9. august klokkan 15, sum er sunnudagin komandi, verður serstaka konsertin og gudstænastan aftur í gjónni við Gjógv. - Árliga siðvenjan, sum savnar væl av fólki hvørt ár, er eitt sera gott høvi at njóta [...] njóta eina hugnaliga og gevandi løtu í stórbæru náttúruni. Tað siga fyrireikararnir av tiltakinum. Í ár verður Ida Lykke Kannuberg, prestur, sum fer at tala. - Um viðrar, verður leitað aftur til søguna við [...] komu til landið, var at rógva lækna, jarðarmóður ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí, og tað var minni enn so altíð, at líkindini vóru góð. - Ofta varð hetta gjørt í ivaveðri. Á tiltakinum í gjónni
Sjúkrahúsverkinum er í løtuni bert eitt serlæknastarv mannað í barna- og ungdómspsykiatriini. Talan er enntá bara um eitt starv á 0,8. Bjørt Lind heldur, at hetta vísir, hvussu stórur tørvurin er á at byggja [...] ð í barna- og ungdómspsykiatriini. Tað er sambært løgtingskvinnuni eitt týðandi stig á leiðini at byggja upp størri serfrøði á økinum. Útbúgvingin til serpsykolog er ein fýra ára víðari útbúgving fyri [...] skvinnuni bíða 292 børn og ung eftir útgreining. Bíðitíðin er umleið 24 mánaðir. Samstundis bíða 811 vaksin eftir ADHD-útgreining, og har er bíðitíðin umleið 36 mánaðir. Bjørt Lind spyr, um landsstýriskvinnan
ein nýggj fráboðan um, at støðan var óbroytt. Tað merkir, at heilsustøðan framvegis verður mett at vera sera álvarslig, men tað er ikki staðfest, at støðan er versnað enn meira. Hin 89 ára gamli kongurin [...] Hóskvøldið sungu fólk eisini norska tjóðsangin fyri konginum. Eingin almenn fráboðan er komin um, at Haraldur kongur er doyggjandi. Men orðingin hjá kongshúsinum og tær mongu broytingarnar í almennu skránni [...] broytt sínar ætlanir. Haakon krúnprinsur røkir í løtuni uppgávurnar sum ríkisstjóri, meðan kongurin er sjúkrameldaður. Túsundtals norðmenn hava verið á Slottsplassen í Oslo, har fólk hava lagt blómur, kort
og áhugaverd at lurta eftir. Eitt tað besta við Hildigarð var, at mann altíð visti hvar mann hevði hana. Um mann spurdi hana um okkurt, fekk mann altíð svar, hóast tað ikki altíð var ta svarið mann ynskti [...] fóru ymiskar leiðir í lívinum, høvdu vit altíð samband, og var tað altíð stuttligt at tosa saman og minnast á gamlar dagar og annars tað, ið rørdist í samfelagnum. Hildigarð var ein av teimum, ið var við [...] Eftir hana standa varðar, ið hon hevur verið við til at byggja. Hon var nakað heilt serligt, og er tað løgi, at mann ikki longur kann ringja til hana og fáa eitt prát um verðins situatiónina. Saman við
úr øðrum londum, skrivar hon. Núverandi Erasmus+-skeið er frá 2021 til 2027, og eitt nýtt skeið byrjar í 2028. Tí heldur løgtingskvinnan, at tað er umráðandi, at neyðugu politisku, umsitingarligu og fíggjarligu [...] skipanini í 2028. Hon vil eisini hava at vita, um nóg mikið av fíggjarligari og starvsfólkaligari orku er sett av til fyrireikingarnar, og um føroysku útbúgvingarstovnarnir eru klárir at taka ímóti útlendskum [...] lesandi og starvsfólki og at senda føroysk lesandi og starvsfólk av landinum gjøgnum Erasmus+. Erasmus+ er ein týðandi partur av evropeiska samstarvinum um útbúgving. Skipanin gevur lesandi, starvsfólki og
við nógvum ísi, hevur tað verið ómøguligt at senda handilsskip úr Asia til Evropa um hesar leiðir. Men, global upphiting og smeltaður polarísur hevur gjørt, at siglingarleiðin nú er eitt meira realistiskt [...] Kinesiska reiðaríið Sea Legend byrjar nú tað, tey rópa landnyrðingsleiðina til flutning úr Asia og vestureftir. Sambært Financial Times byrjar reiðaríið at sigla farleiðina um Arktis hesa vikuna við einum
ES kemur í gildi í 2028. Uppskotið hjá nevndini er ítøkiliga at seta 530 milliónir evrur av til samstarvið við Grønland í tíðarskeiðinum 2028–2034. Tað svarar til knappliga fýra milliardir danskar krónur [...] von der Leyen fer undir vitjanini at boða frá 200 milliónum evrum afturat í stuðli til Grønlands. Tað skrivar Financial Times. Upphæddin svarar til umleið 1,5 milliardir danskar krónur og kemur afturat
sum Russland sendi inn í eitt kríggj teir ikki sjálvir valdu teir skriva heim at teir hava tað gott hóast moldin er vorðin teirra song og óttin teirra einasti vinur leiðarar sita við long borð flyta strikur [...] telur ein mamma dagarnar síðan sonurin ringdi kríggið hevur einki hjarta tað kennir ikki mun á einum sigri og einum tapi tað dugir bert at gera dagin óhugnaligan men onkustaðni undir øskuni andar ein [...] morgunin kemur við einum ófrættakendum ljóði sum fær hús at skelva áðrenn dagurin er vaknaður vindeygu brotna og náttin dettur inn á gólvið í undirgrundini stendur eitt barn og teknar sólina á ein gráan
væl fleiri málroyndir enn Västerås, og tað er var eitt stórt vónbrot fyri høvuðsvenjaran, Alexander Rubin, ið hevði væntað sær meira av sínum monnum. Västerås er nummar átta í deildini við 26 stigum. Men [...] Men teir hava bert fimm stig upp til BK Häcken, ið er á triðja plássinum sum gevur atgongd til Conference League undankappingina aftaná lokið kappingarár. Komandi leygardag klokkan 14 møtir Västerås júst
og verður mett at vera ein av orsøkunum til demenssjúkuna. Bæði sløgini vórðu góðkend í ES í 2025. Tað er tó upp til einstøku londini at taka støðu til, um heilivágurin skal takast í nýtslu. Danska Heilsuráðið [...] løtuni, um Donanemab skal viðmælast. Avgerðin verður væntandi tikin 26. november í ár. Í Føroyum er tað Ráðið fyri serstakan sjúkrahúsheilivág, sum ger tilmæli um, hvør serligur heilivágur skal bjóðast [...] tikin til, um nýggi heilivágurin Donanemab móti alzheimerdemensi skal bjóðast føroyskum sjúklingum. Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Elsebeth Mercedis