Ruanvíkar Havn varð gjørt. Símun á Høgabóli tók eisini lut í vinnuvirksemið uttanfyri sína heimbygd, og kann í hesum sambandi verða nevnt m.a., at hann var stórur partaeigari bæði í Tórshavnar Skipasmiðju [...] viðvíkjandi virkisøki hansara, so tók Símun eisini lut í fyrireikingunum til byrjanina av Runavíkar Havn, sum fór fram undir seinra heimsbardaga, sum síðan er útbygd og nú er millum størstu havnirnar í landinum
Tað eru Guðrun Patursson og Súna Mørk, sum eiga og reka Blómuhúsið á Heykavegi 2 á Hálsi í Havn. Tær eru vinkonur og hava kenst i mong ár. Báðar eru tær Neista-kvinnur, og báðar hava tær verið virknar [...] nevnd felagsins í fleiri ár. Á kommunuvalinum hin 10. november í fjør varð Súna Mørk eisini vald í Tórshavnar býráð. Tað er Guðrun Patursson, sum hevur royndirnar innan handilsvirksemi og hevur fingist við [...] plantur at gera gjøgnum mong ár. Í 18 ár arbeiddi hon í blómuhandlinum hjá Trónd Hansen á Áarvegnum í Havn, og áðrenn hon og Súna Mørk keyptu Blómuhúsið á Hálsi, arbeiddi hon her í eini fýra ár. Tað er soleiðis
við 100 ára dagin hjá felagnum. Annika Olsen hugleiddi eitt sindur um at hetta at ganga í teatur í Havn veruliga er avgamalt, helst eini hálvtriðja hundrað ár, men at komedian og sjónleikurin ikki tóku [...] tíðini sæst, at helst hevur sjónleikurin havt alvorligan brodd, tí mong av fínara borgaraskapinum í Havn fingu alvorliga ilt í dintilin - serliga av komediunum, og østu seg upp um, at ungdómur og vaksin [...] týdning hesi 100 árini. Í fjør hendi tað gleðiliga, at Sjónleikarfelagið fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs. Heiðurslønin varð veitt fyri teir mongu barnaleikirnar, sum Havnar Sjónleikarfelag hevur
Tórshavnar Býráð kann ikki smildra alla ferðsluna í miðbýnum sundur, bara tí at tey vilja hjálpa einum privatmanni við eini verkætlan. Tað heldur Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin. Hon finst [...] Steinatún, við átta íbúðum á takinum. Les meiri um tað her: Fara at gera stórt parkeringshús mitt í Havn Tá ið býráðið aftur hóskvøldið umrøddi parkeringsviðurskiftini, segði Annika Olsen, at hon vónaði [...] Fólkaflokkin, er ósamdur. Hann tekur fult undir við, at privatfólk bjóða seg fram at gera parkeringhús í Havn, og sleppa at taka pengar fyri at lata bilar parkera har, tí so kostar tað ikki kommununi nakað. Hann
Torkilsheyggi, Bogi, Beinta Dam, Ingun Dalbúð, Rógvi og Gudny Samuelsen. Anna býr á Nesi, Beinta í Havn, Ingun og Rógvi í Runavík og Gudny í Saltangará. Rósing hevði bilverkstað og seldi bilar, og Bogi [...] sváginum, Birgiri Samuelsen, bilverkstaðið BBR Service á stovn. Teir hildu til í gomlu smiðjuni, sum Tórshavnar Skipasmiðja átti uttanfyri rundkoyringina í Runavík. Væl varð tikið undir við virkseminum. Tað [...] og Bogi eiga fýra dreingir: Oddur (1979), Bárður (1981), Rani (1985) og Rósing (1990). Oddur býr í Havn, Bárður býr í Århus, og teir báðir yngstu búgva heima hjá foreldrunum. Bogi eigur tvey abbabørn –
Býráðsfundurin í Havn týskvøldið var enn eitt prógv um, at stevið í býráðnum ikki er av tí besta. Tað byrjaði við, at ein nýggjur limur skuldi veljast í nevndina fyri dagstovnin í Hoyvík, tí verandi berst [...] áhugaverda málið á skránni á fundinum týskvøldið var ætlanin um at gera ein dagstovn við Landavegin í Havn. Men einki nýtt er í málinum, og tað var als ikki búgvið at verða lagt fyri býráðsfundin. - Tað eru [...] heilt nógv ansingarpláss tøk. - Eg vil fyrst síggja, hvat bólkurin, ið kannar skúlaviðurskiftini í Tórshavnar kommunu, har undir forskúlan, kemur fram til, áðrenn vit taka støðu til, um stovnarnir skulu minkast
bíbliuútgávu). Sjóvar kirkja og Selatraðar kirkja: Komandi sunnudag verður farið í kirkju kl. 11.00. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Sunnudag kl. 11: Morgunmøti. Sunnudag kl. 12.15: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið [...] 20: Bønarmøti. Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.00: Ungdómsmøti. KFUM & KFUK í Havn 4. grein & KFUK Evni: m.a. greiða skótarnir frá Jamboree í Chile. Eldrasamkoma er í KFUK mánadagin [...] Sverra Steinhólm, presti. Várgleði (børn 4-12 ár) er í KFUK týsdag kl. 17.00-18.30. Meinigheitshúsið í Havn Sunnukvøldið kl. 18 er familjumøti, Magni Christiansen syngur. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti
Tað eru rættiliga umfatandi umbyggingar, sum skulu gerast í miðbýnum í Havn, tá stórt íbúðarhús skal byggjast á økið, sum gamla bakaríið P/F Frants Restorff átti. Byggifyritøkan P/F Húsavarðatænastan hevur [...] Restorff – og grannabygningin, sum áður hýsti Havnar Sjúkrakassa. Málið hevur verið fyri á býráðsfundi í Havn 22. juni, og greitt verður frá, at ymsir íleggjarar og byggiharrar í eina tíð hava víst áhuga fyri [...] Frants Restorff hevur í umbúna, snýr seg um 35 + 12 leigíbúðir, sum tað sæst í gerðabókini hjá Tórshavnar býráð. Íbúðirnar eru í ymsum støddum, og eisini eru 700 fermetrar til handilshøli og parkering
Mangir føroyskir jazz-fjepparar stóðu í fjør spyrjandi, tá fyriskiparin av Tórshavnar Jazz, fólka og blues-festivalinum, Brandur Øssursson, valdi at stinga í sekkin og flyta av landinum. Slóðbrótarin innan [...] sunnukvøldið hava tónleikaáhuga ein gyltan møguleika at hoyra spennandi og fjølbroyttan tónleik í Havn. Fevnir breitt Eins og undanfarin ár fevnir tónleikurin á jazzfestivalinum rættiliga breitt. Skráin [...] ikki bara í Norðurlandahúsinum, men eisini á Listaskálanum, Sjónleikarhúsinum, á smærri spælistøðum í Havn og í gongugøtunum longur Fyrireikararnir siga, at tað er ein stórur munur hjá tónleikarum at spæla
– Eg fái sum lærari á Tórshavnar Kommunuskúla ikki sagt annað enn, at handan var fúl, Heðin Mortensen! Tað er rætt, tá ið tú sigur, at tit (býráðið) eiga Kommunuskúlan; men tit eru sett at tæna áhugamálum [...] skjúgvað til viks, tí Heðin Mortensen brádliga velur at reagera uppá eitt avgamalt problem, sum Býráðið í Havn hevur forsømt í mong, mong ár. – Nemliga at viðlíkahalda sínar skúlabygningar!!! Faktist hevur Heðin [...] kendur sum tann, ið smildraði tann tradisjónsríka og námsfrøðisliga vælfungerandi Kommunuskúlan í Havn sundur í berum treiskni, ella uppaftur verri bert fyri at spara eitt sindur av peningi?