til jólafundin í 1888. Í Føroyingafelag gjørdi hann ikki nógv um seg, men børnini vóru við “av hjarta og sál.” Sigrid var fyrsti kassameisari í felagnum og hevði í mong ár Føroyingatíðindi í avgreiðslu. Til [...] Til undirhald í felagnum skrivaði hon skemtileikin Jákup á Møn, sum fyrstu ferð varð spældur vikuna eftir páskir 1890. Hann var prentaður í Tingakrossi í 1903. Sum árini liðu vaks bókasølan í stórum, og [...] og dirvi til at halda fram í góðum eins og í sorgartíðum. Í teim seinastu árum hevur hon havt heilsubrek, men við okkum, ið kendu hana, var hon bæði blíð og týð eins og í teim góðu gomlu døgunum. Sigrid
»Henda røddin, full av náttúru, sum eingin skúling í heimsins meginlondum fær kámað burtur« sigur hann í teksti á fløguni »Brotið«, sum Tutl gav út í heyst. Í ummæli sigur Oddvør Johansen um somu fløgu, at [...] tað var gamaní. Eg var so í Savonlinna í juni 1996 og arbeiddi við Jorma Hynninen í tíggju dagar hetta summarið. Vit avráddu, at eg skuldi søkja um upptøku á Sibeliusakademinum í Helsingfors várið eftir [...] vera í eldra lagi.« ? Hvat var tað, sum fekk teg at sleppa myndatólinum og syngja í staðin? »Tað var ikki fyrr enn eg var undir útbúgving á fotografskúla í Keypmannahavn, at eg komdi mær at fara í eitt
Petersen. Mamman sat einkja í mong ár. Seinastu árini búðu hon hjá Poul í Havn, og tey eru eisini jarðað lið um lið. Aftaná próvtøkuna á læraraskúlanum í Havn 1890 var Poul lærari í Hvalvík, Hósvík og Saksun [...] sløjdlæraraprógv í 1893 og læraraprógv á Vesterbro Seminarium í 1895. Hann var lærari í Keypmannahavn 1895-96. Kom til Føroya og gjørdist lærari á privatskúla á Tvøroyri 1896-97. 40 ár lærari í Havn Poul [...] Kommunuskúla, 1904 fyrstilærari og í 1922 yvirlærari. Hann varð eisini umsjónarmaður við føroysku bygdaskúlarnar í 1904. Var eisini lærari við læraraskúlan í Havn í 1898. Poul gjørdist riddari av Dannebrog
tær prentaðar í bløðunum um sama mundið og í áður nevndu bók. Men Riis sá ikki seg sjálvan sum fotograf. Heldur sum skrivandi journalist og reformist. Riis doyði í 1914. Men nústanni í 1945 komu myndirnar [...] kroysurnar í fátækrabýlingunum í New York við einum einføldum myndatóli og spildurnýggja undrinum blitsinum: Hann dokumenteraði fyri øllum landinum og fyri alla framtíð ómenniskjaligu livikorini í heimsins [...] verða settur í starv sum journalistur á New York Tribune. Nøkur ár og nógvar viðurkenningar seinni eisini á hámetta blaðnum The Sun. Í ørindum sum politiraportari fekk hann høvi at koma inn í djúpastu l
býlingar í Havnini. Skemtiligt er at minnast aftur á tá vit skuldu liggja náttina yvir í Havnardali í tjaldi ið Adler átti. Tá vit á kvøldi komu út í dalin vóru smádreingir av Tinghúsvegnum har eisini í somu [...] byrjaði prentsmiðju í húsi sínum í Gundadali. Í 1964 giftist hann við Hjørdis Hansen frá Gøtugjógv, og har hevur familja nú summarhús í húsinum hjá Hans bónda og konuni Biritu, har Hjørdis vaks upp. Tey hava [...] verið gift í 47 ár, og Hjørdis hevur roynst honum ein sera góð kona. Mangan havi eg sitið væl í heimi tykkara, har blíðskapur altíð hevur verið í hásæti. Tey fingu døturnar Bjørg, ið býr í Havn, og Lindu
hann doyði longu í 1916. Tá tók konan við, og hon rakt hotellið í mong ár. Tey hava verið umrødd í hesi røð. Johanne Marie Skylv Joensen (1877-1974), giftist í 1897 við Anders Hansen úr Danmark. Í 1902 [...] legði frá sær vegna aldur, og tey fluttu í barndómsheimi Skylvsborg í Nólsoy at búgva. Í 1952 fluttu hjúnini til Havnar. Í hjúnabandinum vóru 8 børn. Tað var í tíðini á Mykineshólmi, at Johanna Maria fór [...] sum í einum friðskjóli í høvuðsstaðnum. Ì 1912 fekk Anders starv vit vitan á Akrabergi, har hann starvaðist til 1917. Síðani vóru tey á Borðuna til 1924, tá hann gjørdist vitameistari í Mykinesi. Í 1931
Sofus Evensen Sofus doyði longu í 1911, og tá skrivaði Tingakrossur um hann: Sjáldan man ein maður, sum væntaði nógv í at vera komin upp í miðjan aldur í Føroyum, hava verið fylgdur í grøvina við so djúpum [...] norskum liði í 1910. Mads Andreas Winther, fyrsti formaður í HB, sum var í Noregi saman við Sofusi í 1908 við Havnar Ungmannafelag, dámdi eisini væl tankan. Málið var fyri á fleiri fundum í 1909, og tann [...] Sofus var virkin í Ungmannafelagnum í Havn, sum hevði so stóran týdning fyri mentunnarlívið í Havn fyrst í hini øldini. Limirnir skiftust um at ritstjórna einum hondskrivaðum blaði, Baldursbrá, sum
gjørdist sjúkur og doyði í 1935. Hann varð tann fyrsti, sum varð jarðaður í nýggja kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Anna Evensen var dóttir A.C. Lützen, sum doyði, tá ið hann talaði fyri kongi í 1874. Hon hevur [...] hevur verið prentað í FF-blaðnum. Anna fór aftur til Eiðis, men í Havn var nakað sum dró. Eitt nýggjárskvøld hevði hon hitt Albert í dansi, og tey vóru blivin góð. Tey giftust so í 1920 eftur at hava verið [...] verið forlovað í sjey ár. Í fyrsta partinum greiddi Albert frá, tá ið hann var við danska havrannsóknarskipinum Thor í Miðalhavinum. Nú fer hann til fiskiskap. Aftur til skips Um veturin selur staturin
við Oluf Hans Wang, sum var prestur í Kvívík 1727-62. Ein beiggi Lorentzu kallaðist Augustinus Ole Vangsen f. 1822. Hann var bóndi í Frammistovu í Kaldbak og festi í 1851. Ein dóttir hansara Cathrina [...] bróðursonur eystringin, 26 ár, Mikkjal Pauli Poulsen í Borgarastovu, Magnus Samuelsen í Horni, Dánjal Jacobsen úr Køk í Kopargøtu, pápabeiggi Mikk í Dávastovu og Johannes Claudius Johannesen av Argjaboða [...] søguni hjá Símin er, at ein sonur Magnus í Horni var Sámal Samuelsen. Hann giftist við Kristionnu hjá Johan í Hoyvík, son Símun, eftir at hon á ungum árum hevði verið í Danmark og lært til harraskræddara. Sámal
inntil hetta starv varð avtikið í 1902. Tá fekk hann heitið “politibetjent for Færø Amt.” Í 1922 fall Sámal fyri aldursmarkinum. Slagsmál á Doktaragrund í 1899 Petur Alberg hevði í síni dagbók áhugaverdar og [...] hesa bók hevði hann eina stóra grein í Dimmalætting fyrst í 1928 um søguna hjá Havnar Skansa. Men Sámal hevði eisini áhugamál. Hann var virkin í Meinigheitshúsinun í Havn, har hann var nevndarlimur. Hesir [...] m, har tey búðu. Í komandi parti verður greitt frá versoni Sámal, sum var millum teir fyrstu, sum fingu bil í Føroyum, og sum doyði av eini spreingivanlukku á nýggja hospitalinum í 1924