...] av, at grindadráp er lógligt í Føroyum, men vónar, at føroyingar eina ferð gevast at drepa grind. Eisini biður Doktor Bass tey um umbering, sum hann hevur samstarvað við í átakinum OpHarpoon, sum er ímóti [...] Australski teldusníkurin, Doktor Bass, sum í gjár breyt inn í 10 føroyskar heimasíður og almannakunngjørdi hundraðtals loyniorð til føroyskar teldupostadressur, bakkar nú og tað er hann helst kroystur
Joensen, landslækni, síggja seg nú noyddar at ávara um at eta grind. Hon er somikið dálkað, at árinini av grind sum mannaføði nú kunna mátast í so stórum nøgdum, at tað er etiskt rætt at rópa varskó og mæla [...] Eg taki meira synd í honum, at hann skal liva í hesa dálkaðu hav-suppu. Vit skula nokk klára okkum. Kanska er hetta eitt upplagt høvi at bróta upp úr nýggjum og finna aðrar úrdráttir í havinum, ið kunna [...] gomlum, mannfólkum sum konufólkum, frá yvirhøvur at eta grind. Tað hevur uttan iva verið tung løta hjá hesum báðum, at seta orð á tað tíðindaskriv, ið kom í vikuni. Tað sæst eisini á orðaljóðinum. Grindin hevur
Í Vikuskiftissosialinum verður spurnartekin sett við, hvørt miðlarnir eiga at vísa myndir av grindadrápum ella ei. Í gjár legði ein grind beinini í Tjørnuvík, meðan leita var eftir grind bæði í Skálafirði [...] haldi, at tað er í fínasta lagi, at vit vísa myndir av tí, sigur Olivur Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri í Miðlahúsinum, er samdur. - Kunnu vit drepa grind, kunnu vit eisini [...] ikki vísa myndir av einum grindadrápi í Sandagerði, sum 2.000 fólk standa og hyggja at og taka sínar egnu myndir, hvør í sínum lagi? Vit mugu kunna vísa tað, sum hendir í Føroyum. Um myndirnar ikki kunnu vísast
grindadrápi betri í Halba. Hann reisti málið í kjalarvørrinum á seinasta grindadrápinum í Hvalba, har grindin ikki fekst at gera landgongd. Men tað eru eisini aðrir trupulleikar við grindadrápi í Hvalba, og tað [...] Grindadráp Hvalba: Nú skulu umstøðurnar at drepa grind í Hvalba, gerast betri. Tað er í hvussu so er ætlanin hjá Hvalbiar Kommunu. Á bygdaráðsfundi hóskvøldið reisti borgarstjórin, Levi Niclasen, spurningin [...] ivasamt er, um ikki sandur legst í aftur beinanvegin Eitt uppskot var at seta ein lyktapela við ljósum upp soleiðis, at hann kundi brúkast til ýti, so at bátarnir, sum vóru í grind, altíð vistu, at grindin skuldi
lógina, tá ið tey fyrr í summar róku eina grind í Haraldsundi til havs og tá ið róku springarar á Tangafirði til havs. Tað var í 30. juli, at boðað varð frá grind í Haraldsundi, men tey í Sea Shepherd vóru [...] rættin einaferð í vár, kanska síðst í mars. Tí hava tey gjørt av at bíða við málinum um grindina í Haraldssundi til rætturin hevur sagt sína hugsan um málið á Tangafirði. - Tá ið dómur er fallin í málinum um [...] reglugerðina á hesum øki, tí tað er aldrin roynt í rættinum fyrr, sigur Linda Hesselberg. Og tá verður so støða tikin til, hvussu verður við teimum, sum róku grindina í Haraldsundi, um tey eisini verða ákærd, ella
Joensen, sýslumaður, væntar, leggur ein grind helst beinini í Sandágerði um eina løtu. Talan er um eina grind, sum varð funnin í Hestfirði í morgun. Hon gekk suður eftir í fjørðinum og er nú komin heim um K [...] Kristian Martin Joensen sigur, at nakrir bátar eru í rakstrinum, men hann heldur, at bátarnir í løtuni eru færri enn 10. - Gongst, sum ætlað, verður grindin rikin í Sandágerð, sigur hann. Sýslumaðurin leggur aftrat [...] aftrat, at hann nú fer at lýsa grindaøkið at vera ein fjórðing í allar ættir - og eisini uppeftir.
Dímun. Tað eru eftirhondini nøkur ár síðan, at grind seinast doyði í Sandoynni. Seinasta grindin á Sandi var sonevnda Sea Shepherd-grindin hin 30. august í 2014. ##med2## [...] ein grind fyri løtu síðan legði beinini á Sandi, verður mett, at talan er um 150 til 200 hvalir, helst nærri 200. Sagt verður av Sandi, at tað gekk væl at halda grindini til. Fleiri bátar vóru við í rakstrinum [...] gekk bæði skjótt og væl, og væntandi er, at grindin verður býtt til alla sýsluna. Í Sandoyar sýslu eru - umframt bygdirnar í Sandoynni, Skopun, Sandur, Skálavík, Húsavík, Dalur, Djúpidaur og Skarvanes - eisini
ikki steðga á at drepa grind fyri tað um útlendsk mótstøðufólk koma higar í summar í eini roynd at forða okkum. - Men vit skulu gera okkara ítarsta fyri at útinna okkara arbeiði í grind til lítar, so at onki [...] drápi, sama hvørja hvalvág, talan er um. - Er grind í Vági, eiga allir grindaformenn í Suðuroy at verða boðsendir í drápið. Teir skulu so ganga fremstir í drápinum at avlíva grindina, men so skulu teir [...] Olsen sigur, at í næstum verða allir grindaformann í Suðuroy kallaðir til fundar at tosa um hesi viðurskiftini. Sjálvur heldur hann, at allir grindaformenninir í oynni eiga at verða í hvørjum einasta drápi
tað gerst ikki meira í kvøld. Tað verður myrkt nú og tað rekur illa, so tað er best at gevast, sigur Jaspur Vang, sýslumaður á oynni. Tað var fyrr í dag, at Brimil fann eina grind vestanfyri Sumbiarhólm [...] Eingin grind leggur beinini í Fámjin á hesum sinni. Fyri løtu síðan avgjørdu grindaformenninir saman við sýslumanninum at lata grindina fara. - Vit hava júst blást av. Grindaformenninir, Brimil og vit [...] kavaði nógv. Vóna bleiv tó, at tað fór at eydnast at reka hana til Fámjins, men eftir at hava rikið hana í nakrar tímar, er avgerð nú tikin um at lata hana fara.