og grønlendskar myndugleikar og kunna um, so hvørt nýtt er at frætta um hvørjir møguleikar eru og bólkurin skal eisini føra føroysk og grønlendskt sjónarmið fram á røttum stað. [...] Fólkatingið hevur nú sett ein arbeiðsbólkur við tí endamáli at fylgja við teirri menning, sum fer fram í Arktis, og at royna at ávirka dagsskránna í tí sambandi. Í bólkinum eru átta limir, og Sjúrður Skaale
Tað hevur vakt miklan ans, at Norðlýsið hevur skrivað fleiri greinar um, hvat kom fram á fundi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum og uttanlandsnevnd løgtingsins. Landsstýrismaðurin [...] hava mong víst á, at eyðsæð hevur onkur brotið sína tagnaðarskyldu, tá Norðlýsið so gjølla kann greiða frá, hvat er komið fram á fundinum. Fleiri nevndarlimir hava verið undir illgruna og tað hevur einamest [...] forkvinna í nevndini og í tíðindaskrivi í dag skrivar hon, at nevndin hevur havt fund í dag, har málið um brot á tagnaðarskylduna hevur verið viðgjørt. - Staðfestast kann, at upplýsingarnar, sum fjølmiðlar
inn á síðurnar og lisið um sniðgeving, arkitektur, mat og móta, men áhugin fyri at lýsa á síðunum hevur kortini ikki verið nóg stórur til, at tað loysir seg at halda fram. FT Online fekk fyrr í [...] við at økja um samlaða lýsingaráhugan á øllum Portalinum, men nú tølini eru uppgjørd, hevur verið neyðugt at spart onkrastani fyri at lúka krøvini frá Kappingarráðnum. Tað er so gingið út yvir [...] yvir hesar tríggjar síðurnar, sum steðga á hesum sinni. Hinar síðurnar á Portalinum halda áfram sum vant.
kortini vera hugstoytt, um gongdin heldur fram ov leingi afturat. Veksandi arbeiðsloysi kann fáa fólk at brúka minni pengar, soleiðis at tann privata nýtslan steðgar upp, og tað kann so aftur elva til størri [...] liggur um 5,4 prosent. Fyri einum ári síðani var tað 5,0 prosent. Donsku búskaparfrøðingarnir høvdu væntað, at arbeiðsloysið fór at veksa í fjør, og teir siga nú, at hendan gongdin fer at halda fram í hvussu
sjógv og tað er ongin ivi um at hetta rímuliga skjótt verður dagliga myndin av Vippuni og skal tú so um kvøldið í Tjóðleikhusið á Bursatanga má tú finna tær klovstyvlarnar fram samanvið smokinginum. ##med2## [...] eru vit eisini tað land sum hevur mest c02 per íbugva í øllum heiminum ! Veðurlagsbroytingar fara nu fram kring heimin við sera skjott vaksandi ferð – eisini her á landi. Ein broyting er støðugt hæðkandi
ur. Tað er tilskilað í viðmerkingunum í lógini um fyrisiting um sjófeingi. Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, sigur seg vera glaðan um at broytingarnar, sum eru gjørdar í lógaruppskotinum [...] seinna førinum er talan um Sandoynna og Suðuroynna - Tað eru ikki so nógv ár síðani at Bacalao var millum størstu arbeiðsplássini í Havn. Nú er einki eftir. Soleiðis sæð er eingin ivi um, at arbeiðsloysi í [...] Heðin Mortensen gleðist um, at tað nú er tilskilað, at høvuðsstaðurin skal fáa ein part av menningarkvotunum, og er spentur upp á at síggja, hvørjir aktørar nú fara at bjóða seg fram. - Vit hava hølini, og
talan er um Sjálvstýrisflokkin. Men av tí at orðini omanfyri eru so grov, at tú øtast, fari eg at biðja Sosialin, sum er tann, ið kemur við ákærunum, um at útgreina, hvat tað er fyri hetzur talan er um. Vit [...] heita á landsnevnd Sjálvstýrisfloksins um beinanvegin at taka hetta málið upp, fyri alt fyri eitt at fáa steðgað øllum hetzi móti Javnaðarflokkinum, um talan altso er um nakran hetz. Erhard Jacobsen, nevndarlimur [...] Men so heldur oddagreinin fram: ?Hetta hava vit sæð Sjálvstýrisflokkin gera nú í eina tíð, og hetta fer ein tileinkisgjørdur Sjálvstýrisflokkur helst eisini at kenna sviðan av eftir næsta val. Ikki tí
tað eru neyvan øll, ið kenna kunngerðina um grind, sum hon verður rópt í Kunngerðarblaðnum. Í kunngerðini eru ymiskar ásetingar og reglur, men í kapittli 3 um grindarakstur og grindadráp stendur ymiskt [...] grindadrápi, um hann metir, at umstøðurnar tala fyri tí. Í grein 10 stendur, at tað er landsstýrismaðurin, sum kann áseta bráðfeingis bann fyri grindadrápi í ávísum grindaumdømum. Men, so verður lagt aftrat [...] grein, grein 10: - Bannið verður ikki ásett, uttan at onnur grindaumdømi hava fingið høvi at seta fram ynski um at skifta grind úr avvarðandi grindaumdømi. Sostatt er einki til hindurs fyri at halda grind til
hálva árið eru tekin um, at húsarhaldini í Føroyum hava bjartari vónir um framtíðina enn tær hava havt. Tað staðfestur Búskaparráðið í nýggju frágreiðing síni, sum er almannakunngjørd nú um dagarnar. Búskaparráðið [...] til langt undir miðal. Men so fór at ganga fram á aftur. Og í juni í 2014 var álitið størri enn nakrantíð, og tá var tað komið upp á 13. Talið helt sær nøkulunda javnt fram til juni 2017. Men í januar [...] men síðani er tað komið upp aftur á 10. Tað er eitt tekin um at hetta seinasta hálva árið hava føroysku húsarhaldunum aftur fingið bjartari vónir um framtíðina, sigur Búskaparráðið.
frá íslendsku fólkaatkvøðuni um Ice-save lógina eru taldar, vísa fyribilstøl, at næstan 93 prosent av veljarunum siga nei til umstríddu lógina. Hetta er lógin, sum snýr seg um, at Ísland skal rinda 30 milliardir [...] atkvøtt ja, meðan 5,2 prosent av atkvøðunum eru blankar. - Úrslitið hevur sum so ongar avleiðingar fyri stjórnina, sum fer at halda fram við at royna at finna eina loysn á Icesave-málinum, og at fáa landið á [...] Samráðingarnar millum Ísland, Bretland og Holland halda fram aftan á vikuskiftið, sigur Steingrimur J. Sigfusson, fíggjarmálaráðharri. Stríðið um Icesave hongur neyvt saman við møguleikunum hjá Íslandi